týsdagur 5. juni 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 105 - 5. juni 2007
Og hetta projektið kemur
ikki at kosta 122 milliónir,
tað sær ein og hvør við
einum hálvum eyga. Tað
kemur nærri at kosta minst
200 milliónir, sigur Jan
Christiansen.
Kongabrúgvin
er heilag
Fyrrverandi borgarstjórin í
Havn heldur at rættari var
um býráðið varð tikið við í
tilgongdina beinanvegin.
- So høvdu vit kanska
sett ein arbeiðsbólk, sum
kundi arbeitt við einari virð
iligari loysn fyri kommun u
na og umsitingina. Og tá
hevði mann í øllum førum
ikki gjørt av at leggja ein
stóran kassa úti á Kong a
brunni, sum er heilag fyri
havnarborgarar, sigur Jan
Christiansen. Eisini førir
hann fram, at um tingið vil
byggja nýtt, so skal tað vera
vælkomið.
- Men ger tað í samráð
við býráðið, staðfestir hann ,
sum eisini heldur tað vera
eina háðan móti Trygging
arsambandinum at byggja
beint upp fyri vindeyguni á
nýggja og stásiliga byg ning
inum hjá teimum.
- Harumframt er tað ein
háðan móti okkara ungu og
dugnaligu arkitektum at
biðja ein gamlan pensioner
aðan arkitekt um tekna nýtt
ting hús, sigur Jan Christian
sen hvassliga.
Heðin var prísurin
Hann rópar alla verkætlan
ina fyri stórheitsvanvid og
forfongd.
- At keypa tinghúsið fyri
kans ka 100 milliónir er enn
eitt tekin um, at vit hava ein
borgarstjóra, sum ikki hev
ur skil fyri pengum, og enn
eitt dømi um, at Heðin er
tann ringasti borgmeistarin,
sum kundi verið valdur.
Hetta eru flestu býráðslimir
samdir við mær í, eisini
teir, sum valdu hann , sigur
Jan Christiansen. Og hann
end ar við at staðfesta:
- Men tey kendu prísin,
tá tey kubbaðu á sinn i. Heð
in var prísurin fyri at sleppa
undan at sita í minn iluta.
Tey kendu hansara forfeing
iligheit, og bleiv hetta prís
urin fyri teirra egnu for
feingiligheit.
Høgni Hoydal
Sambært Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldisflokkinum,
eru tvær síður í málinum: Tað býarverkfrøðiliga og tað at
hava eitt tignarligt parlament fyri landið.
- Fyri meg er ongin ivi um, at einar sjálvstøðugar Føroyar
skulu hava eitt tignarligt parlament og ikki núverandi leivd
frá amttíðini. Tí haldi eg, at vit skulu umhugsa tað gjølla,
nær vit byggja eitt nýtt tinghús, sigur hann .
Burtursæð frá tí, so heldur Høgni Houýdal, at málið skal
handfarast við opnum sinn i.
- Málið má endiliga ikki enda við politiskari runublaking
og stríði, eins og vit upplivdu tað seinast. Uppskotið sær
spenn andi út og eg eri opin fyri arkitekturinum. Serliga
væl dámar mær hugskotið við vitanum og tað at leingja
Áarvegin, sigur Høgni Hoydal.
spæli
Vit hava royn t at fáa viðmerkingar frá hinum floksformonn unum, men teir vóru ikki at hitta í morgun.
Ymsar meiningar
um nýtt tinghús
Annfinn Kallsberg
Anfinn Kalsberg, formann í Fólkaflokkinum, sær bæði
fyrimunir og vansar við uppskotinum. Hann sigur, at tað er
ein øgiligur munur á umstøðunum hjá tingfólki í dag, og tá
hann varð valdur inn á fyrsta sinn i.
- Sum so haldi eg ikki, at vit hava tørv á einum nýggjum
tinghúsið beint nú. Men hinvegin, um Tórshavnar Býráð
ætlar at byggja ein ann an bygning til dømis á Skálatrøð, so
er hetta kanska ein betri loysn, sigur Anfinn Kalsberg.
