Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 vinnusíðurnar Nr. 105 - 5. juni 2007 øgnum flótitrol Fróði Skúvadal er í holt við eina verkætlan, sum skal kanna, hvussu gjøgnumstreymingin er í flótitroli. - Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við havrannsóknarstovurnar í Íslandi og Noregi og við Vónina í Føroyum, sigur hann Mynd: Vilmund Jacobsen - Við ljósleiðarakaðali verða myndirnar sendar upp á brúnna, har til ber at fylg- ja við, hvussu leikur fer nið- ri í sjónum. Eisini situr ein sonari á “akfarinum”, so til ber at síggja, hvat er í nám- indi, um sýnið er ringt, legg- ur hann aftrat. Áhugaverdar upptøkur Fróði sigur, at á túrinum við Árna Friðrikssyni vórðu nógvar áhugaverdar upptøk- ur gjørdar av trolinum og ymisku ristskipanunum. Hann sigur, at eitt nú vórðu upptøkur gjørdar av eini sildatorvu sum stóð inni í trolinum. - ROTV’urin er eitt sera hent amboð, tá talan er um kanningar av reiðskapi, sig- ur Fróði Skúvadal. - Tá vit komu í føroyskan sjógv, gjørdist veðrið so gott, at grillin kom út á dekkið. Her er tað stewardurin umborð, Iddi, sum stendur fyri matgerðini, sigur Fróði Skúvadal Í eina tíð hevur Kios­ kin við Toftagjógv havt eina kapping koyrandi, har fólk, sum hava keypt sær franskan hotdog og hálvan litur av coca­ cola, hava verið við í eini kapping, sum Alfred Olsen, løgtings­ maður, dró lut um í morgun Handil Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Vinningurin, sum Kioskin við Toftagjógv hevur burtur- lutað, er eitt lítið kuldaskáp, sum bæði kann brúkast til 220 og 12 volt. Tað merkir, at skápið kann brúkast í bili, báti ella heima við hús. Tað er Napoleon Hansen, sum saman við konuni, Bir- git, eigur og rekur kiosk- ina. Tá tú hevur keypt ein fran- skan hotdog og hálvan litur coca-cola, hevur tú fingið ein seðil í kioskini, sum tú hevur fylt út við tínum navni og telefonnummari. Síðan er seðilin lagdur í ein kassa og er við í lutakastin- um. Í morgun klokkan 11 skul- di dragast um vinningin og tann, sum stóð fyri hesum drátti, var eingin minni enn løgtingsmaðurin, Alfred Olsen. Napoleon Hansen sigur, at tey hava selt fleiri fransk- ar og fleiri coca-cola, síðan tað gjørdist greitt, at fólk høvdu høvi at vinna kulda- skápið. - Vit hava leingi selt frans- kan hotdog, og hetta er ein vøra, sum gongur væl. Tað eru bæði fólk her úr økinum og fólk úr øðrum bygdum, sum hyggja fram við og key- pa hjá okkum. Hann sigur, at við í hesi kapping um kuldaskápið eru eisini tey, sum hava keypt sær kjøtbitar, ið kiosk- in eisini selir. - Hetta er kjøtfars, ið verð- ur gjørt sum pinnar, og tá fara tveir slíkir til eitt breyð. Aftur við hesum keypa fólk sær eisini hálvan litur av sodavatni - og hava tey eisini verið við í kapping- ini, sigur hann. Manningar keypa Ungdómurin telir nógv í viðskiftafólkunum hjá Kio- skini við Toftagjógv, men gjøgnum dagin vitja eisini nógv vaksin. Nógv arbeiði er á havna- lagnum á Toftum, og eitt nú er landingarmiðstøð, sum millum ár og dag dregur nógv skip til økið. - Fiskimenn keypa javnan hjá okkum. Vit hava ymiskt, sum teir kunnu hava við sær umborð – ella heim við, eitt nú bløð, sjampo, tann- krem, handskar – umframt vanligu kioskvørurnar, sigur Napoleon Hansen, kioskeigari. Alfred dró vinningin Børnini eru spent eftir at vita, hvør fer at vinna lítla kuldaskáp- ið, sum Alfred Olsen dró lut um í morgun Mynd: Vilmund Jacobsen Aldi nýtir ikki teldupost Altjóða handilsfyritøkan Aldi, sum hevur handlar í 18 londum, nýtir ikki teldupost í sínum samskifti, og tað hevur vakt ans. Heimasíðan hjá Vinnuhúsinum endurgevur ein av stjórunum í fyritøkuni, Frank Egholm, fyri at siga, at hetta er fyri at verja verja kappingarstøðuna hjá fyritøkuni. – Kappingin á discount-marknaðinum er beinhørð. Vit selja dygdarvørur til ein lágan prís, og tí vilja vit ikki at kappingar- neytar okkara skulu frætta hvat vit gjalda fyri vørurnar vit keypa. Og data eru betur vard um starvsfólk okkara ikki kunnu samskifta á henda hátt” sigur hann. Sporføri tryggjar lógligan fisk Vinnuhúsið skrivar á heimasíðu sínari, at eins og í Føroyum, arbeiða norðmenn eisini við at gera skipanir fyri at tryggja sporføri í fiskaframleiðsluni. Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt um, at brúkarin ynskir at keypa fiskavørur har trygd fæst fyri, at vøran stavar frá einum burðardyggum fiskiskapi. Somuleiðis verður alt størri fokus sett á at tryggja, at tey, ið fiska uttan at hava neyðugu loyvini til fiskiskap, ikki skulu fáa høvi til at landa fiskin. Regionalu felagsskapirnir, sum til dømis NEAFC hava lagt stóra orku í hetta fyribyrgjandi arbeiðið.