týsdagur 5. juni 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 105 - 5. juni 2007 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Um Skotland vinnur 1-0 á Toftum, so skulu
vit vera sera fegnir
Andy Watson, hjálparvenjari hjá Skotlandi
1.500
atgongu
merki
eftir
Í morgin klokkan
13 byrjar sølan
av seinastu
atgongumerkjunum
til dystin á
Svangaskarði
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað eru fleiri lutir, sum
tala fyri, at tað verður
fullsett kring Svanga
skarð týsdagin.
Ítróttarliga man tað
hava heilt nógv at siga,
at avrikini hjá lands
liðnum hava verið stak
góð seinastu ferðirnar.
At talan er um heimadyst
móti skotum ger neyvan
vónirnar verri, og við
bjartari
veðurforsøgn
kann væl verða, at áhug
in økist eitt fitt petti
afturat.
Hjá mótstøðuliðinum
er í øllum førum veldugur
áhugi
fyri
dystinum.
Skotsku
áskoðararnir
verða millum 800 og
1.000 í tali, men tað eru
eingi útlit fyri, at hesir
einsamallir
sleppa
at
herseta Svangaskarð. Av
teimum 4.000 plássunum,
sum eru eftir til dystin,
eru enn 1.500 atgongu
merki eftir. Klokkan 13
verður byrjað at selja
hesi, og hjá FSF vóna
tey, at fólk vilja nýta
høvi
at
keypa
sær
atgongumerki í góðari
tíð. Ikki minst tí farturin
hjá Smyrli væl kann
gera, at trýstið á atgongu
merkjasøluna
verður
heilt stórt seinasta tíman
undan dystarbyrjan.
Veðurmenninir siga
blikalogn og upp í 16
hitastig, tá Føroyar
spæla móti Skotlandi
í morgin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Vit eru í juni mánaði, og
hesin er ofta góður í
Føroyum. Beint nú liggur
eitt
hátrýst
eisini
yvir
okkum, og tað gevur bæði
stilt og støðugt veður, sigur
Petur
Skeel
Jacobsen,
veðurfrøðingur
um
for
søgnirnar til mikukvøldið,
tá landsdystur er á skránni.
Og sum veðurkortið sær
út, so ivast Petur ikki í, at
talan verður um fínan sól
skinsdag á Svangaskarði.
Nakað av mjørka er,
men hesin er bert um
náttina, tá luftin kølnar. Út
á dagin er hesin burtur.
Kanska talan verður um eitt
lítið sindur av sirmi, men
hetta skuldi á ongan hátt
bilað. Og skal eg velja, so
vildi eg heldur havt sól
brillur enn regnskjól, sigur
hann.
Og hitin í morgin verður
heilt nógvur. Upp í heili 16
stig verður sagt. So er
einasti spurningurin, hvørt
Rógvi
Jacobsen
og
liðfelaganir økja hesi til 17
ella kanska 19!
SkySport ásetur klokkutíðina
Dysturin í Føroyum má víkja fyri útidystinum hjá Ong-
landi í Estlandi
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Upprinaliga var ásetingin, at dysturin á Svangaskarði skuldi spælast
klokkan 19, og tað er eisini hetta, sum framgongur av plakatunum,
sum FSF hevur sent út undan dystinum.
Orsøkin til, at hetta síðani er broytt til klokkan 17.15 er, at SkySports
hevur keypt rættindini til dystin.
Fyri at SkySports skuldi keypa dystin frá SportsFive, sum vit hava
selt rættindini til, var tó neyðugt, at dysturin skuldi flytast. Hetta tí
Ongland spælir í Estlandi mikukvøldið, og tann dysturin byrjar
klokkan 19.30, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF.
Formliga er eingin trupulleiki í hesum, so leingi sum hetta verður
fráboðað UEFA innan evstamark hjá teimum. Men vit hildu tað vera
ikki annað enn rímiligt, at FSF fekk ein bita av køkuni, um SportsFive
á hendan hátt forvinnur fleiri millióniir eyka. Og vit hava samrátt
okkum til eina loysn á hesum, sigur Ísak Mikladal.
Sólbrillur til Svangaskarð
Talan verður um framúr summarveður, nú skotsk innrás verður í Føroyum komandi dagarnar
Mynd: Álvur Haraldsen
Nógvar útskiftingar
Tá ið Føroyar 2. september í fjør taptu 60 í Glasgow var tað annar
tennissekkurin innan tvær vikur. 16. august hevði Georgia vunnið 60 á
Svangaskarði.
Seks spælarar, sum eru við til at manna landsliðið hesa ferð, vóru ikki
í 18 manna hópinum í Glasgow 2. september í fjør. Tá var føroyska liðið
soleiðis mannað: Jákup Mikkelsen – Jákup á Borg, Atli Danielsen, Óli
Johannesen, Janus M. Joensen – Julian Johnsson (Símun Samuelsen,
76.), Fróði Benjaminsen, Pauli G. Hansen, Rógvi Jacobsen (Kári
Nielsen, 84.), Jónhard Frederiksberg (Hanus Thorleifson, 60.) – Christian
Høgni Jacobsen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn vóru Meinhardt Joensen, Claus
Bech Jørgensen, Hans Pauli Samuelsen og Vagnur Mohr Mortensen.
Tað er ikki altíð einstøku spælararnar, sum tað snýr seg um. Tað ræður
um at finna røttu samansetingarnar og røttu javnvágina ímóti einstaka
mótstøðuliðnum. Leygarkvøldið vísti, at ímóti Italia var talan um
topptrimmað føroyskt lið.
Nú er spurningurin, hvussu tað verður ímóti Skotlandi. Eftir glæsiliga
avrikið ímóti Italia eru fyritreytirnar á so mangan hátt øðrvísi, enn tær
vóru í september í Glasgow, tá ið liðið var illa sølað eftir stórtap á
heimavølli ímóti Georgia.
-mørk