Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 vinnusíðurnar Nr. 105 - 5. juni 2007 øgnum flótitrol Fróði Skúvadal er í holt við eina verkætlan, sum skal kanna, hvussu gjøgnumstreymingin er í flótitroli. - Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við havrannsóknarstovurnar í Íslandi og Noregi og við Vónina í Føroyum, sigur hann Mynd: Vilmund Jacobsen - Við ljósleiðarakaðali ver­ða myndirnar sendar upp á brúnna, har til ber at fylg­ ja við, hvussu leikur fer nið­ ri í sjónum. Eisini situr ein sonari á “akfarinum”, so til ber at síggja, hvat er í nám­ in­di, um sýnið er ringt, legg­ ur hann aftrat. Áhugaverdar upp­tøkur Fróði sigur, at á túrinum við Árna Friðrikssyni vórðu nógv­ar áhugaverdar upp­tøk­ ur gjørdar av trolinum og ym­is­ku ristskipanunum. Hann sigur, at eitt nú vórðu upptøkur gjørdar av ei­ni sildatorvu sum stóð in­ni í trolinum. - ROTV’urin er eitt sera hent amboð, tá talan er um kann­ing­ar av reiðskapi, sig­ ur Fróði Skúvadal. - Tá vit komu í føroyskan sjógv, gjørdist veðrið so gott, at grillin kom út á dekkið. Her er tað stewardurin umborð, Iddi, sum stendur fyri matgerðini, sigur Fróði Skúvadal Í eina tíð hevur Kios­ kin við Toftagjógv havt eina kapping koyr­an­di, har fólk, sum hava keypt sær fran­s­kan hotdog og hálvan litur av co­ca- cola, hava verið við í eini kapping, sum Alfred Olsen, løg­tings­ mað­ur, dró lut um í mor­g­un Handil Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Vinningurin, sum Kioskin við Toftagjógv hevur bur­tur­ lut­að, er eitt lítið kuldaskáp, sum bæði kann brúkast til 220 og 12 volt. Tað merkir, at skápið kann brúkast í bi­li, báti ella heima við hús. Tað er Napoleon Hansen, sum saman við konuni, Bir­ g­it, eigur og rekur kiosk­ ina. Tá tú hevur keypt ein fran­ sk­an hotdog og hálvan lit­ur coca-cola, hevur tú fing­ið ein seðil í kioskini, sum tú hevur fylt út við tín­um navni og tele­fon­numm­ari. Síðan er seðilin lagdur í ein kassa og er við í lu­ta­kast­in­ um. Í morgun klokkan 11 skul­ di dragast um vinningin og tann, sum stóð fyri hesum drát­ti, var eingin minni enn løg­tings­mað­urin, Alfred Ol­sen. Napoleon Hansen sigur, at tey hava selt fleiri frans­k­ ar og fleiri coca-cola, síðan tað gjørdist greitt, at fólk høv­du høvi at vinna kul­da­ skáp­ið. - Vit hava leingi selt frans­ k­an hotdog, og hetta er ein vø­ra, sum gongur væl. Tað eru bæði fólk her úr økinum og fólk úr øðrum bygdum, sum hyggja fram við og key­ pa hjá okkum. Hann sigur, at við í hesi kap­p­ing um kuldaskápið eru eisini tey, sum hava keypt sær kjøtbitar, ið kios­k­ in eisini selir. - Hetta er kjøtfars, ið verð­ ur gjørt sum pinnar, og tá fara tveir slíkir til eitt breyð. Aftur við hesum key­pa fólk sær eisini hálvan lit­ur av sodavatni - og hava tey eisini verið við í kapp­ing­ ini, sigur hann. Manningar keypa Ungdómurin telir nógv í við­skif­ta­fólk­unum hjá Kio­ sk­­ini við Toftagjógv, men gjøg­num dagin vitja eisini nógv vaksin. Nógv arbeiði er á hav­na­ lag­num á Toftum, og eitt nú er landingarmiðstøð, sum mill­um ár og dag dregur nógv skip til økið. - Fiskimenn keypa javnan hjá okkum. Vit hava ymiskt, sum teir kunnu hava við sær umborð – ella heim við, eitt nú bløð, sjampo, tann­­ krem, handskar – um­framt vanligu kiosk­vør­ur­nar, sigur Napoleon Han­sen, kioskeigari. Alfred dró vinningin Børnini eru spent eftir at vita, hvør fer at vinna lítla kulda­skáp­ ið, sum Alfred Olsen dró lut um í morgun Mynd: Vilmund Jacobsen Aldi nýtir ikki teldupost Altjóða handilsfyritøkan Aldi, sum hevur handlar í 18 londum, nýtir ikki teldupost í sínum samskifti, og tað hevur vakt ans. Heimasíðan hjá Vinnuhúsinum endurgevur ein av stjórunum í fyritøkuni, Frank Egholm, fyri at siga, at hetta er fyri at verja verja kappingarstøðuna hjá fyritøkuni. – Kappingin á discount-marknaðinum er beinhørð. Vit selja dygdarvørur til ein lágan prís, og tí vilja vit ikki at kapp­ing­ar­ neyt­ar okkara skulu frætta hvat vit gjalda fyri vørurnar vit keypa. Og data eru betur vard um starvsfólk okkara ikki kunnu samskifta á henda hátt” sigur hann. Sporføri tryggjar lógligan fisk Vinnuhúsið skrivar á heimasíðu sínari, at eins og í Føroyum, arbeiða norðmenn eisini við at gera skipanir fyri at tryggja sporføri í fiskaframleiðsluni. Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt um, at brúkarin ynskir at keypa fiskavørur har trygd fæst fyri, at vøran stavar frá einum burðardyggum fiskiskapi. Somuleiðis verður alt størri fokus sett á at tryggja, at tey, ið fiska uttan at hava neyðugu loyvini til fiskiskap, ikki skulu fáa høvi til at landa fiskin. Regionalu felagsskapirnir, sum til dømis NEAFC hava lagt stóra orku í hetta fyribyrgjandi arbeiðið.