Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 105 - 5. juni 2007 ] Teir eldru vunnu Sum vant, so varð venjingin mánadagin endað við dysti millum yngra og eldra partin av landsliðshópinum. Hesa ferð var tað eldri parturin av liðnum, sum var við yvirlutan. Og at lagið er av tí besta, var sjónligt, tá »teir gomlu« stillaðu upp til liðmynd og kravdu myndamannin út á vøllin. 110 fjølmiðlafólk Eisini í Skotlandi er áhugin fyri landsliðnum ovurstórur. Ikki færri enn 110 fjølmiðlafólk hava boðað FSF frá, at tey koma til dystin, og tað vil siga, at fyri aðru ferð á rað er talið av fjølmiðlafólki farið upp um tey 100. Talan er um 18 myndafólk, 47 fólk til skrivandi miðlarnar, 21 útvarpsfólk og 24 sjónvarpsfólk. Dysturin móti skot­ um verður minst líka torførur, sum hann var móti italia, ávarar Jógvan Martin Olsen. Hann hevur enn ikki gjørt av, hvussu hann fer at stilla liðið til mikukvøldið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir venjingina mánadagin seinnapart skuldi lands­liðs­ venjarin fyrst spæla “golf­ dyst” móti hjálparvenjara sín­um. Og eftir at hesin var avgreiddur við 10-6 sigri til landsliðsvenjaran, var Jógv­ an Martin Olsen til reiðar at taka eitt prát um uppgávuna, sum nú stendur fyri framm­ an. Og tað verður lagdur stór­ ur dentur á, at talan nú er um ein heilt nýggjan dyst. At fáa spælararnar at gloyma, at teir mundu skapt sensatiónina móti heims­ meistarunum. – Tað týdningarmesta hjá okkum er, at vit fáa armarnar niður. Spælararnir skulu sjálvandi hava rós fyri avrikið leygardagin. Men vit mugu onkursvegna nullstillað okkum sjálvar fyri síðani at taka útgangs­ støði har, sum vit veruliga eru. Nærum eins sterkir Og tað er ikki bara uttan orsøk, at landsliðsvenjarin vil hava spælararnar at gloyma Italia. Skotar eru bert eitt stig aftan fyri Italia á stigatalvuni í okkara und­ ankappingarbólki, og á FIFA-styrkislistanum eru teir seinasta árið klintraðir heilt nær teimum tíggju ovastu liðunum. - Og tú skalt eisini minn­ ast til, at skotar kanska í enn størri mun eru til reiðar at ofra ein innsats móti før­ oyingum. - Og hóast tað hevur rigg­ að væl nú, so haldi eg fram­ vegis, at vit skulu halda lág­ an profil. Vit skulu bara spola tíðina heilt stutt aftur fyri at minnast á minni góð úrslit. Og tí vita vit, at skal úrslitið vera gott, so skal innsatsurin verða optimalur hvørja tí einastu ferð. Skal innsatsurin verða tann optimali, so er eisini neyð­ugt, at spælararnir eru væl fyri kropsliga. Við teirri sannroynd, at Fróði Benja­ minsen aftur er tøkur. Er so hugsandi, at arbeiðsavrikið móti Italia merkir, at onkur spælari verður spardur miku­dagin. - Tað er sjálvandi nakað, sum vit eisini mugu hava í huga. Tit vita líka so væl sum eg, at eftir dystin móti Italia kann eg ikki siga við Súna ella Mikkjal, at teir skulu út á beinkin. Men sjálv­andi havi eg nakrar møgu­leikar at velja ímillum, og teir eru so enn fleiri, nú Fróði er tøkur, so hetta er væl ein positivur trupul­ leiki. - Men sjálvandi havi eg tætt samband við heilsu­stab­ in hjá okkum um, hvussu menn eru fyri. Spælararnir sjálvir søgdu eisini leyg­ar­ kvøldið, at teir ongan tíð í lívinum høvdu verið so troytt­ir, og nú vit skriva mána­­dag, eru framvegis trígg­ir spælarar, sum ikki venja við fullari ferð. So møð­in er avgjørt ein faktor­ ur, sum vit hava í huga, tá liðið skal setast. Skulu vaska sær Móti skotum hava Føroyar ofta staðið seg væl á heima­ vølli. Millum annað hava vit tvær ferðir spælt javnt á Svangaskarði. Við avrikunu móti Georgia og Italia í huga ber illa til at ímynda sær annað, enn at lagið og sjálvsálitið í hópinum er framúr. - Eg vil siga tað so, at lagið alla tíðina hevur verið gott í hópinum. Eisini tá tað hevur gingið minni væl. Men samstundis er eingin ivi um, at vit fegnir vilja vaska stórtapið í Glasgow av okkum. - Og so er eingin loyna, at kvaliteturin í hópinum er betri í dag, enn hann hevur verið. Vit hava verið óvan­ liga hart plágaðir av skað­ um, men vónandi er tann tíðin nú farin. - Men fyrst og fremst ræð­ ur um hjá okkum at spæla eins væl, sum vit gjørdu leyg­ardagin. Uttan at taka nakað frá nøkrum, so var hugburðurin framúr leygar­ dagin. Bæði í fyrireik­ing­ unum og til dystin. Spæl­ar­ arnir vóru kyniskir og ró­ligir, og tað sigur væl eis­ ini nakað, at vit levera eitt risa arbeiðsavrik móti heims­meistarunum, uttan at spælararnir fáa eitt ein­ asta gult kort, sigur altso Jógvan Martin Olsen. Jógvan Martin eigur avgerðina Hóast hann vónar at sleppa millum teir fyrstu ellivu, so letur Fróði Benjaminsen tað vera púrasta upp til venjaran, hvørt so verður Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Leygardagin mátti hann hyggja at, meðan liðfelag­ar­ arnir stríddust móti heims­ meistarunum. Men hóast ikki ein fingur kann setast á avrikið hjá spælarunum í tí dystinum, so vónar Fróði Benja­minsen, at pláss er fyri sær, nú liðið skal setast av nýggjum til Skotlands- dystin. – Mann kann so ikki gremja seg um tað, sum hinir løgdu fyri leygardagin. Men mikudagin er ein nýggjur dystur, og so er tað upp til venjaran, hvørja loysn hann velur, sigur Fróði, sum als ikki vil tosað um, hvørt ella hvar á vølli­ num hann vónar ella væntar at spæla. Men tá tað kemur til sjálv­ an dystin móti skotum, so er boðskapurin frá Fróða greiður. - Tað hava vit allir tosa um. Innsatsurin móti Italia var framúr, men hesa ferð er talan um nýggjan dyst, og tí skulu armarnir niður. Leygardagurin skal gloym­ ast. Tit hava ofta staðið tykk­ um væl móti skotum. Vænta tit, at tit eisini gera tað hesa­ ferð? – Seinast teir vitjaðu her, høvdu vit 2-0 leiðslu, sum teir tó javnaðu, men ein end­ ur­tøka av tí úrslitinum vildi nú verið heilt stuttlig. Súni Olsen og Mikkjal Thomassen vóru tveir av spælarunum, sum tóku sær hampuliga av løttum mánadagin. Ei undur í, tá hugsað verður um kilometrarnir, sum teir runnu leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen Fróði Benjaminsen vil á ongan hátt nerta við spurningin, um hann skal aftur á liðið ella ikki Mynd: Álvur Haraldsen Armarnar niður