Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 vinnusíðurnar Nr. 105 - 5. juni 2007 - At vit seta Lenu sum stjóra er eitt stig á leið­ini til eitt betri samfelag, har bæði kynini taka lut - har vit gagnnýta okk­ara tilfeingi á besta hátt. Tað er tað, vit royna, segði Høgni Ras­ mussen, stjóri á Rekl­ am­uvirkinum Sans­ um á móttøku fríggj­ adagin í sambandi við, at Lena L. Mohr eisini varð sett sum stjóri í felagnum Móttøka Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Fríggjadagin hevði Reklam­ u­virk­ið Sansir móttøku í List­a­skál­a­num í Havn í sam­ bandi við, at Lena Mohr her­fyri varð sett sum stóri í fyr­i­tøkuni saman við Høgna Ras­mussen. Á móttøkuni greiddi Høgni Rasmussen frá, at Sansir hevur tíggju ár á baki. Hann vísti á, at fyr­i­tøkan hesa tíðina hevur broytt seg frá at vera ein lýs­ ing­ar­fyritøka til at verða ein samskiftisfyritøka við teim­um best útbúnu fólk­u­ num innan sniðgávu, hug­ skots­gen­e­r­er­ing, teksta­skriv­ ing, samskifti og sam­skift­is­ strat­e­gi. Hann segði eisini, at fyri­tøk­an hetta tíðar­skeið­ ið hevur bygt upp eina kunn­ ing­ar­tøkn­i­deild, sum hevur ta bestu vitanina um heima­ s­íður og heimasíðuskipanir í Føroyum. Sansir hava deild­ir í Føroyum og Dan­ mark, umframt at tey hava starvs­fólk í fýra londum, Før­oy­um, Danmark, Íslandi og Peru. - Fyri tíggju árum síðani vóru vit trý, nú eru vit 33. Serliga hevur tað gingið skjótt seinastu fýra árini, tí sein­astu fýra árini er um­ setn­ ing­ur­in vaksin ikki minni enn tríggjar ferðir, og vit vaksa enn, um enn eitt sind­ ur róligari, segði Høgni Ras­ mus­ sen, sum eisini vísti á, at útbúgvingar- og førl­eik­a­ støð­ið á Sansum er høgt: - Av teimum 33 starvs­ fólk­u­num hava 20 eina BA ella BA-líknandi útbúgving, og har av eru seks kand­i­dat­ ar. Tey, sum ikki eru BA ella líknandi hava næstan øll ein holla útbúgving, og eru tey bestu á sínum øki í Før­oyum, segði hann. Høgni Rasmussen lýsti Javnstøða á Sansum eis­ini tann týdning, sum Lena Mohr eftir hansara tykki hevur havt fyri San­s­ ir: - Hon spælir ein sera stór­ an leiklut í menninginin á Sans­um. Tá hon varð sett, segði hon: ”Eg vil verða við til at útvikla Sansir og at flyta Sansir út í heim”. Kanska var tað hesin setn­ ing­ur sum serliga passaði okk­um væl, tí hon er ó­met­a­ l­iga ágrýtin, serstakliga nær­ løgd og djúphugsin. Eg eri sera impulsivur, havi hug at seta ting í gongd og seti nýggj ting í gongd alla tíð­ ina. Tá er tað gott at hava ein persón, sum dámar at hugsa tingini væl ígjøgnum. Tað kann vera eitt sindur irr­ i­ter­andi við hvørt, men er av­gjørt neyðugt. Eg haldi, vit komplimentera hvønn ann­að væl, segði Høgni Ra­s­ mus­ sen. Hann vísti eisini á, at eitt tað mest markanta, sum Lena hevur verið við til at seta í gongd er blaðið Kvinna. Kvinna var fødd í sam­starv­i­num millum kvinn­ur­nar, sum arbeiddu á San­s­um í 2002. Kvinna var ein tungur burður. Vit nið­ur­ løgdu ætlanina tvær ferðir fyri síðani triðju ferðina, at seta ætlanina í verk, segði hann. Stjórin á Sansum vísti eis­ ini á, at sum leiðari ella ment­or ella sum