Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 5. juni 2007 17 tíðindi Týskvøldið 29. mai skipaði Dagstovnurin við Løgmannabreyt í Hoyvík fyri hugna­ kvøldi fyri foreldrum og børnum, sum fara í skúla eftir summarferiuna Framsýning Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í sera hugnaligum umhvørvi savnaðust foreldur og børn á Dagstovnurin við Løg­ mannabreyt týskvøldið 29. mai til eina máltíð og eina framsýning av listaverkun­ um , sum børnini sjálvi høvdu gjørt. Eisini var tón­ leikaframførsla og sangur á skránni. Tey elstu børnini hava verið sera virkin hetta sein­ asta árið, tey hava arbeitt við ymiskum verkætlanum og verið nógvastaðni og vitja stovnar og fyritøkur fyri at fáa innlit í hvussu hesi arbeiða. Tey hava t.d. vitjað borgmeistaran í Tórs­ havnar kommunu, Mjólkar­ virkið, politistøðina, verið í skótahúsinum á Ternuryggi og á legu í Tjørnuvík. Eisini hava tey vitjað Torbjørn Olsen listamann og Lista­ savn Føroya, har tey fingu inspiratión til tey ymisku listaverkini, sum tey sýndu fram hetta kvøldið. Tey vitj­ aðu eisini í Hoyvíkar skúla, har tey øll fara at ganga eftir summarfrítíðina. Mennast í kreativum umhvørvi Pedagogarnir á stovninum eru samdir um, at børnini mennast meira við at ar­ beiða seinasta árið við ymiskum verkætlanum, enn um tey fara í vanligan skúla sum seks ára gomul. Stovnurin hevur í síni endamálsorðing at í sam­ starvi við foreldur og børn, skal stovnurin vera eitt gott stað at vera við góðum trivn­ aði og felagsskapi millum børn og starvsfólk og mill­ um starvsfólkini. Eisini at børnini mennast í einum kreativum umhvørvi, og dentur verður lagdur á, at tey skulu uppliva náttúruna. Dagstovnurin við Løg­ mannabreyt læt upp 1. apríl 2003 og er sostatt fýra ára gamal. Á stovninum eru tríggjar barnagarðsstovur við 18 børnum, harav ein er skúlastova við 21 børnum. Harafturat er ein vøggustova við 12 børnum. Íalt eru 69 børn á stovninum, og har eru tilsamans 16 starvsfólk, 6 pedagogar og 10 hjálp­ arfólk. Allar stovurnar hava nøvn við íblástri úr havin­ um: Aldan, Glaðan, Bylgjan og Báran, umframt felags­ rúmið, sum kallast Mølin. Leiðari á stovninum er Sofía Nattestad. Dagstovnurin við Løgmannabreyt: Børnini fingu íblástur frá listafólkum Børnini, sum fara í skúla eftir summarferiuna. Aftasta rað f.v.: Karl Johan Mikkelsen, Bjørk Sørensen, Rúna K. Joensen, Pætur I. Jacobsen og Ragnar F. Dam Miðraðið f.v.: Rói Sørensen, Maria Viðstein, Maria Hádal, Malan B. Zachariassen og Silja S. Hansen Fremra rað f.v.: Fríði Fagraberg, Pauli N. Vang, Vár Dam, Eydna í Soylu, Tormóður P. Djurhuus, Súsanna Kruse, Eyð W. Fjalsbak, Johan N. Kass og Dávid Hentze. Margreta á Rógvi syngur saman við børnunum Filip Rajani Hansen fer eisini í skúla í summar. Filip og Maria Weihe vanta á ovaru felagsmyndini Foreldur og børn til hugnaløtu á dagstovninum Børnini fingu inspiratión frá kendum listafólkum til sína listaframsýning Tónleikur og sangur við Benjamin Petersen og Margretu á Rógvi