Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 5. juni 2007 33 StarvSfólk til Søludeildina P/F Faroe Seafood P/F · Vestara Bryggja · FO-100 Tórshavn · Tlf. 355555 P/F Faroe Seafood eigur 8 fiskavirkir og eru hesi spjødd um alt landið. Felagið hevur drúgvar royndir við at hagreiða og selja øll fiskasløg, serliga upsa, tosk, hýsu, svartkalva og kongafisk. Vit selja og útflyta vørur til nógv ymisk lond. Uppgávurnar hjá starvsfólkinum verður m.a: • logistikk • samstarv og samskifti við keyparar av vørunum. • samstarv og samskifti við flutningsfeløg • samstarv og samskifti við keypsleiðslu • samstarv og samskifti við søluleiðslu og virkisleiðarnar Krav er at umsøkjarin hevur hesar førleikar: • góðan málkunnleika serliga í enskum • Studentsprógv ella HHprógv • góð samstarvs- og kommunikatiónsevni. Ynskiligt, tó ikki treyt, er at umsøkjarin hevur hesar førleikar: • kunnleika til Axapta ella Navision • kunnleika til og royndir innan logistikk. • kunnleika til framleiðslu á fiskavirkjum. Upplæring verður givin. Studenta- og handilsskúlanæmingar sum verða liðug í summar eri eisini vælkomin at søkja. Starvsstaður er á skrivstovu okkara í Havn. Løn eftir avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknarfreistin er 11. juni 2007. Um fyri- spurningar eru viðvíkjandi hesum starvi, so kunna tygum tosa við Símun Jacobsen, sølu- og framleiðslustjóri. Umsóknin skal saman við prógvum og við- mælum sendast áðrenn 11. juni 2007 til: Faroe Seafood P/F att : Símun Jacobsen Postboks 68 · FO-110 Tórshavn, Føroyar Telefon 355555 · Telefax 355550 P/F Faroe Seafood søkir eftir starvsfólk til søludeildina Handilsbygningurin Hjá Fróða til sølu! Talan er um handilsbygning, sum liggur Yviri við Strond 3, 100 Tórshavn. Bygn­ ingurin er í 3 hæddum. Samlaða gólvvíddin er umleið 730 m2. Grundøkið er umleið 550 m2. Tað er betongdekk millum hæddirnar. Bygningurin kann t.d. nýtast til skrivstovuhølir og handil. Bygningurin liggur sera væl fyri og hevur gott útsýni yvir Eystaru Bryggju og Nólsoyarfjørð. Ognin verður seld um hóskandi boð fæst. Ognin kann síggjast eftir avtalu. Meiri fæst at vita um ognina við at fara inn á heimasíðu okkara www.lawfirm.fo Áhugaði kunnu venda sær til Inga Højgaard, advokat, fartelefon 511709 og ih@ lawfirm.fo advokatFelagið við strond 4 Yviri við Strond 4 · tel 311260 · fax 311261 · P.o. box 359 fo-110 tórShavn · faroe iSlandS · lawfirm@lawfirm.fo HEIMASÍÐA: WWW.LAWFIRM.FO tórmóður djurhuuS · jógvan Páll laSSen · Petur even djurhuuS · jógvan e. ellefSen anna dam · ingi højgaard · jóhan j. lamhauge gunn ellefSen · mimi SteintórSdóttir Lærarastørv í Argja skúla Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2007: ArgjA skúli Argjavegur 32 · FO-165 Argir · Postboks 2002 Tel 30 25 10 · Fax: 30 25 11 · argskuli@post.olivant.fo • 9 tíðaravmarkaði størv fyri lærarar í farloyvi • 2 lærarar í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2007/2008 vegna lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar. • 1 starv fyri lærara í burðarfarloyvi frá 1. august 2007 - 1. januar 2008 Søkt verður eftir lærarum sum duga at samstarva, eru fyrikomandi, sýna næmingum og undirvísing sín eldhuga og hava áræði til at taka ábyrgd Førleikakrøv: Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum • Føroyskum • Kristni • Handverk og list • Støddfrøði • Alisfrøði • Náttúru og tøkni • Fimleiki /svimjing ge/dr • Serligum tørvi Lønar- og setanartreytir: Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4 sam- bært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærara- størvunum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. september 2006. Umsóknir Umsóknir við lívsrensli og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóra- num í hendi í seinasta lagi 20. juni Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Marjun Holm, skúlastjóra, á tlf 302510 og 221466 ella Símun Abrahamsen, vara- skúlastjóra á tlf. 302510 og 221100. Eisini ber til at senda teldupost til skúlan argskuli@post.olivant.fo Argja skúli hevur komandi skúlaár 333 næmingar í 1 . - 10. flokki, tveir flokkar í hvørjum árgangi. Á skúlanum starvast 33 lærarar, 1 skrivstovufólk, 2 húsavørðar og 6 vaskifólk. Argja skúli arbeiðir í løtuni við at styrkja samstarv millum heim og skúla og fyri fjølbroyttari, avbjóðandi og mennandi undirvísingini. Og somuleiðis fyri góðum arbeiðsumhvørvi hjá øllum, sum virka í Argja skúla. Skúlin stendur fyri stórari, spennandi útbygging uppi á Hamrinum. Les meir um okkum á www.argjaskuli.fo FØROYA HANDILSSKÚLI Postsmoga 177 · 110 Tórshavn · Tel 317177 · Telefax 313374 www.fh.fo · FØROYA HANDILSSKÚLI Kunningarfundur um MBA og HD Ynskir tú framhaldandi útbúgving innan leiðslu? Ella á HD? verður á Føroya Handilsskúla , sum vera bodnar út á Handilsháskúlanum í Århus. Umboð fyri Handils- háskúlan, m.a. John Ibsen Kjeldsen, lektor og lestrarleiðari fyri HD og MBA útbúgvingarnar, fara at greiða frá møguleikunum við Handilsháskúlan í Århus. Vinarliga á skrivstovu Handilsskúlans ella við at senda teldupost til Hósdagin 7. juni kl. 19.00 kunningarfundur um MBAFleksibel og HD linjur boða frá luttøku í seinasta lagið mikudagin kl. 12.00 sg@hsh.fo lýsingar Lesið -so eru tit við!