Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindi Nr. 105 - 5. juni 2007 - Gýtingarstovnurin hjá toski er so lítil, sum ongantíð áður, og tí kunnu vit ikki annað enn mæla frá, at nøkur beinleiðis toskaveiða fer fram undir Føroyum komandi fiskiár, sigur fiskifrøðingurin, Jákup Reinert, ið umboðar Fiskirann- sóknarstovuna í ráð- gevandi nevndini hjá ICES Fiskastovnar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var leiðarin á Fiskirann­ sóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, sum legði fyri á tíðindafundinum í Nóatúni í morgun. Tíðindafundurin varð fyri­ skipaður, eftir at tað er vorðið greitt, at altjóða hav granskingarfelagsskapurin ICES fer at mæla lóggevandi myndugleikunum til, at eingin beinleiðis toskaveiða verður undir Føroyum kom­ andi fiskiár, hvørki á Før­ oyabanka ella á land­ grunninum annars. Á tíðindafundinum vísti Hjalti á nøkur viðurskifti, sum viðvirka til, at gýtingar­ stovnurin á toski er so illa fyri. Døpur útlit Í fleiri ár hevur Fiskirann­ sóknarstovan gjørt gróður­ kanningar, og tað vísir seg nevniliga, at gróðurin á landgrunninum hongur neyvt saman við tí, sum fiskurin fær at eta. ­ Útlitin eru døpur, og vit tora ikki at mæla til annað enn, at eingin toskur verður fiskaður í beinleiðis veiði komandi fiskiár. Hjalti sigur, at tølini yvir gróðurin higartil í ár eru lægri enn miðal. Royndirnar siga okkum, at er gróðurin á landgrunninum góður, kemur nógv undan av toski – og er gróðurin lítil, kemur minni undan. ­ Vit fáa nýggj tøl yvir gróðurin heilt skjótt, men sum er bendir einki á, at vit fáa góðan gróður á land­ grunninum í ár, sigur hann. Eitt annað, sum eisini kom fram á tíðindafundinum í morgin, var, at tá gróðurin er lítil, og minni er at eta, tekur fiskurin betur á agn. Hjalti vísti á, at ikki minst royndin her inni á leiðunum, har toskurin veksur til, er økt munandi við størri og betri útróðrarbátum, sum seta meira línu enn áður. ­ Vit hava fingið nógvar nýggjar útróðrarbátar, og nógvir seta úr trakt, sum merkir, at teir altíð royna við nýggjum agni. Haraftrat kemur, at menn eru farnir at innflyta ymisk sløg av agni, umframt at nógvir royna við feskari gággu, sum toskinum dámar væl. Mugu steðga á Jákup Reinert, fiskifrøðing­ ur, segði, at ráðgevandi nevndin hjá ICES hevði fund seinasta hóskvøld, men endaliga tilmælið verð­ ur ikki almannakunngjørt fyrr enn fríggjadagin. Fiskifrøðingurin segði, at meðan gýtingarstovnurin á toski er illa fyri – ja, so illa fyri, sum ongantíð áður, er betri vorðið við hýsu­og upsastovninum. ­ Trupulleikin er, at hóast vit onga beinleiðis veiði hava eftir toski, er toskur uppi í veiðini saman við eitt nú hýsu, sum línubátarnir veiða. Hvussu hesin trupul­ leikin kann loysast, verður neyðugt at taka upp. Veiðitrýstið á hýsu er hóskandi, og soleiðis er eis­ ini við upsanum, men trýst­ ið á upsan má ikki økjast. ­ Einasti máti at verja toskastovnin, er at steðga á, tí soleiðis sum støðan er í løtuni, er gýtingarstovnurin niðanfyri tað, sum vit rópa fyrivarnisregluni. Jákup Reinert ásannaði, at hetta er ein rættiliga keði­ lig støða, og tí er ráðgevingin “harðlig”, sum hann tók til. ­ Skipanin sjálv klárar ikki at byrgja uppfyri niður­ gongdini í gýtingarstovnin­ um á toski. Tað er ikki skipanini, sum galið er við, men talinum á døgum sama við teimum náttúrugivnu viðurskiftunum, ið hava ávirkan á toskastovnin, segði Jákup Reinert. Neyvan veiðiforboð Landsstýrismaðurin í fiski­ vinnumálum, Bjørn Kalsø, var eisini við á tíðindafund­ inum í morgun. ­ Sum eg skilji fiskifrøð­ ingarnar, er støðan við gýt­ ingarstovninum á toski ikki góð. Hon er kanska verri, enn vit vónaðu. Spurdur, um landsstýrið fer at seta forboð móti bein­ leiðis veiði eftir toski á land­ grunninum, sigur lands­ stýrismaðurin, at tað er neyvan hugsandi. ­ Vit hava ikki fingið til­ mælið hjá Fiskirannsóknar­ stovuni enn, og vit fáa eisini tilmæli frá Fiskidaganevnd­ ini. Tá hesi eru á borðinum, fara vit at viðgera málið um, hvussu veiðan og fiski­ dagar verða komandi fiski­ ár, sigur Bjørn Kalsø, lands­ stýrismaður í fiskivinnu­ málum. Toskurin svíkur og ICES er eirindaleyst: Eingin toskaveiða komandi ár Sviar seta toskamet Svenski toskafiskiskapurin í Eystursjónum setir øll met í Eystursjónum í ár. Svensk fiskifør hava longu fiskað helvtina av toskakvotuni í ár, og enn er ein mánaði til summarsteðgin. Myndugleikarnir hava gjørt av at minka kvotuna, og hetta hevur fingið nógvar fiskimenn at fiska eina heila viku­kvotu upp á ein dag, skriva svensk bløð. Norsk skip við nebbasild Fiskamjølsverksmiðjur í Danmark liggja í ráfiskaloysi, eftir at danir hava uppfiskað kvotuna av nebbasild. Herfyri strongdi danska fiskivinnan hart á ES fyri at fáa felagsskapin at økja kvotuna av nebbasild, men hetta var til fánýtis. Nú liggja tvær tær størstu fiskamjølsverksmiðjurnar í Danmark í fiskaloysi. Herfyri keypti lutfalsliga lítla verksmiðjan í Hanstholm tó nakað av nebbasild frá tveimum norskum skipum. Norsku skipini seldu upsa á fiskamarknaðinum í Hanstholm, men høvdu eisini nakað av nebbasild, sum virkið í Hanstholm keypti. Tað er danska blaðið Fiskeri Tidende, sum ber hesi tíðindi. - Skipanin sjálv klárar ikki at byrgja uppfyri niðurgongdini í gýtingarstovninum á toski. Tað er ikki skipanini, sum galið er við, men talinum á døgum saman við teimum náttúrugivnu viðurskiftunum, ið hava ávirkan á toskastovnin, segði Jákup Reinert, fiskifrøðingur Mynd: Álvur Haraldsen - Vit hava fingið nógvar nýggjar útróðrarbátar, og nógvir seta úr trakt, sum merkir, at teir altíð royna við nýggjum agni. Haraftrat kemur, at menn eru farnir at innflyta ymisk sløg av agni, umframt at nógvir royna við feskari gággu, sum toskinum dámar væl, segði Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni Mynd: Álvur Haraldsen