týsdagur 5. juni 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
vinnusíðurnar
Nr. 105 - 5. juni 2007
ur á allari klótuni. Tað er í
metropolunum har tolsemi
og margfaldni er størst, at
størsti útviklingurin og bú
skaparvøksturin er, segði
hann.
- Hetta er eisini ein av
or søkunum til, at Sansir
søkja út. Vit fáa lættari
arbeiðsmegina í Keypmann
ahavn enn í Føroyum.
- Vit kunnu lætt koma í ta
støðu, at tað verður lættari
at fáa dugnaligar føroyingar
í Danmark enn í Føroyum.
Hví? Tí møguleikarnir eru
fleiri aðrastaðni, býirnir eru
liviligari, sosiala skipanin
betri,
skúlamøguleikarnir
betri, útbúgvingartilboðini
betri,
barnagarðstilboðini
betri, barslisskipanir betri,
mentanartilboðini fleiri og
tol semi størri.
- Alt hetta hevur so við
sær, at vit blaka samkynd
av landinum, og oman á tað
heila blaka vit okkara
konufólk av landinum. Vit
hava eitt stórt undirskot av
konufólki í bólkinum mill
um 20 og 45 ár. Hvat skulu
hetroseksuellir menn gera,
tá eingi samkynd eru eftir
ella eingi konufólk eru eftir
í Føroyum?
- Veruleikin er tann, at vit
hava brúk fyri øllum, og at
vit eiga at seta kraftugt inn
fyri at tiltrekkja so nógv og
so dugnalig fólk sum gjør
ligt. Hetta gera vit bara við
at gera Føroyar meira spenn
andi. Og tað kunnu vit bara
gera við at styrkja um okk
ara metropol: Havnina. Tað
er sára einfalt eftir mínum
tykki. Stóratjørn ger tað.
Og øll nýbyggingin ger tað.
Men miðbýurin má eisini
styrkjast. Vit kunnu ikki
bara hugsa útjaðaramenn
ing. Vit mugu eisini hugsa
miðstaðarmenning.
Vit
mugu seta okkum sum mál,
at Havnin skal vaksa nógv
næstu árini, og at vit sam
stundis varðveita tað, sum
er vert at varðveita og vaksa
um mentanartilboðini og
útbúgvingartilboð ini. Veru
leikin er tann, at um vit ikki
seta okkum slík mál, so
kunnu vit væl koma út fyri
at fólk flyta av landinum.
Virki sum Sansir fáa ikki
arbeiðsmegi, og so verða
Føroyar bara eitt land, har
útisetar koma á vitjan eina
ferð um árið fyri at síggja
okkum
innføddu,
segði
Høgni Rasmussn.
Men hann helt kortini, at
nógvir glottar eru at hóma.
Stóratjørn
gevur
vónir.
Tunnil millum Havnina og
Skálafjørðin skapar dyna
mikk. Ein nýggjur flog vøll
ur fer at gera tað lættari at
ferðast. Vit byrja at síggja
virðini í tolsemi. Tað er
vorðið eitt sindur lættari at
seta útlendingar í starv. Fok
us er komið á okkara kyns
diskriminerandi
hugburð.
Og vit fara at síggja fleiri
kvinnur í týðandi størvum.
- Tað, at vit seta Lenu
sum stjóra, er ein partur av
hesum útviklingi. Eitt stig á
leiðini til eitt betri samfelag,
har bæði kynini taka lut.
Har vit gagnnýta okkara til
feingi á besta hátt. Tað er
tað, vit royna á Sansum.
- Við Lenu í leiðsluni og
okkara fantastiska dugna
ligu starvsfólkum, fara vit
at royna at geva tykkum
eina so góða og fjølbroytta
tænastu á samskiftisøkinum
sum gjørligt. Vit fara altíð
at gera okkara besta. Okkara
styrki er, at vit duga at seta
okkum inn í tykkara viður
skifti, at vit royna at skilja
tykkum so væl sum gjørligt,
fyri síðani at skapa sam
skifti, sum tekur støði í
tykkum.
- Hesi evni meta vit, at
fólk hava líka nógv brúk
fyri í Keypmannahavn, í
London, New York, Bombay
og Timbuktu. So har fara
vit, segði Høgni Rasmussen,
stjóri á Sansum at enda í
røðu síni fyri nýggja med
stjóra hansara á Sansum,
Lenu L. Mohr.
Hjørdis Samuelsen, Eilif og Katrin Samuseln. Eilif er mammubeiggi Lenu
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum heilsar nýggja stjóranum á Sansum
Tríggjar av kvinnunum á Sansum: Durita Simonsen, Eydna Simonsen og Anya S. Midjord
Høgni Rasmussen og Edvard Heen, stjóri á Tryggingarfelagnum
Føroyar
Lena L. Mohr, Margret Mortensen og Jancy Gaardlykke
Árni Gregersen, blaðstjóri á Dimmalætting, Sigurð Poulsen,
landsbankastjóri og Lena L. Mohr