Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 105 - 5. juni 2007 3% færri um floghavnina Fyri fyrstu ferð í 14 mánaðar er ferðafólkatalið minni enn sama mánaði árið frammanundan. Í mai í ár eru 19.333 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 3,2% færri enn í mai í fjør, tá talið var 19.975, skrivar stendur at lesa á heimasíðuni hjá Flogvøllinum. Í mai hevur verið afturgongd á øllum farleiðum uttan til Danmarkar, har ein lítil vøkstur hevur verið uppá 1,4%. Á Noregsleiðini hevur afturgongdin verið 46,6%, Íslandsleiðini 26,6%. Stórabretland hevur havt sama ferðafólkatal. Fólkaskúlaráð til verka Fólkaskúlaráðið hevur leingi verið óvirkið, men í broyt­ ing­ar­upp­skot­inum til fólkaskúlalógina, sum varð samtykt frígg­ja­dag­in, varð álagt landsstýrismanninum at fáa ráðið at virka aftur. – Fólkaskúlaráðið verður sett aftur sum skjótast. Hvør­ji skulu sita í tí, fara vit at viðgera nærri, segði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í skúlamálum, sambært heima­ síð­uni hjá Lærarafelagnum, undir aðru viðgerð av broyt­ ing­ar­upp­skotinum. Í grein 58 í fólkaskúlalógini stendur, at lands­stýrismaðurin setur eitt fólkaskúlaráð. Fólkaskúlaráðið gevur landsstýrismanninum ráð í øllum málum um fólkaskúlan. Jan Christiansen, bý­ráðs­limur í Havn, held­ur tað vera pú­ra burturvið, at Heð­ in Mortensen og Ed­mund Joensen ha­va samstarvað um nýtt tinghús, uttan at bý­ráð­ið hevur verið kunn­að um málið yvir­høv­ur Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Hóast Jan Christiansen fegn­ ast um fagra veðrið í mor­g­ un, er hann ikki sørt ska­ka­ð­ ur av tíðindunum um nýtt ting­hús, sum býráðið varð kunn­að um fríggjakvøldið. - Ongin býráðslimur hev­ ur verið kunnaður um hesa ri­sa verkætlan. Her er talan um skuggaspæl hjá Heðini Mor­ten­sen, og tað kann i­k­ ki vera rætt í einum demo­ kra­tisk­um samfelag, sigur Jan Christiansen, sum um­framt at vera umboð fyri Fólka­flokkin í Tórshavnar Kom­mu­nu, eisini er 2. vara­ borg­ar­stjóri og fyrrverandi bor­gar­stjóri í Havn. Hann greiðir frá, at bý­ráð­ ið fyrstu ferð varð kunnað um málið fríggjakvøldið, tá bý­ráðs­limir í skundi vórðu inn­kal­l­aðir til fundar, tá løg­ ting­ið eisini varð kunnað á fyrs­ta sinni. Talan er um æt­lan­ir­nar hjá Edmundi Jo­en­sen, tingformanni, og Heð­in Mortensen, bor­gar­ stjó­ra í Havn, um at Tór­s­ havn­ar Kommuna skal key­ pa verandi tinghús við um­si­ ti­ng­ar­bygningi, og at tingið so skal byggja nýtt niðri á Ey­st­aru Vág. Sambært Heð­ in Mortensen, kundi bý­ráð­ ið keypt fyri 80 milliónir, og nýtt tinghús kemur at kos­ta landinum 122 mill­i­ón­ ir. Kommunan byggja - Her eru fleiri ting, sum ba­ra eru so langt úti, at tað finn­ast ikki orð fyri tí, sigur Jan Christiansen við So­si­al­ in. Og hann greiðir frá, at í fyrs­ta umfari kann hann als ik­ki góðtaka, at býráðið ik­ki hevur verið við í ar­beið­ in­um frá fyrstu tíð, umframt at hann heldur tað vera burt­ ur úr vón og viti at leggja Ey­st­aru Vág undir heilt. - Hetta málið fær ikki un­dir­tø­ku í býráðnum. Tað kann eg leggja høvdið á blok­k­in uppá, sigur Jan Chris­tian­sen. Hann heldur ei­si­ni, at tað er burturvið, at lø­g­tings­húsið enn ikki er lið­ugt umvælt, so finnur for­mans­skap­urin útav, at tað er óegnað. - Og so at rokna við, at komm­un­an bara kann key­ pa tað fyri einar 100 mill­i­ ón­ir. Men tað er kortini lætt at skilja, at Edmund Jo­en­sen vendir seg til kom­ mu­nu­na, tí hon hevur keypt ognir upp púra vilt seinasta árini. Til dømis Degns Hús fyri 5 mill­i­ónir, sum nú vera sett í stand fyri 1,5 milliónir. Nógv­ir borgarar venda sær til kommununa um at keypa byg­n­ing­ar, tí hon hevur lagt eitt so høgt støði, sigur Jan Christiansen. Spurdur um tað ikki er til­ trongt at umsitingin verður savn­að á einum stað, sigur hann tað vera rætt. - Men tað hevði verið mei­ra hóskandi, at kom­mu­ nan byggir okkurt nýtt sjálv. Okkurt, sum tekur støði í tørvinum hjá kom­mu­n­uni og verður bygt til en­da­mál­ ið. Tign valdast Tað hevur verið ført fram, at landið hevur tørv á einum tig­na­rlig­um tinghúsi. Hvat held­ur Jan Christiansen um tað? - Tignarligt og tingnarligt, tað valdast. Heldur áttu fólk at lært av 80’inum. Heð­in Mortensen hevur skal­tað og valtað við pen­gu­num hjá skattaborgarunum í fleiri ár nú, men eg helt, at Ed­mund hevði meira skil enn hetta. Formenn í skuggas Tekningin av nýggja tinghúsinum, sum Palli Gregoriussen hevur teknað: Bygningurin verður á Eystaru Vág og sjálvur tingsalurin á Bursatanga. Vestantil verður eitt framhald av Áarvegnum einar 100 metrar út á Bursatanga. Bygningurin er í trimum hæddum, har stór framsýningarhøll verður á veghæddini, og parkeringskjallari við 52 básum. Ein løtt stálbrúgv verður av Bursatanga og yvir í túnið hjá Skibssteds pakkhús. Á sjálvum Bursatanga skal eitt stórt listaverk standa. Inni í salinum er ætlanin, at tinglimirnir sita í einum hálvsirkli í trimum hæddum. Íblásturin til hetta kemur úr gamla Grikkalandi. Heðin Mortensen hevur skaltað og valtað við pengunum hjá skattaborgarunum í fleiri ár nú, men eg helt, at Edmund hevði meira skil enn hetta. Og hetta projektið kemur ikki at kosta 122 milliónir, tað sær ein og hvør við einum hálvum eyga. Tað kemur nærri at kosta minst 200 milliónir, sigur Jan Christiansen.