týsdagur 5. juni 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 105 - 5. juni 2007
3% færri um floghavnina
Fyri fyrstu ferð í 14 mánaðar er ferðafólkatalið minni enn
sama mánaði árið frammanundan. Í mai í ár eru 19.333
ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 3,2%
færri enn í mai í fjør, tá talið var 19.975, skrivar stendur
at lesa á heimasíðuni hjá Flogvøllinum. Í mai hevur verið
afturgongd á øllum farleiðum uttan til Danmarkar, har
ein lítil vøkstur hevur verið uppá 1,4%. Á Noregsleiðini
hevur afturgongdin verið 46,6%, Íslandsleiðini 26,6%.
Stórabretland hevur havt sama ferðafólkatal.
Fólkaskúlaráð til verka
Fólkaskúlaráðið hevur leingi verið óvirkið, men í broyt
ingaruppskotinum til fólkaskúlalógina, sum varð samtykt
fríggjadagin, varð álagt landsstýrismanninum at fáa ráðið at
virka aftur. – Fólkaskúlaráðið verður sett aftur sum skjótast.
Hvørji skulu sita í tí, fara vit at viðgera nærri, segði Jógvan
á Lakjuni, landsstýrismaður í skúlamálum, sambært heima
síðuni hjá Lærarafelagnum, undir aðru viðgerð av broyt
ingaruppskotinum. Í grein 58 í fólkaskúlalógini stendur, at
landsstýrismaðurin setur eitt fólkaskúlaráð. Fólkaskúlaráðið
gevur landsstýrismanninum ráð í øllum málum um
fólkaskúlan.
Jan Christiansen,
býráðslimur í Havn,
heldur tað vera púra
burturvið, at Heð
in Mortensen og
Edmund Joensen
hava samstarvað um
nýtt tinghús, uttan at
býráðið hevur verið
kunnað um málið
yvirhøvur
Politikkur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Hóast Jan Christiansen fegn
ast um fagra veðrið í morg
un, er hann ikki sørt skakað
ur av tíðindunum um nýtt
tinghús, sum býráðið varð
kunnað um fríggjakvøldið.
Ongin býráðslimur hev
ur verið kunnaður um hesa
risa verkætlan. Her er talan
um skuggaspæl hjá Heðini
Mortensen, og tað kann ik
ki vera rætt í einum demo
kratiskum samfelag, sigur
Jan
Christiansen,
sum
umframt at vera umboð fyri
Fólkaflokkin í Tórshavnar
Kommunu, eisini er 2. vara
borgarstjóri og fyrrverandi
borgarstjóri í Havn.
Hann greiðir frá, at býráð
ið fyrstu ferð varð kunnað
um málið fríggjakvøldið, tá
býráðslimir í skundi vórðu
innkallaðir til fundar, tá løg
tingið eisini varð kunnað á
fyrsta sinni. Talan er um
ætlanirnar hjá Edmundi
Joensen, tingformanni, og
Heðin Mortensen, borgar
stjóra í Havn, um at Tórs
havnar Kommuna skal key
pa verandi tinghús við umsi
tingarbygningi, og at tingið
so skal byggja nýtt niðri á
Eystaru Vág. Sambært Heð
in Mortensen, kundi býráð
ið keypt fyri 80 milliónir,
og nýtt tinghús kemur at
kosta landinum 122 millión
ir.
Kommunan byggja
Her eru fleiri ting, sum
bara eru so langt úti, at tað
finnast ikki orð fyri tí, sigur
Jan Christiansen við Sosial
in. Og hann greiðir frá, at í
fyrsta umfari kann hann als
ikki góðtaka, at býráðið
ikki hevur verið við í arbeið
inum frá fyrstu tíð, umframt
at hann heldur tað vera burt
ur úr vón og viti at leggja
Eystaru Vág undir heilt.
Hetta málið fær ikki
undirtøku í býráðnum. Tað
kann eg leggja høvdið á
blokkin uppá, sigur Jan
Christiansen. Hann heldur
eisini, at tað er burturvið,
at løgtingshúsið enn ikki
er liðugt umvælt, so finnur
formansskapurin útav, at
tað er óegnað.
Og so at rokna við, at
kommunan bara kann key
pa tað fyri einar 100 milli
ónir. Men tað er kortini
lætt at skilja, at Edmund
Joensen vendir seg til kom
mununa, tí hon hevur
keypt ognir upp púra vilt
seinasta árini. Til dømis
Degns Hús fyri 5 milliónir,
sum nú vera sett í stand
fyri 1,5 milliónir. Nógvir
borgarar venda sær til
kommununa um at keypa
bygningar, tí hon hevur lagt
eitt so høgt støði, sigur Jan
Christiansen.
Spurdur um tað ikki er til
trongt at umsitingin verður
savnað á einum stað, sigur
hann tað vera rætt.
Men tað hevði verið
meira hóskandi, at kommu
nan byggir okkurt nýtt sjálv.
Okkurt, sum tekur støði í
tørvinum hjá kommununi
og verður bygt til endamál
ið.
Tign valdast
Tað hevur verið ført fram,
at landið hevur tørv á einum
tignarligum tinghúsi. Hvat
heldur Jan Christiansen um
tað?
Tignarligt og tingnarligt,
tað valdast. Heldur áttu fólk
at lært av 80’inum. Heðin
Mortensen hevur skaltað og
valtað við pengunum hjá
skattaborgarunum í fleiri ár
nú, men eg helt, at Edmund
hevði meira skil enn hetta.
Formenn í skuggas
Tekningin av nýggja
tinghúsinum, sum Palli
Gregoriussen hevur teknað:
Bygningurin verður á Eystaru
Vág og sjálvur tingsalurin á
Bursatanga. Vestantil verður
eitt framhald av Áarvegnum
einar 100 metrar út á
Bursatanga. Bygningurin er
í trimum hæddum, har stór
framsýningarhøll verður á
veghæddini, og parkeringskjallari
við 52 básum. Ein løtt stálbrúgv
verður av Bursatanga og yvir í
túnið hjá Skibssteds pakkhús. Á
sjálvum Bursatanga skal eitt stórt
listaverk standa.
Inni í salinum er ætlanin,
at tinglimirnir sita í einum
hálvsirkli í trimum hæddum.
Íblásturin til hetta kemur úr
gamla Grikkalandi.
Heðin Mortensen hevur skaltað og valtað við pengunum
hjá skattaborgarunum í fleiri ár nú, men eg helt, at
Edmund hevði meira skil enn hetta. Og hetta projektið
kemur ikki at kosta 122 milliónir, tað sær ein og hvør við
einum hálvum eyga. Tað kemur nærri at kosta minst
200 milliónir, sigur Jan Christiansen.