Hann greiðir eisini frá, at millum tingmenn var positivur
stemn ingur fyri húsinum fríggjadagin, men at hann skilur
væl, um vanlig fólk halda tað ljóðar ørt.
- Nógvir tingmenn yn skja sær betri umstøður, og
samanborið við onn ur lond eru arbeiðsumstøðurnar sum
heild verri her enn aðrastaðni, sigur Anfinn Kalsberg.
Jenis av Rana
Tað er ein sera positivur Jenis av Rana, formaður
Miðfloksins, sum svarar í telefonini í morgun, tá hann
verður spurdur um, hvat hann heldur um nýtt tinghús á
Eystaru Vág.
- Hetta er virkuliga flott. Imponerandi! Ætlanin hjá
arkitektinum er góð, og húsið kann gerast eitt prýði fyri
býin og ein virðilig loysn fyri landið, sigur Jenis av Rana.
Hann vísir á, at uppskotið er gott, um býráðið vil flyta yvir
í tinghúsið.
- Verandi umstøður eru ikki nøktandi við Gamla Apoteki,
sum er eitt sera ótíðarhóskandi hús í trimum hæddum, ið
stendur leyst frá tinghúsinum. Løgtingið hevur tørv á
einum tíðarhóskandi bygningi, so um tað fíggjarliga loysir
seg, við at býráðið keypir gomlu húsini, so haldi eg tað
vera sera positivt, sigur Jenis av Rana.
Lagt til rættis:
Rigmor Dam
Rætting:
Í blaðnum í gjár, vístu vit
tekningarnar av uppskotin
um hjá Palla Gregoriussen.
Av misgávum var endin á
greinini ikki við, har Heðin
Mortensen greiddi frá, hvussu
umsitingin húsast nú:
Endin á greinini skuldi vera:
..Sosiala Deild heldur til í
Meiarínum í Tórsgøtu. Tekn
iska deild og Byggi- og býar
skipanardeildin eru í gamla
posthúsbygninginum. Barna-
og ungdómsdeildin eru yviri
við køkubúðina. Roknskap
ardeildin er á Glade Hjørn,
meðan starvsfólkadeildin
eisini er á Vaglinum. So
ongin ivi er um at vit húsast
sera trongligt í býráðnum,
sigur Heðin Mortensen.
Løgmálaráðharri átalar
fótbóltsspælara
Danski løgmálaráðharrin Lene Espersen segði við TV2 News
í gjár, at fótbóltsspælarin Christian Poulsen eftir henn ara
tykki, átti at verið burturvístur frá landsliðnum í eitt longri
tíðarskeið. Hetta eftir, at hann sló ein svenskan leikara við
knýttum neva í dystinum við grann arnar úr Svøríki. – Tað
verður trupult at sann føra tey ungu um, at harðskapur er
skeivt, tá tey síggja professionellar spælarar, sum tjena
milliónir av krónum, gera hetta undir dysti. Tílíkt kunn u vit
ikki góðtaka, sigur Lene Espersen. Christian Poulsen er eisini
meldar til løgregluna fyri tilburðin á vøllinum leygardagin.
Smyril siglir
til Runavíkar
Strandferðslan hevur syrgt fyri, at suðuroyingar
mikudagin fáa møguleika at sigla til Runavíkar. Og á
vegnum kunn u fólk í Streym oynn
i eisini fáa fart. Hetta í
samband landsdystin móti Skotlandi á Svangaskarði, sum
byrjar kl. 17.15. Smy ril siglir av Tvøroyri kl. 7, 10 og 13,
og fer av Havnini til Runavíkar kl. 15.45. Tá dysturin er
liðugur, siglir Smy ril úr Runavík kl. 19.45 og úr Havnini
kl. 20.45. Forsøla verður á Farstøðini týsdagin og
mikudagin