Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 105 - 5. juni 2007 tíðindi Sverri Justinussen er nýggjur leiðari á Eik Markets, eftir at Finn Danberg er vorðin undirstjóri og hevur fingið ábyrgdina av IR, fíggjarstýring og roknskaparviðurskift­ um fyri Eik­samtakið Starv Fríggjadagin 1. juni var vakt­ arskifti á Eik Markets. Leiðarin á deildini, Finn Dan­ berg (høgrumegin á mynd­ ini), fór í nýtt starv í Eik, og Sverri Justinussen kom í hansara stað sum nýggjur leiðari. Í tí sambandi fekk nýggi leiðarin eina vinaliga heilsan ­ og blómur ­ frá frá­ farandi leiðaranum. Hetta vaktarskiftið er partur av teirri dagføring, sum Eik hevur gjørt í bygn­ aði sínum. Dagføringin merk­ ir, at Fíggjardeildin, sum hig­ artil hevur staðið fyri útvegan av gjaldføri, íløgu­, pensjóns­ og tryggingarvirksemi, virðis­ brævarøkt og Investment Banking, verður frameftir skild sundur í tríggjar deildir. Roknskaparvirksemið og gjaldførisstýringin fyri sam­ takið verða styrkt. Tað merk­ ir m.a. at útvegan av gjald­ føri og samskifti við íleggj­ arar, vanliga nevnt Investor Relations, frameftir liggur hjá einari umskipaðari Fíggjardeild. Deildin fevnir eisini um tað virksemi, sum higartil hevur ligið á Rokn­ skapardeildini. Finn Dan­ berg, ið er tilnevndur undir­ stjóri, leiðir hesa deild. Sverri Justinussen tekur nú við leiðsluni av íløgu­, pensjóns­ og tryggingarvirk­ semi og virðisbrævarøkt á Eik Markets. Sverri er útbúgvin cand.polit. og hev­ ur starvast í Eik­samtakinum í fleiri ár. Gordon Rajani er leiðari á nýggju Investment Banking­deildini. Vaktarskifti á Eik Markets Fríggjadagin 1. juni var vaktarskifti á Eik Markets. Nýggi leiðarin Sverri Justinussen (v.m.) fær eina blómuheilsan frá Finn Danberg, sum fór í nýtt starv í Eik Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá kæri pápi, sonur, bróður, maður, versonur og svágur Jacob Herman Poulsen Sumba andaðist og varð jarðaður. Takk fyri góða umsorgan og til vitjandi á Suðuroyar Sjúkrahúsi, mamma, systur, bróður, familjan, vinir og kenningar. Takk til sonin Martin, Mariannu og dóttir hennara, ið vóru so góð við Jacob í Danmark, ið vóru so nógv hjá honum og Anna fastur, takk. Takk til Streingjakórið úr Sumba, sum var og sang fyri honum, ja dagin fyri hann andaðist, takk og Trúðboðarin, ið vitnaði, takk. Takk til Jacob í Lopra. Takk til prest Patrik fyri góð og troystarrík orð. Takk til kirkjutænarar, sangarar, gravarar og urguleikara. Takk til tykkum, ið stóðu fyri og hjálptu til við ervi og fyri blómur, kransar og peningagávur til børnini, takk. Takk til bygdina. Takk fyri allan tann skaran, ið sýndi virðing á leið frá kirkjuni og í kirkjugarðin og vit takka øllum, ið fylgdu pabba til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Martin, Asbjørn og Jóna Tøkk Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum á so mangan hátt vístu umsorgan og samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Sofía Øregaard, Fuglafjørður andaðist og var jarðað. Landssjúkrahúsinum verður veitt ein sersøk tøkk, fyri fyrimyndarliga umsorgan og dygdargott arbeiðið. Vegna familjuna Poul, Jan og Egon Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymiskan hátt vístu samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi, sonur, versonur, beiggi og svágur Marnar Fríðrikur Dam Oyndarfjørður so brádliga var tikin frá okkum. Takk fyri heilsanir, uppringingar, blómur, kransar og gávur til genturnar. Eisini takka vit øllum tykkum, sum hjálptu so væl til, og øllum tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Ongin nevndur, ongin gloymdur. Fyri tey avvarandi Leila, Irena og Jónleyg Somuleiðis takka vit øllum, sum gleddu Irenu á kon­ firmatiónsdegnum 01. apríl. Leygardagin 9. juni fyllir Hervør Djurhuus í Havn 75 ár. Hennara fulla navn er Hervør Frederikka Djurhuus. Føðingardagurin verður hildin í kvinnufelagshúsinum á Glyvrum, har opið hús verður frá kl. 18.00 og út á kvøldið. Hervør vaks upp í søguligu og