týsdagur 5. juni 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 105 - 5. juni 2007
Føðingardagur
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Fríggjadagin 1. juni fylti
Føroya Pedagogfelag 25 ár.
Og føðingardagurin varð
hildin bæði við móttøku í
felagshølunum í Havn og
við størri og smærri tiltøk
um kring landi.
Til móttøkuna hjá felag
num komu umboð fyri flest
øll onnur fakfeløg. Har
vóru umboð fyri Lærara
skúlan, har pedagogarnir
verða útbúnir, og stjórin á
Nærverkinum var eisini og
vitjaði. Og so vóru bæði
núverandi og fyrrverandi
limir.
Nakrir barnagarðar og frí
tíðarskúlar valdu eisini at
gera eitt sindur burtur úr
degnum. Í Kollafirði var
eitt stórt sjórænaratiltak í
nýggju ítróttarhøllini, har
børn úr øllum barnagørðun
um í bygdini framførdu við
bæði sangi og dansi. Høllin
var full av stoltum mam
mum, pápum, ommum, og
abbum, sum tóku myndir
og film og fingu sær kaffi
og kaku.
Eisini aðrastaðni í landin
um høvdu pedagogar valt at
gera nakað serligt burtur úr
degnum. Í Gøtu høvdu tey
eitt festligt tiltak við klovn
um, sangarum, dansandi
hundi og profess ionellum
undirhaldara.
Í Klaksvík var frítíðar
skúlin, Sornhúsið, farin út í
Grøv við børnunum. Børn
ini høvdu í fjúrtan dagar
arbeitt við tema, har gentur
nar seymaðu klæðir til tær
tiltiknu build-a-bear, og
drongirnir
arbeiddu
við
Star Wars, har teir telgdu
svør og annað. Úti í grøv
høvdu tey so framsýning
fyri foreldrum og syskjum.
Og í Hósvík høvdu tey
eisini eitt stórt tiltak, og
Hanna Tøgersen, leiðari á
dagstovninum í Hósvík, sig
ur, at dagurin var sera væl
eydnaður.
- Sum verða man eru fles
tu børn í Hósvík sera upp
tikin av teirra
fótbóltsliðið EB/Streym
ur, so frøðin var stór tá ið,
Ronnie, Hans Pauli og
Brian komu inn á økið og
vildu bjóða til dyst, tað var
serstakliga stuttligt.
- Veðri var av tí allarfagra
sta og vit grillaðu pylsir og
búffar og fingu salat aftur
við.Til seinast bjóðaðu vit
innar í bygdarhúsið har
Ævintýraferðin varð fram
førd, vit sungu og flentu.
Nógv er hent hesi 25 árini
síðani Føroya Pedagogfelag
sá dagsins ljós. Tá felagið
varð stovnað, vóru bert á
leið 40 limur. Jarvin Feil
berg Hansen, formaður í
felagnum, sigur at í dag eru
tey 1840 limir. Fyri 25
árum síðani vóru bara nak
rir fáir barnagarðar í landin
um, meðan vit í dag hava
barnagarðspláss til so at
si ga øll børn undir skúlaald
ur.
Arbeiðsøki hjá pedagogu
num er eisini nógv víðkað
hesi
árini.
Pedagogar
arbeiða bæði á dagstovnum,
frítíðarskúlum, umlættingar
heimum
og
bústovnum.
Harumframt væntar formað
urin í Pedagogfelagnum, at
arbeiðsøki fer at vaksa enn
meir tey komandi árini.
Fyrr í ár var fyrsti pedagog
næmingur í praktik á einum
eldrasambýli.
Limir felagsins eru bæði
útlærd og fólk uttan útbúgv
ing.
Pedagogfelagið fyllir 25
Brandur stuttleikar sær við splashball
Nógv gott var at eta uttan fyri barnagarðin í Hósvík
Mattias og Helena eru á veg til fótbóltsdyst
Pedagogprát í hugnaligu felagshúsunum í Tungugøtu
Jarvin Feilberg Hansen heilsar uppá fyrstu forkvinnuna í
felagnum