Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 104 - 4. juni 2007 ] Føroyar-Italia 7-4 Italsku fjølmiðlafólkini eru vanliga væl mannað, tá landsliðið spælir. Ein partur av siðvenjuni við uttanlandsferðum eru landsdystir móti lokalu pressuni, og føroyingar vóru ikki seinir at taka av, tá fyrispurningur kom í gjár. Rættir landsliðsbúnar vórðu fingnir til vega frá Per Olsen, sum er kit-manager hjá FSF, og so var at kalla klárt til dyst. Fyrra hálvleik høvdu føroyingar tamarhald á tí mesta, men tá italiumenn eitt skifti spældu við 11 móti 9 kom føroyska verjan av álvara undir trýst. Eftir steðgin skifti italski Claudio De Paolis búna, og hetta vísti seg at vera ein vána handil fyri italiumenn. Støða í steðginum var 2-1 til Føroyar, men við trimum málum var Claudio ein stór orsøk til, at Føroyar vunnu dystin 7-4. Men tað skal tó leggjast afturat, at hann eisini fekk góða hjálp frá hinum á føroyska liðnum. du meistararnar á húkinum tað, pressaðu og kringsettu einstøku føroysku spælarar- nar. At plássið var eitt vet meiri, enn tað ofta hevur verið, varð full nytta fingin burturúr. Temjingar og smáar kropsfintur og snild- ar vendingar, samanspæl á smáum økjum, yvirlapp, fínar flytingar, sendingar í dýpdina og diagonalsend- ingar og soleiðis kundu vit hildið fram. Veðrið kundi havt verið betri. Regnið og fríska lotið duttu niður ímillum fínan fríggjadag og eins góðan sunnudag. Men tað varð ikki hugsað um hetta, tá ið pólverski dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Jógvan Martin Olsen og føroyskur landsliðsfótbóltur vístu seg frá síni allar bestu síðu. Um tað verður hildið fram í hesum stílinum, so verður tað skjótt, at munurin frá Italia og aftur til Føroya verður væl minni enn 185 pláss. Føroyar høvdu heims- meistararnar á húkinum. Stútarin hjá Jón Róa Jacob- sen dygst omanfyri málið eftir horna og framúr skotið hjá Christian Lamhauge Holst skelkaðu italsku spæl- ararnar, sum stóðu við hond- unum um høvdið, tá ið sjálv- skrivaðu stigini vóru um at gleppa teimum av hondum. Landsliðið! Takk fyri eina fína løtu. Vit møta feg- in til endurtøku av avriki- num og vónandi uppaftur betri úrslit á Svangaskarði mikukvøldið! Føroyar-Italia 1-2 (0-1) EM undankappingardystur á Tórsvølli leygardagin 2. juni 2007 kl. 19.45. 0-1: Filippo Inzaghi 12. 0-2: Filippo Inzaghi 48. 1-2: Rógvi Jacobsen 77. Dómarakvartett úr Póllandi: Robert Malek, Krzysztof Myrmus, Konrad Sapela og Tomasz Mikulski UEFA dómaraeygleiðari úr Íslandi: Sigurdur Hannesson 5.987 áskoðarar Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, B36, 49/-109 – 4. Atli Danielsen, BK Frem, 20/0, 13. Óli Johannesen, TB, 81/1, 5. Jón Rói Jacobsen, AaB, 26/0, 3. Marni Djurhuus, EB/Streymur, 5/0 – 9. Jákup á Borg, HB, 50/2 (7. Símun Samuelsen, Keflavík, 10/1, 73.), 8. Mikkjal Thomassen, B36, 5/0, 19. Súni Olsen, AaB, 27/1, 10. Christian Høgni Jacobsen, HB, 34/2 – 6. Rógvi Jacobsen, HB, 43/8, 11. Andrew av Fløtum, Fremad Amager, 22/1 (14. Christian Lamhauge Holst, Lyngby BK, 5/0, 56.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Meinhardt Joensen, KÍ, 0/0, 2. Pauli G. Hansen, Skála, 5/0, 12. Hjalgrím Elttør, NSÍ, 13/0, 15. Mortan úr Hørg, HB, 5/0, 18. Rasmus Nolsøe, HB, 1/0 Gult kort: eingin Venjari: Jógvan Martin Olsen Hjálparvenjari: John Petersen Málmansvenjari: Jens Martin Knudsen Fysiskur venjari: Magni Mohr Liðleiðarar: Birgir Hansen og Sigurð Hansen Lækni: Kaj Kallsberg Fysioterapeutar: Øssur Steinhólm og Klæmint Isaksen Italia: 1. Gianluigi Buffon, Juventus, 74/0 – 22. Massimo Oddo, Milan, 27/1, 23. Marco Materazzi, Inter, 37/2 (6. Andrea Barzagli, Palermo, 14/0, 66.), 5. Fabio Cannavaro, Real Madrid, 107/1, 3. Max Tonetto, Roma, 1/0 – 8. Ivan Gennaro Gattuso, Milan, 52/1, 21. Andrea Pirlo, Milan, 37/5, 16. Stefano Diana Aimo, Palermo, 13/0 – 7. Alessandro Del Piero, Juventus, 82/27, 11. Tommaso Rocchi, Lazio, 4/0 (27. Fabio Quaagliarella, Sampdoria, 2/0, 86.) – 9. Filippo Inzaghi, Milan, 54/25 (18. Cristiano Lucarelli, Livorno, 4/1, 58.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 14. Marco Amelia, Livorno, 3/0, 10. Daniele De Rossi, Roma, 26/4, 13. Manuel Pasqual, Fiorentina, 2/0, 20. Simone Perrotta, Roma, 34/2 Gult kort: Gattuso 51. Venjari: Roberto Donadoni FAKTA …Og so liggur bólturin í netinum handan heimsins besta málverja 33