Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnusíðurnar Nr. 105 - 5. juni 2007 - Nakað av svart­kjaf­­t­i var at­ síggja í f­­øroy­sk- um sjógvi, men lít­ið í íslend­­skum. Vest­anf­­y­- ri Føroy­ar st­óð heilt­ f­­it­t­ av sild­­ og nakað av makreli, sigur Fróði Skúvad­­al, sum herf­­y­ri var umborð á íslend­­ska havrannsók- narskip­inum, Árna Friðrikssy­ni RannsókniR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri lá íslendska rann­ sóknarskip­ið Árni Friðriks­ son á Havnini. Hetta er eitt rættiliga nýtt og væl útgjørt skip­ við øll­ um nútímans tólum. Stovnsmetingar Árni Friðriksson kom inn at bunkra og skifta mann­ ing. ­ Hesin túrurin var ein p­artur av altjóða stovnsmet­ ingunum av svartkjafti í Norðuratlantshavi. Tá hesin túrurin var liðugur, og skip­­ ið skuldi sigla inn, vóru vit staddir einar 50 fjórðingar vestan fyri Føroyar. Tað sigur Fróði Skúvadal, sum var við rannsóknarskip­­ inum fyri Fiskirannsóknar­ stovuna. Ætlanin var up­p­runaliga at fara á Norðfjørðin í Íslan­ di, men av tí, at nógv styttri var at fara á Føroyar, valdi skip­arin at bunkra og skifta manning í Føroyum. Ymiskar royndir Á túrinum við Árna Frið­ rikssyni vóru nógvar ymisk­ ar royndir gjørdar við flóti­ troli og ymiskum ristskip­an­ um. Eisini vórðu streym­ mátingar gjørdar inni í trol­ inum. Fróði Skúvadal er í holt við eina verkætlan, sum skal kanna, hvussu gjøg­ numstreymingin er í flóti­ troli. ­ Hetta verður gjørt í tøtt­ um samstarvi við havrann­ sóknarstovurnar í Íslandi og Noregi og við Vónina í Føroyum. Hann sigur, at á túrinum var nakað av svartkjafti at síggja í føroyskum sjógvi, men lítið í íslendskum. ­ Vestan fyri Føroyar stóð heilt fitt av sild og nakað av makreli, sigur Fróði Skúva­ dal. Hent tól umborð Umborð á Árna Friðrikssyni hava teir tað, sum verður róp­t ein ROTV, sum merkir Remotely Op­erated Towed Vehic­le. ­ Hetta “akfar” er útgjørt við fleiri videomyndatólum, ljósi og jetmotorum sum gera tað møguligt at stýra tólinum í sjónum, bæði up­p­ og niður og til síðurnar. Fróði sigur, at við hesum tóli ber til at filma tóv við eitt nú flótitrol ­ í fullum skala í tí umhvørvi, sum reiðskap­urin skal brúkast. Fróði kannar streym gjø Altjóða áhugi í Føroya Banka Altjóða íleggjarar hava sýnt stóran áhuga fyri Føroya Banka, og svenski Handilsbankin hevur góðar vónir um, at sølan fer at ganga væl uttanlands, sigur Útvarp­ið. – Serliga føroyingar, sum hava sp­art sær nakrar krónur saman, hava sýnt áhuga at tekna p­artabrøv í Føroya Banka, hevur Eyðun á Rógvi, formaður í Fíggingargrunninum, sagt við Útvarp­ið. Og hann sigur seg eisini hava vónir fyri, at útlendskir stóríleggjarar fara at seta p­ening í Føroya Banka. – Vit hava merkt stóran áhuga frá teimum íleggjar­ um, sum vit hava vent okkum til, sigur Jakob Fink frá svenska Handilsbankanum, sum er ráðgevi í sambandi við søluna. Verdur smáar tvær milliardir Svenski handilsbankin hevur gjørt metingar av kost­ naðinum av Føroya Banka, og er komið fram til, at p­rísurin fyri allan bankan liggur einastaðni millum 1,6 og 1,9 milliard krónur. Hetta samsvarar væl við tað, sum formaðurin í Fíggingargrunninum frá 1992 hevði væntað. Eyðun á Rógvi sigur sambært Útvarp­inum, at framtíðarmøguleikarnir og ­ ætlanirnar við Føroya Banka geva teimum eina vón um, at virðið á bankanum fer at vaksa í framtíðini. Sonevndi ROTV’urin (Remotely Operated Towed Vehicle) í sínum egna skúri. Rullurnar, sum síggjast, verða nýttar til at stýra tólinum í sjónum. Annars verður ROTV’urin tóvaður við einum kaðali og stýrdur av brúnni Á brúnni fylgdu teir við, hvat fyrifórst niðri í sjónum. Ymiskar ristir vórðu royndar á túrinum, og her verður ein roynd í trolinum Árni Friðriksson er bygdur í Chili í 2000. Hann er 70 metrar langur og stingur 7 metrar. Maskinan er 6000 hestakreftir, og skipið er útgjørt við øllum nútímans tólum