mánadagur 4. juni 2007síða 55
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 4. juni 2007
summarkapping
55
Sex & the City style í Hvonn
Tær fýra vinkonurnar Henrietta Hammer, Albjørg Joensen, Hildigarð Jakobsen og Durita
Müller lótu væl at nýggju barrini í Havn, Hvonn
Síðsta leygarkvøld vóru tær fýra vinkonurnar, Henrietta Hammer, Albjørg Joensen, Hildigarð
Jakobsen og Durita Müller ein túr á barrini, Hvonn, sum er ein av nýggju barrunum í
Havnini. Teir fýra vinkonurnar lótu sera væl at nýggja staðnum.
Tá tær komu inn, bóðu tær um ein Front Martini, ein Cosmopolitan, ein Strawberry
Daiquiri og ein Metropolitan, sum eru fýra ymiskir cocktails, og tær lótu væl at drinkunum.
- Ja, allir smakkaðu ótrúliga væl. Teir vóru ordiliga væl gjørdir, bæði frískir og søtir. Tað
var eisini gott, at bartendarin segði frá, hvat var í, og hann spurdi okkum eisini, júst hvussu
vit vildu hava, og hetta dámdi okkum væl, siga tær tríggjar.
Tær hildu eisini, at alt gekk avbera skjótt fyri seg í barrini, og bartendarnir gjørdu alt fyri,
at kundarnir skuldu føla seg væl í barrini. Sum heild vóru tær sera væl nøgdar við
serveringina.
Hvonn er í einum sera hugnaligum høli á niðastu hædd á Hotel Tórshavn, og tær fýra
dámdu eisini væl hølið.
- Hølið er sera gott. Har er gott pláss, og so er tað ótrúliga gott, at man ikki kann roykja
inni. Hetta ger, at luftin er deiliga frísk í barrini. Tað er eingin ivi um, at hølið ger staðið enn
betri, halda tær.
Sjálvt um tær vóru ótrúliga væl nøgdar við nýggju barrini í Havnini, so hildu tær tó, at
okkurt kundi verið væl betri.
- Hetta kvøldið var bert eitt vesi á barrini, og hetta var ein stórur trupulleiki. Vesið var ov
lítið, røðin ov lang, og so var alt ov heitt á vesinum. Hetta er nakað, sum tey burdu bøtt um.
Burtursæð frá hesum, so var kvøldið á Hvonn sera gott, søgdu tær tríggjar at enda.
Vælkomin á Hotel Norð
Stangavegur 15 · 700 Klaksvík · Tel 45 60 68
Stórt úrval av baðirúmsmøblum
Alt innan
VVS
Halt frí tá tú hevur frí
byrja summarið hjá okkum
Bo Grønt urtagarðurin
Kom sum Aladdin
flúgvandi til Klaksvíkar
Mánadag 8.12
(bert juni, juli, august)
Mikudag 13.04
Fríggjadag 13.00
Sunnudag 13.52
Tyrlan flýgur Tórshavn – Klaksvík
Norðoya Kunningarstova · Varpabrúgvin 1 · 700 Klaksvík
Tlf 456939 · Fax.456586 · info@klaksvik.fo
Hógv Ketlar
Oman á sand 15 · FO-660 Søldarfjørður
Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo
Besti føroyski
ketilin
• Ótrúliga orkusparandi
• Nógv heitt vatn
• Góður fyri umhvørvi
• Dygdin er fyrsta floks
1300 føroyingar hava
ein ketil frá Hógv
Hógv selir og setir upp hitaverk, ventilatón og sanitet til stórar ella smáðar bygningar.
www.hogv.fo