týsdagur 5. juni 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 105 - 5. juni 2007 ]
Fuglur
seinkaði
skotunum
Skotska landsliðið
varð hálvanannan
tíma seinkað til
Føroya, tí ein fuglur
hevur gjørt skaða á
flogfari hjá Atlantic
Airways
Fótbóltur
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Skotska landsliðið skuldi
koma til Føroya seint
seinnapartin í gjár, men
ferðin varð hálvanannan
tíma seinkað.
Trupulleikin var, at
leiguflogfarið hjá Atlants
flog hevði fingið eitt
sonevnt
»birdstrike«.
Hetta er tá flogfarið fær
ein fugl á seg.
Vit høvdu eitt “bird
strike” mánakvøldið og
noyddust at skifta flogfar,
greiðir
Magni
Arge,
stjóri í Atlantsflogi frá.
Vit vónaðu, at fuglurin
ikki hevði gjørt skaða,
men tá tað so varð stað
fest, at forkanturin á
vinstra vongi hevði fing
ið eina buglu, var neyð
ugt við nýggjum flog
fari.
Fundast
fríggja
dagin
Eitt tap, burturvísing av
heimavallarrættinum og
eina stóra bót. Hetta
kann danska fótbólts
sambandið vænta sær,
eftir at ein vitleysur
áskoðari um vikuskiftið
rann inn á vøllin í Parkini
og leyp á dómaran, Her
bert Fandel, sum dømdi
dystin millum Danmark
og Svøríki.
Eingin avgerð er tó
tikin enn, og UEFA boð
ar nú frá, at avgerð verð
ur tikin á fundi fríggja
dagin.
Grningsmaðurin, ein
29 ára gamal dani, er nú
leyslatin eftir at hava ver
ið til avhoyringar.
Tríggjar ódnir eru
upp á spæl, tá ið
kabalin skal fáast at
ganga upp undan
uppgerðini ímóti
Skotlandi
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Er tað hugsandi, at Jákup á
Borg, sum leygarkvøldið
var á landsliðnum fyri 50.
ferð, ikki verður ímillum
teir fyrstu ellivu ímóti
Skotlandi?
Higartil
hevur
Jákup
verið sjálvskrivaður í ytstu
ódnini í høgru, og tað kann
væl vera, at hann eisini
verður í tí plássinum í
morgin. Jákup hevur man
gan verið stinnur. Serliga
klárt í huganum stendur
avrikið, tá ið Skotland
vitjaði á Svangaskarði 6.
september 2002, og úrslitið
var 22. Føroyar løgdu seg
beinanvegin framum 20. Í
báðum førum var núverandi
hjálparvenjarin á landslið
num, John Petersen, mál
skjútti, og í báðum førum
var tað Jákup á Borg, sum
átti næstsíðsta fótin á.
Vit hava ikki gjørt upp
við okkum sjálvar enn,
hvussu liðið fer at síggja út.
Eg var framúr væl nøgdur
við
hugburðin
leygar
kvøldið. Men tá ið tað nú
eru fleiri at velja ímillum,
enn tað áður hava verið,
sigur tað seg sjálvt, at vit
hava positivar trupulleikar.
Hvat úrslitið verður valdast
eisini,
hvussu
einstøku
spælararnir eru fyri eftir
stóra stríðið ímóti heims
meistarunum, sigur Jógvan
Martin Olsen, landsliðs
venjari.
Venjarin vil altso ikki
siga nakað um uppstilling
ina.
Leygarkvøldið
var
hann serliga væl nøgdur við
skipingina av liðnum. Hóast
verjuparturin riggaði væl,
so er tað nógv, sum bendir á
– sum sagt í blaðnum í gjár
– at Fróði Benjaminsen
verður miðverji fyri Jón
Róa Jacobsen.
Jákup Mikkelsen, sum í
annaðkvøld fer at verja
føroyska málið fyri 50.
ferð, verður málverji, og
Óli Johannesen verður mið
verji.
Landsliðsvenjarin
hevur leingi leitað eftir nýg
gjum vinstra vongverja.
Marni Djurhuus er ikki so
at
siga
føddur
vinstri
vongverji, men hann hevur
megnað at lyfta ábyrgdina.
Tá ið tað endiliga hevur
eydnast at finna spælara,
sum megnar hetta plássið,
so fer venjarin neyvan at
gera nýggjar royndir. Marni
fer at fáa møguleikan at
býta seg fastan.