hugnaligu bygdini Húsavík á Sand­ oynni, dóttur Marin Kristinu og Poul Jóhan Danielsen. Pápin var røktingar­ maður burturav og nakað av jørð hoyrdi til heimið inni á Kepilstrøðni, sum tað kallaðist har barnaheimi hjá Hervør stóð og framvegis stendur. Í dag eigur eitt systkinabarn hjá Hervør barnaheimið. Sum so mong tá í tíðini varð Hervør úti fyri teiri tungu lagnu, at tuberklarnir gjørdu av við øll hennara nærmastu. Tá hon var bert 6 ára gomul, misti hon móð­ ur sína av tuberklum, sum ikki var kom­ in upp til tey tríati. Pápin, Poul Jóhan, sum var ein maður við vinnuligum fram­ tíðarætlanum, og hevði gjørt íløgu í ein lastbil, slapp ikki at síggja hesar dreym­ arnar ganga í uppfyllilsi, tí eisini hann mátti lúta fyri herviligu tuberklunum. Hann doyði knapt 40 ára gamal. Tá var Hervør ein tannáringur bert 14 ára gom­ ul. Hon misti eisini lítla­beiggja sín og sína lítlu­systir av somu ávum. Hervør kom at standa einsamøll eftir, bert 14 ára gomul, men í Húsavík vóru nógv góð skyldfólk, sum tóku sær væl og kærleiksfult av foreldraleysa tannáringinum. Sum allar gentur tá í tíðini, so fór eisini Hervør út at tæna, bert 15­16 ára gomul. Hon kom at vera arbeiðsgenta í Skopun hjá Jóhan og Jacobinu. Andrias í Hvannasundi og Mona giftust inn hjá Jóhan og Jacobinu og búðu har tað fyrstu tíðina av teirra hjúnabandi saman við teirra elstu børnum. Hervør sigur, at tíðin hjá Jacobinu og Jóhan var ein sera góð tíð í hennara lívi. Hon minnist eisini væl hvussu hugnaligt tað var hvørja ferð Andrias kom heim av skipi, at tað var altíð nakað serligt, tí tað varð gjørt nógv varð burtur úr. Tey vóru nógv fólk í húsi og har andaði av gestablídni og offurvilja og kærleika. Sum ung kom hon til Havnar, har hon arbeiddi á vaskarínum á Dronnong Alexandrines hospitali, ein tíð, sum hon eisini minnist við nógvum góðum minnum. Eisini arbeiddi hon eitt skifti hjá Hallgerð og John Sivertsen uppi á Abbatrøð. Har møtti hon Andrew Djurhuus, sum var ættaður av Gjara­ nesi, men hevði búð og arbeitt í Havn­ ini nøkur ár, tá Hervør kom til Havnar at búgva. Hervør og Andrew giftust í 1950, og tey fingu ein son, Poul Jóhan, sum Hervør syrgdi fyri at kalla upp eftir pápa sínum. Hervør og Andrew fluttu í spildurnýggja grannalagið í Jákup Nolsøesgøtu úti í Grønlandi, har einar 20 ungar familjur samstundis bygdu og búsettust. Har hevur Hervør búð øll hesi árini, og har býr hon enn, í sínum lítla Paradísi við lítlum hava og flisaløgdum túni. Sonur hennara, Poul Jóhan sigur um mammu sína, at hon var heima øll hansara barna­ og ungdómsár, og at tað var gott at koma heim og vita, at mamman altíð var heima. Ikki fyrrenn sonurin giftist og flutti heimani, fór Hervør út at arbeiða. Hon arbeiddi fleiri ár á vaskarínum á Hotel Hafnia, og eisini arbeiddi hon fleiri ár sum vaskikona á fornminnissavninum á Debesartrøð. Hervør kom at ganga í Ebenezer, í somu samkomu sum maðurin, og har minnist hon nógvar menn, sum plagdu at tala Guds orð um tað mundi hon kom at ganga í Ebenezer, m.a. Havna­ Jørgin, sum hon minnist spurdi hana um hon var frelst. Tað hevði eingin spurt hana áður. Hon kom at kenna Jesus sum sín persónliga Frelsara ígjøg­ num tað, sum varð talað í Ebenezer. Saman við manninum hevur hon trú­ føst komi til møtini í Ebenezer, og ikki minst síðan Andrew doyði fyri 8 árum síðani. Hon plagar at siga, at hon eigur so nógvar góðar vinir í sam­ komuni. Hervør dámar væl at koma til Zarepta, og har hevur hon hesi sein­ astu árini havt stóra gleði í at hjálpa til í vaskaríðnum. Hervør hevur upplivað, at hóast hon kom at standa púra einsamøll eftir í síni egnu familju, og hóast hon einans fekk ein son, so eigur hon í dag eina stóra familju við ikki færri enn 6 ommubørnum og 17 langommubørn­ um frá 1 ár til 20 ár, sum hon er bæði góð við og stolt av. Hervør gleðir seg til at møta vinum, skyldfólki og kenningum í kvinnufel­ agshúsinum á Glyvrum leygarkvøld­ ið, har øll eru vælkomin. Kend havnarmynd rundar tey 75 árini