mánadagur 4. juni 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 104 - 4. juni 2007 ]
12. maður til dystin fús
Sum vanligt upp undir landsdystir verður 12. maður sjónligur í Gundadali leygardagin.
Leygardagin var eitt stórt tjald sett upp á parkeringsøkinum við Tórsvøll. Har helt 12.
maður til frá kl. 14 dystardagin. Inni í tjaldinum vóru ymisk tiltøk, so sum undirhald,
sølubúð, andlitsmálig og annars slíkt, ið er vanligt upp undir landsdystir. Dagurin er
langur, so møguleiki var eisini at keypa okkurt etandi og drekkandi í tjaldinum. Til tess
at fáa »stemningin« í topp frá byrjan av, rungaði útvarpið í tjaldinum, eins og ein
stórskíggi var settur upp, sum vísti dystin um kvøldið. Men gjøgnum dagin var hitað
upp við at sýna eitt nú gamlar dystir og annað viðkomandi. Hetta var eisini eitt serligt
høvi. Tað eru liðin so at siga snøgg tíggju ár síðani, at felagið 12. maður varð sett á
stovn. Hetta hendi á stovnandi aðalfundi hin 29. mai 1997, so tað er ógvuliga passandi,
at vit fáa heimsmeistararnar á vitjan júst nú. Tommy Falkenberg er formaðurí 12. manni
Higartil eru fýra bátar
komnir á Havnina og í
hvussu er ein kemur aftrat í
morgin við tilsamans einum
35 áskoðarum til landsdystin
mikukvøldið
Fyrsti seglbáturin kom í
gjárkvøldið og í dag eru
tríggir komnir aftrat. Og í
minsta lagi ein kemur í
morgin, hann fer úr Lerwick
í dag.
Fýra av hesum fimm
bátunum er úr Hetlandi og
ein úr Glascow. Tríggir bát
ar eru úr Lerwick og ein av
oynni Brae. Allir hesir eru
hetlendingar uttan hin eini,
ið kemur úr Aberdeen. Teir
hava nýtt høvið at koma
hendanvegin longu nú, fyri
at sláa tvær flugur við ein
um slagi. Teir ætla sær
nevniliga eisini til dystin
Føroyar-Italia í kvøld.
Nakrir
høvdu
longu
útvegað sær atgongumerki,
meðan aðrir einki høvdu.
Teir vóru tí fegnir tá útsendi
frá Sosialinum kundi siga
teimum, at nøkur atgongu
merki fóru at verða saeld á
stadionøkinum
klokkan
fýra.
Annars er hetta bara byrj
anin til innrásina av skotsk
um fótbóltsáskoðarum, tí
hesin úr Aberdeen visti at
siga, at heilir 800 skotar
koma her til dystin á Svanga
skarði mikukvøldið.
Tá vit lata illa at um útlit
ini mikukvøldið, nú vit
taptu so nógv í Skotlandi,
so eru teir ikki so vísir í
úrslitinum.
- Fá mundu rokna við
nøkrum seinast, og tá end
aði 2-2. Og dysturin verður
aftur hesaferð á Svanga
skarði, var varisliga meting
in hjá skotanum.
Hesin er ikki ókendur við
Føroyar.
- Hetta er fjórða ferðin eg
eri í Føroyum, so eg veit,
hvar allar pubbirnar eru, sig
ur hann og heldur, at nógv
og vøkur konufólk eru í
Føroyum, og tað er tí eingin
kvinna er við á ferðini.
Skotska innrásin byrjað
Komandi dagarnar fara skotar uttan iva at sea dám á Vágsbotn