týsdagur 5. juni 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 5. juni 2007
17
tíðindi
Týskvøldið 29. mai
skipaði Dagstovnurin
við Løgmannabreyt
í Hoyvík fyri hugna
kvøldi fyri foreldrum
og børnum, sum
fara í skúla eftir
summarferiuna
Framsýning
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Í sera hugnaligum umhvørvi
savnaðust foreldur og børn
á Dagstovnurin við Løg
mannabreyt týskvøldið 29.
mai til eina máltíð og eina
framsýning av listaverkun
um , sum børnini sjálvi
høvdu gjørt. Eisini var tón
leikaframførsla og sangur á
skránni.
Tey elstu børnini hava
verið sera virkin hetta sein
asta árið, tey hava arbeitt
við ymiskum verkætlanum
og verið nógvastaðni og
vitja stovnar og fyritøkur
fyri at fáa innlit í hvussu
hesi arbeiða. Tey hava t.d.
vitjað borgmeistaran í Tórs
havnar kommunu, Mjólkar
virkið, politistøðina, verið í
skótahúsinum á Ternuryggi
og á legu í Tjørnuvík. Eisini
hava tey vitjað Torbjørn
Olsen listamann og Lista
savn Føroya, har tey fingu
inspiratión til tey ymisku
listaverkini, sum tey sýndu
fram hetta kvøldið. Tey vitj
aðu eisini í Hoyvíkar skúla,
har tey øll fara at ganga
eftir summarfrítíðina.
Mennast í kreativum
umhvørvi
Pedagogarnir á stovninum
eru samdir um, at børnini
mennast meira við at ar
beiða seinasta árið við
ymiskum verkætlanum, enn
um tey fara í vanligan skúla
sum seks ára gomul.
Stovnurin hevur í síni
endamálsorðing at í sam
starvi við foreldur og børn,
skal stovnurin vera eitt gott
stað at vera við góðum trivn
aði og felagsskapi millum
børn og starvsfólk og mill
um starvsfólkini. Eisini at
børnini mennast í einum
kreativum umhvørvi, og
dentur verður lagdur á, at
tey skulu uppliva náttúruna.
Dagstovnurin við Løg
mannabreyt læt upp 1. apríl
2003 og er sostatt fýra ára
gamal. Á stovninum eru
tríggjar
barnagarðsstovur
við 18 børnum, harav ein er
skúlastova við 21 børnum.
Harafturat er ein vøggustova
við 12 børnum. Íalt eru 69
børn á stovninum, og har
eru tilsamans 16 starvsfólk,
6 pedagogar og 10 hjálp
arfólk. Allar stovurnar hava
nøvn við íblástri úr havin
um: Aldan, Glaðan, Bylgjan
og Báran, umframt felags
rúmið, sum kallast Mølin.
Leiðari á stovninum er
Sofía Nattestad.
Dagstovnurin við Løgmannabreyt:
Børnini fingu íblástur frá listafólkum
Børnini, sum fara í skúla eftir summarferiuna. Aftasta rað f.v.: Karl Johan Mikkelsen,
Bjørk Sørensen, Rúna K. Joensen, Pætur I. Jacobsen og Ragnar F. Dam
Miðraðið f.v.: Rói Sørensen, Maria Viðstein, Maria Hádal, Malan B. Zachariassen og
Silja S. Hansen
Fremra rað f.v.: Fríði Fagraberg, Pauli N. Vang, Vár Dam, Eydna í Soylu, Tormóður P.
Djurhuus, Súsanna Kruse, Eyð W. Fjalsbak, Johan N. Kass og Dávid Hentze.
Margreta á Rógvi syngur
saman við børnunum
Filip Rajani Hansen fer
eisini í skúla í summar. Filip
og Maria Weihe vanta á
ovaru felagsmyndini
Foreldur og børn til hugnaløtu á dagstovninum
Børnini fingu inspiratión frá kendum listafólkum til sína listaframsýning
Tónleikur og sangur við Benjamin Petersen og
Margretu á Rógvi