mánadagur 4. juni 2007síða 56
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 4. juni 2007
56
summarkapping
Fyri nøkrum árum síðani høvdu føroyingar møguleika at sigla til
Skottlands um sumrini. Skottlandssiglingin datt tó niður fyri, og
síðstu nógvu árini hevur hesin møguleikin ikki verið til staðar.
Í ár hevur Smyril Line tó valt at broyta hetta. Teir hava lagt ein túr
til Skottlands inn í summarsiglingina hjá Norrønu, so nú hava
føroyingar aftur møguleika at sigla til Skottlands. Hvønn
mánadag í summarhálvuni fer Norrøna at sigla á skotska býin,
Scrapster.
Jákup Sverri Kass á Smyril Line sigur, at teir hava gjørt nógv
burtur úr at lýsa henda møguleikan bæði í Føroyum og í
Bretlandi. Smyril Line hevur eisini avtalur við frítíðardeplar í
Skottlandi.
- Ja, vit hava gjørt nógv fyri at lýsa hetta væl. Nú hava
føroyingar ferðast til Danmarkar í nógv ár, og tí vilja vit geva
fólki eitt alternativ fyri Danmark. Her hava vit valt at sigla til
Skottland, og vit hava eisini fingið avtalur í lag við
frítíðardeplarnar, Park Dean Holidays, sum finnast um alt landið.
Hetta eru støð, sum liggja úti við strendurnar, og tey eru sera
barnavinarlig, sigur Jákup Sverri.
Hann sigur eisini, at hetta er nakað fyri tey, sum vilja royna
nakað nýtt. Skottland er eitt sera vakurt land, og tí kunnu fólk m.
a. saktans fara niður har at uppliva ta vøkru náttúruna.
Smyril Line hevur valt at royna siglingina til Skottlands í eitt ár
fyri at vita, hvussu hetta fer at rigga, og Jákup Sverri sigur, at
sølan hevur gingið heilt væl higartil.
Norrøna aftur til Skotlands
Smyril Line er farið undir aftur skottlandssiglingina. Hvønn mánadag siglir Norrøna úr Føroyum til Skottlands
So langt burtur,
og tó so nær ...
Tel. 42 31 71
Fartel. 21 15 90
info@gjaargardur.fo
www.gjaargardur.fo
GJÁARGARÐUR
Guesthouse of Gjógv
r e p r o z
www.husamekling.fo
V a g l i ð • F O - 1 0 0 T ó r s h a v n
T e l 3 1 9 3 2 1 • F a x 3 1 9 3 3 1
Leitar tú eftir húsum
ella vilt tú selja hús tíni,
so er Húsamekling rætta staðið.
Hygg inn á www.husamekling.fo
31 7
9 13
Dr. Jakobsensg. 12
FO-100 Tórshavn
njac@kallnet.fo
Vit taka okkum m.a. av
• passmyndum
• digitalum myndum
• allari myndaviðgerð
• sølu av digitalum myndatólum
• sølu av DVD video upptøkutólum