Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 55

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 104 - 4. juni 2007 summarkapping 55 Sex & the City style í Hvonn Tær fýra vinkonurnar Henrietta Hammer, Albjørg Joensen, Hildigarð Jakobsen og Durita Müller lótu væl at nýggju barrini í Havn, Hvonn Síðsta leygarkvøld vóru tær fýra vinkonurnar, Henrietta Hammer, Albjørg Joensen, Hildigarð Jakobsen og Durita Müller ein túr á barrini, Hvonn, sum er ein av nýggju barrunum í Havnini. Teir fýra vinkonurnar lótu sera væl at nýggja staðnum. Tá tær komu inn, bóðu tær um ein Front Martini, ein Cosmopolitan, ein Strawberry Daiquiri og ein Metropolitan, sum eru fýra ymiskir cocktails, og tær lótu væl at drinkunum. - Ja, allir smakkaðu ótrúliga væl. Teir vóru ordiliga væl gjørdir, bæði frískir og søtir. Tað var eisini gott, at bartendarin segði frá, hvat var í, og hann spurdi okkum eisini, júst hvussu vit vildu hava, og hetta dámdi okkum væl, siga tær tríggjar. Tær hildu eisini, at alt gekk avbera skjótt fyri seg í barrini, og bartendarnir gjørdu alt fyri, at kundarnir skuldu føla seg væl í barrini. Sum heild vóru tær sera væl nøgdar við serveringina. Hvonn er í einum sera hugnaligum høli á niðastu hædd á Hotel Tórshavn, og tær fýra dámdu eisini væl hølið. - Hølið er sera gott. Har er gott pláss, og so er tað ótrúliga gott, at man ikki kann roykja inni. Hetta ger, at luftin er deiliga frísk í barrini. Tað er eingin ivi um, at hølið ger staðið enn betri, halda tær. Sjálvt um tær vóru ótrúliga væl nøgdar við nýggju barrini í Havnini, so hildu tær tó, at okkurt kundi verið væl betri. - Hetta kvøldið var bert eitt vesi á barrini, og hetta var ein stórur trupulleiki. Vesið var ov lítið, røðin ov lang, og so var alt ov heitt á vesinum. Hetta er nakað, sum tey burdu bøtt um. Burtursæð frá hesum, so var kvøldið á Hvonn sera gott, søgdu tær tríggjar at enda. Vælkomin á Hotel Norð Stangavegur 15 · 700 Klaksvík · Tel 45 60 68 Stórt úrval av baðirúmsmøblum Alt innan VVS Halt frí tá tú hevur frí byrja summarið hjá okkum Bo Grønt urtagarðurin Kom sum Aladdin flúgvandi til Klaksvíkar Mánadag 8.12 (bert juni, juli, august) Mikudag 13.04 Fríggjadag 13.00 Sunnudag 13.52 Tyrlan flýgur Tórshavn – Klaksvík Norðoya Kunningarstova · Varpabrúgvin 1 · 700 Klaksvík Tlf 456939 · Fax.456586 · info@klaksvik.fo Hógv Ketlar Oman á sand 15 · FO-660 Søldarfjørður Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo Besti føroyski ketilin • Ótrúliga orkusparandi • Nógv heitt vatn • Góður fyri umhvørvi • Dygdin er fyrsta floks 1300 føroyingar hava ein ketil frá Hógv Hógv selir og setir upp hitaverk, ventilatón og sanitet til stórar ella smáðar bygningar. www.hogv.fo