coach er tað serliga evnini at draga fram­á, sum Sansir hava not­ ið gott av við Lenu Mohr í leiðsluni. Hann segði, at hon er góð sum supervisari hjá ráðgevunum, tá stórmál skulu loysast. - Fyri fýra árum síðani av­gjørdu vit at styrkja okk­ um á mest grundleggjandi økj­unum: Vit hava styrkt okk­um í sniðgávuni, í hug­ skot­sgen­erering og í ráð­gev­ ing­ini innan internetøki, inn­an samskifti og sam­skif­t­ is­strat­egi generelt - og so eis­ini á KT-menn­in­g­ar­øk­i­ num. - Vit settu í hesum tíð­ar­ skeiði fýra nýggjar snið­gev­ ar, fýra ráðgevar innan sam­ skifti og samskiftisstrategi, og tveir nýggjar forritarar um­ framt tríggjar forritarar í Peru. - Allir teir fýra nýggju snið­­gev­ararnir eru danir, og høvdu vit gjørt avtalu við tey um, at tey skuldu ar­beiða í Føroyum eitt av­mark­að tíðarskeið. Hetta gjørd­ist tí høvið at lata eina deild upp í Keypmannahavn. Um vit ikki lótu hesa deild­ ina upp, so mistu vit fýra dugn­a­ligar sniðgevar, sum enn­tá hava innlit í føroysk við­ur­skifti, segði Høgni Ras­mus­ sen. Hann vísti víðari á, at hetta tvingaði Sansir út. - Vit høvdu ætlaninar, men útviklingurin tvingaði okk­um. Men ikki bara Sans­ ir hava úthug, okkara ung­ dóm­ur og okkara væl út­búnu fólk hava eisini hug at fara út. Her í Føroyum kann við hvørt gerast rætt­i­ liga trongligt og trong­ skygt. Vit mugu gera okkum greitt, at nútíðarmenniskja savn­ast í metropolum. Út­jað­arin minkar ella hvørv­ Nú lítil og ongin tosk­ur er eftir í før­ oysk­um sjógvi, eru før­oy­ingar í gongd við eina risastóra tosk­a­verkætlan í Grøn­landi. Ragnhild í Skorini Jacobsen úr Klaks­vík skal verða fíggjarleiðari fyri alt hetta virksemið, sum um­fatar bæði virkir, skip, og bátar Fiskivinna Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Føroyskt vinnulív er í ferð við at gera stórar íløgur í Grøn­­lendsku fiskivinnuna. JFK Trol hevur saman við øðr­­um sett á stovn nýtt fel­ ag, sum hevur keypt trý flak­­­a­vir­k­ir í Qagortoq, Nan­ ort­­a­lik og Kuu mmiut. Eisini eru fleiri skip og bátar keypt til stóru verkætlanina. Fíggjarleiðarin fyri hesa stóru verkætlan er 41 ára gamla Ragnhild í Skorini Jac­ob­sen, sum tey seinastu sjey árini hevur verið fíggj­ ar­leiðari hjá Maru Seafood. Ragnhild í Skorini Jac­ob­ sen sigur, at JFK velur at inn­vestera í grønlendsku tosk­a­vinn­una, tí tosk­a­stovn­ ur­ in í Grønlandi veksur, með­an støðan í Føroyum er tann øvugta. Nýggi fíggjarleiðarin í ný­stovn­aða felagnum, At­lantic Fishing, gleðir seg at fara undir stóru upp­gáv­ una í kalda landinum í norði. - Tá Hanus Hansen ringdi og bjóðaði mær starvið, var fyrsti tankin, yes, hetta er sak­in. Mær dámar av­bjóð­ ing­ar og Grønland hevur havt eitt serligt pláss í mín­ um hjarta, líka síðani eg var har uppi og hjálpti til á barn­ a­leg­u­num hjá Hans Siv­ert­ sen í 1982 og 1983. Tá Ragnhild kemur til Grøn­­lands skal hon fyrst vera einar tríggjar, fýra dag­ ar í Qagortog, har høvð­us­ støð­in skal vera. Síðani skal hon til Nuu k at vera í eina vik­u, har Edvard Niklasen rek­ur eitt virki og brúkar nakr­ar skipanir, sum hon skal seta