Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnusíðurnar Nr. 105 - 5. juni 2007 - Nakað av svart­kjaf­­ti var at síggja í før­oy­sk­ um sjóg­vi, men lítið í ís­­lend­­sk­um. Vest­an­fy­ ri Fø­r­oyar stóð heilt fitt av sild og nak­að av makreli, sig­ur Fróði Skúvadal, sum her­fy­ri var um­borð á ísl­end­ska hav­rann­sók­ n­ar­skip­inum, Árna Frið­­rik­­s­­syni Rannsóknir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri lá íslendska rann­ sók­nar­skip­ið Árni Frið­riks­ son á Havnini. Hetta er eitt rættiliga nýtt og væl útgjørt skip við øll­ um nútímans tólum. Stovnsmetingar Árni Friðriksson kom inn at bunkra og skifta mann­ ing. - Hesin túrurin var ein part­ur av altjóða stovns­met­ ing­un­um av svartkjafti í Norð­ur­at­lantshavi. Tá hesin túr­ur­in var liðugur, og skip­ ið skuldi sigla inn, vóru vit stadd­ir einar 50 fjórðingar vest­an fyri Føroyar. Tað sigur Fróði Skúvadal, sum var við rann­sók­na­r­skip­ in­um fyri Fisk­i­rann­sók­nar­ stov­una. Ætlanin var upp runaliga at fara á Norðfjørðin í Ís­lan­ di, men av tí, at nógv styttri var at fara á Føroyar, valdi skip­ar­in at bunkra og skifta mann­ing í Føroyum. Ymiskar royndir Á túrinum við Árna Frið­ riks­sy­ni vóru nógvar ym­is­k­ a­r royndir gjørdar við flóti­ tro­li og ymiskum rist­skip­an­ um. Eisini vórðu streym­ mát­ing­ar gjørdar inni í trol­ in­um. Fróði Skúvadal er í holt við eina verkætlan, sum skal kanna, hvussu gjøg­ num­streym­ingin er í flóti­ tro­li. - Hetta verður gjørt í tøtt­ um samstarvi við hav­rann­ sók­nar­stovurnar í Íslandi og Noregi og við Vónina í Før­oy­um. Hann sigur, at á túrinum var nakað av svartkjafti at sígg­ja í føroyskum sjógvi, men lítið í íslendskum. - Vestan fyri Føroyar stóð heilt fitt av sild og nakað av mak­re­li, sigur Fróði Skúva­ dal. Hent tól umborð Umborð á Árna Friðrikssyni ha­va teir tað, sum verður rópt ein ROTV, sum merkir Re­mo­te­ly Operated Towed Ve­hic­le. - Hetta “akfar” er útgjørt við fleiri videomyndatólum, ljó­si og jetmotorum sum ge­ra tað møguligt at stýra tóli­n­um í sjónum, bæði upp og niður og til síðurnar. Fróði sigur, at við hesum tó­li ber til at filma tóv við eitt nú flótitrol - í fullum ska­la í tí umhvørvi, sum reið­skap­ur­in skal brúkast. Fróði kannar streym gjø Altjóða áhugi í Føroya Banka Altjóða íleggjarar hava sýnt stóran áhuga fyri Føroya Ban­ka, og svenski Handilsbankin hevur góðar vónir um, at sølan fer at ganga væl uttanlands, sigur Útvarpið. – Ser­li­ga føroyingar, sum hava spart sær nakrar krónur saman, ha­va sýnt áhuga at tekna partabrøv í Føroya Banka, hevur Eyð­un á Rógvi, for­mað­ur í Fíggingargrunninum, sagt við Út­varp­ið. Og hann sigur seg ei­si­ni hava vónir fyri, at út­­len­d­s­kir stór­ílegg­­jarar fara at seta pen­ing í Føroya Ban­ka. – Vit hava merkt stóran áhuga frá teim­um ílegg­jar­ um, sum vit hava vent okkum til, sigur Jakob Fink frá svenska Handilsbankanum, sum er ráðgevi í sambandi við søluna. Verdur smáar tvær milliardir Svenski handilsbankin hevur gjørt metingar av kost­ nað­in­um av Føroya Banka, og er komið fram til, at prísurin fyri all­an bankan liggur einastaðni millum 1,6 og 1,9 milliard krón­ur. Hetta samsvarar væl við tað, sum formaðurin í Fígg­­ing­ar­grunninum frá 1992 hevði væntað. Eyðun á Róg­vi sigur sambært Útvarpinum, at framtíðarmøguleikarnir og - ætlanirnar við Føroya Banka geva teimum eina vón um, at virðið á bankanum fer at vaksa í framtíðini. Sonevndi ROTV’urin (Remotely Operated Towed Vehicle) í sínum egna skúri. Rullurnar, sum síggjast, verða nýttar til at stýra tólinum í sjónum. Annars verður ROTV’urin tóvaður við einum kaðali og stýrdur av brúnni Á brúnni fylgdu teir við, hvat fyrifórst niðri í sjónum. Ymiskar ristir vórðu royndar á túrinum, og her verður ein roynd í trolinum Árni Friðriksson er bygdur í Chili í 2000. Hann er 70 metrar langur og stingur 7 metrar. Maskinan er 6000 hestakreftir, og skipið er útgjørt við øllum nútímans tólum