Mikkjal Thomassen og
Súni Olsen stóðu seg fínt á
sentrala miðvøllinum, har
teir eisini fara at spæla í
morgin. Christian Høgni
Jacobsen var sera eyðsýndur
í vinstra borði. Bæði hann
og málskjúttin ímóti Italia,
Rógvi Jacobsen í næst
fremsta leiklutinum, fáa
møguleikan aftur í morgin.
Høgra borðið
So var tað spurningurin,
um tað kann hugsast, at
Jákup
á
Borg
ímóti
Skotlandi ikki verður í
plássinum høgru megin á
miðjuni. Jákup var smá
skaddur, tá ið hann leygar
kvøldið varð skiftur út, og
tað er einki at liggja omaná,
at avrikið hesa ferð hjá
honum ikki var heilt á hædd
við tað, sum hann ofta áður
hevur víst á landsliðnum.
Símun Samuelsen varð
settur inn á miðvallarplássið
í høgru. Undanfarnu ferðir
nar hevur Símun ikki verið
serliga sannførandi. Hesa
ferð greip vágbingurin í
Keflavík møguleikan. Hann
víst sjálvsálit, hugflog og
dynamikk. Símun fann væl
saman við Atla Danielsen,
og hann átti triðsíðsta fótin
á, tá ið Rógvi Jacobsen
skoraði eftir innlegg frá
Atla Danielsen.
Umframt at Símun bjóðar
Jákupi av, so er ein annar
møguleiki, at Atli Danielsen
verður fluttur av vongverj
anum í høgru og eina ódn
fram.
Tann
møguleikin
hevði borið við sær, at pláss
hevði verið fyri Jón Róa
Jacobsen á vongverjanum í
høgru. Hetta plássið hevur
hann ofta røkt í AaB.
So er tað fremsta álops
plássið. Leygarkvøldið røk
ti Andrew av Fløtum sessin,
inntil Christian Lamhauge
Holst loysti hann av. Báðir
komu teir væl frá upp
gávuni. Hóast Christian
hevur spælt nógv meiri í
álopinum hjá Lyngby, sum
er á veg í superliguna, enn
Andrew
hevur
spælt
í
álopinum
hjá
Fremad
Amager, sum er í vanda fyri
at detta eina deild niður, so
segðist Andrew vera betri
fyri enn kappingarneytin, tá
ið landsliðið í síðstu viku
fyrireikaði seg til dystin
ímóti Italia.
Tann av teimum báðum,
sum vísir seg at vera betri
fyri í morgin, fer at fáa
fremsta álopsplássið.
Eitt av plássunum, sum møguliga verður broytt mikukvøldið, er høgri miðvøllur, har Jákup á Borg annars hevur sitið rimmarfastur á sessinum seinastu seks árini
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað er trýst á Jákupi
Stríðast í Tirana
Í morgin fara Føroyar fyri aðru ferð at spæla U21 landsdyst í
fótbólti. Dysturin verður í albanska høvuðsstaðnum Tirana. Føroyar
spældu leygardagin á útivølli ímóti Kroatia, sum vann 20.
Føroyska ferðalagið kom seint sunnukvøldið til Albania eftir at hava
millumlent í Budapest. Í gjár og aftur í dag hava venjingar verið á
skránni. Levi Hanssen, sum hevði týdningarmiklan leiklut á
verjukendum miðvallarplássi leygardagin, kom ikki á vøllin eftir
steðgin. Hann hevði fingið spark niður á fótin. Levi hevur fingið
viðgerð síðani leygardagin. Tað verður roknað við, at hann verður
førur fyri at spæla í morgin. Allir hinir spælararnir eru eisini tøkir.
Albania tapti síðsta fríggjakvøld 40 í Italia.
John er toppskjútti
Burtursæð frá Íslandi, sum Føroyar hava spælt níggju ferðir ímóti,
síðani altjóða limaskapurin gjørdist veruleiki í 1988, so er Skotland
tann fótbóltstjóðin, sum Føroyar oftast hava dystast ímóti. Allar
uppgerðirnar uttan tvær ímóti Íslandi hava verið vinardystir. Í
annaðkvøld fara Føroyar og Skotland at hittast fyri áttandu ferð. Allar
ferðirnar hevur talan verið um undankappingardystir. Samantalda
úrslitið higartil ímóti Skotlandi er fimm tap og tveir javnleikir.
Málmunurin er 621. John Petersen, sum nú er hjálparvenjari á
landsliðnum, hevur skorað helmingin av málunum ímóti Skotlandi.
Eitt upp á brotssparkið, sum varð dømt ímóti Toda Jónsson í Aberdeen
í 1998, og tvey í minniliga 22 dystinum á Svangaskarði í 2002.