seg inn í. - Eg kenni onki til fiski­ vinn­una í Grønlandi, men eg haldi, at tað er spennandi at seta seg inn í nýggj ting. - Tá tað kemur til fam­ilj­ una, hevði tað kanska betri um eg fekk tilboði fyri 10 ár­um síðani ella um tvey ár. Men tilboðið kom nú, so nú fara vit. Hetta er ov spenn­ andi at takka nei til. Ragnhild er gift Markusi Jac­ob­sen, og tey eiga fýra børn í aldrinum 16 til 22. Bæði maður og børn stuðla av­gerðini at fara til Grøn­ lands. Yngsti sonurin kemur við, meðan døturnar báðar skulu búgva í húsunum í Før­­oy­um. Elsti sonurin er flutt­ur heimanifrá. - Eg veit ikki, hvussu leingi vit vera har uppi. Møg­u­liga verður tað í tvey ár, men um vit trívast kann tað gott verða longri. - Arbeiðið fer uttan iva at fylla ótrúliga nógv í byrj­an­ ini. Bæði tí eg byrji eins­a­ møll, og tí at tíðin frá juni til september er tíðarskeiðið, tá smábátarnir fiska. Um eitt ár væntar hon, at tey hava 3-4 fólk á høv­uðs­ skrivstovuni, sum skal vera í Qagortoq, og um 3 ár vera tey vónandi fimm til seks fólk. Í allari verkætlanini vera væntandi umleið 150 starvs­fólk. Í fiskivinnuni av tilvild Ragnhild í Skorini Jacobsen er alt annað enn óroynd, nú hon fer til Grønlands. Sum fíggj­ar­leiðari hjá Maru Sea­ food, hevur hon umsitið upp til 18 roknskapir, og ver­ið við til at keypa, fus­ i­ on­era og selja fyritøkur, skip og virkir. Bara í fjør vórðu átta bátar keyptir. Og inntil fyri tveimum ár­um síðani sat arbeiðssama klaks­víks­konan einsamøll við øllum roknskapunum. - Eg havi elskað tað hvønn dag. Onkran dag havi eg arbeitt 18 tímar, men eg havi onga løtu kent tað tungt. Eg haldi, at so leingi sum tær dámar tað, tú gert, verður tú ikki strongd. Tað eru ikki nógvar leið­ andi kvinnur í føroysku fisk­i­vinnuni. Ragnhild í Skor­ini Jacobsen sigur, at tað var av tilvild, at hon end­ aði í fiski. - Jóhan Páll Joensen hevði keypt nýtt virkið og hevði brúk fyri einum at halda skil á roknskapinum. Eg ar­beiddi tá í vekslaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Kona Jóhan Páll arbeiddi eis­ini á sjúkrahúsinum og sá, at eg altíð sat og las í teldu- og roknskaparbókum, sig­ur Ragnhild flennandi. Ragnhild er útlærd skriv­ stov­u­fólk, men var heim­a­ gang­andi í 13 ár, inntil yngsti sonurin fór í skúla. - Tá Jóhan Páll bað meg koma at arbeiða fyri seg, kendi eg meg sera ó­roynd­ an, og samstundis helt eg, at eg mátti duga alt 110 pro­ sent. - Í dag byrji eg aftur upp á nakað heilt nýtt, men nú havi eg ongan tørv á at duga alt. Eg veit, at eg dugi at spyrja, og tað røkkur ofta langt. Nú veit eg, at trup­u l­ leik­ar eru til fyri at verða loystir. Føroyingur stýra stórari verkætlan í Grønlandi - Tá Hanus Hansen ringdi og bjóðaði mær starvið, var fyrsti tankin, yes, hetta er sakin. Mær dámar avbjóðingar og Grøn­ land hevur havt eitt serligt pláss í mínum hjarta, sigur Ragn­ hild í Skorini Jacobsen, sum er sett sum fíggjarleiðari á stórari føroyskari verkætlan í grønlendsku toskavinnuni Lena L. Mohr, nýggjur stjóri á sansum og Høgni Rasmussen, sum hevur verið stjóri øll 10 árini, síðani felagið varð stovnað