Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 6. juni 2007 5 tíðindi n til spillis mán­aðir at avgreiða eina slíka umsókn. Men av tí at summerferia er, kann tað taka longri. Men mánadagin fekk hon so at vita, at tey tíverri høvdu gloymt at fortelja henn i, at tá ið hon søkti um varandi uppihaldsloyvi, skuldi hon til integratións­ samrøðu hjá løgregluni at fáa greiði á, hvussu væl hon var integrerað, hvussu væl hon dugir føroyskt og so víðari. Tann samrøðan varð so av­greitt í gjár. Men tá fekk hon samstundis at vita, at starvsfólkið, sum skuldi av­greiða umsóknina, var akkurát farið í feriu og har var altso ongin ann ar, sum kundi avgreiða málið. - Jú, snávingarsteinarnir hava verið nógvir og hvørja ferð, ein trupulleiki er loyst­ ur, stinga aðrir seg upp. Men hetta er bara eitt dømi afturat um, hvussu illa tað gongur, tá ið almenn ir myndugleikar geva skeivar og manglandi upplýsingar. Slítandi og skakandi Natasha sigur, at øll hesi árini hava verið ógvuliga slít­andi og uppskakandi. – Eg kann ikki fara til hand­ ils uttan at ein rúgva av fólki spyr um eg veit nak­ að nýtt frá myndug­leiku­ num. – Fari eg í føðingardag ella í veitslu, er sama skilið og tí er hetta nakað, sum fyllir tað mesta av øllum mín­um gerandisdegi. Sjálvt um hetta kann vera strævið, gleðist Natasha kort­ini inn ast inn i um hetta, tí hetta er eitt tekin um, at fólk eru kedd um støðuna, hon er í. – Eg vil fegin leggja ætl­ anir fyri framtíðina. Eg vil fegin sleppa at bjóða meg fram á arbeiðsmarknaðinum Eg kundi eisini havt hug at gingið í skúla fyri at fingið mær onkra útbúgving. – Men alt hetta kann eg ikki. Í samfull átta ár hava al­menn ir myndugleikar forða mær í at gera nakað sum helst. – Tað er ræðuligt at liva í óvissu so leingi og tað eru faktiskt átta ár av mínum lívi, sum eru farin fyri skeyti. Samstundis heldur hon, at øll eru ikki javntsett fyri lógini, tí hon hoyrir javnan um útlendsk ítróttarfólk, har tað tekur nakrar fáar vik­ur at avgreiða øll loyvini, bæði til ítróttarfólkið sjálvt og til makan. – Eg veit ikki, hví flaka­ fólk skulu hava verri um­støður enn ítróttarfólk Natasha sigur, at hon hev­ ur onkuntíð ætla sær okkurt, men tað er hvørja ferð dott­ ið niðurfyri. – Tað er eisini nógv fyri at sita og gløða út ígjøgnum køksvindeygað dag um dag og síggja fólk fara til ar­beiðis og ikki kunn a fara sjálv. Stúrir tú nakrantíð fyri, at tað endar við, at tú verður send av landinum aftur. Eftir eina góða løtu, har tað sæst, at hon svølgir ein klump í hálsinum, svarar hon lágmælt. – Eg royni ikki at hugsa um tað. Men tað slepst ikki undan at eg hugsi um tað við­hvørt. Serliga tá ið eg hoyra um ólukkuligar lagn­ ur, har útlendingar verða út­nyttaðir og koma illa fyri og verða sendir av landi­ num. – Men soleiðis er mín støða ikki. Eg eri ikki inn ­ flutt fyri at verða útnyttað og eg eri ikki kriminell. Hóast alt hava vit tað gott í Hvalba og nú hava vit eisini búð her so leingi, at eg slái meg til tols við, at tað er óhugsandi, at vit ver sent avstað aftur. – Men tað er óskiljandi, at samfelagið ikki kann virði­s­meta, at fólk gera, alt, tey kunn u, fyri at gerast ein partur av samfelagnum. Hon veit eisini, at dóttirin er plágað av tankanum um, at hon kann missa alt og verða send av landinum. – Hon sigur ikki so nógv, men onkuntíð spyr hon um tað kann henda, at vit verða send avstað. – Eg brúki nógva tíð at hugsa um, hvat eg havi gjørt skeivt og hvat, eg kundi gjørt øðrvísi og tað hevur drenað meg fyri alla orku. Hetta er so strævið at nú eru battaríðini tóm. – Eg veit ikki um nakar hann hugsa sær, hvussu tað er at ganga við nervum, hvønn einasta dag, eg skal i postkassan, tí eg stúri fyri um keðilig boð frá myndug­ leikunum liggja í honum í dag. Serliga fyri dóttrina hevði tað verið ein vanlukka at verð­ið send av landinum aft­ ur. Hon er nú 13 ár og hev­ ur búð í Hvalba í 10 ár til­ samans, harav tey seinastu átta út í eitt. Hon er ikki serliga kring í sínum upprunaliga máli long­ ur og hjá henn i er Hvalba heimið. – Eg eri eitt sindur hørm um, at eg ikki havi hildið upprunaliga málið hjá henn i viðlíka. Men fyri at inte­ grera okkum í føroyska sam­felagið, havi eg lagt doyðin á at læra málið. Tí hava vit altíð tosað føroyskt okkara millum og nú hevur tað leingi verið tað natúrliga málið hjá okkum. Men hesi árini hava verið so strævin, at eg havi rætt og slætt ikki havt yvirskot til at halda føði­málið við líka. Við opnum ørmum Men í øllum mótburðinum, er Natasha ómetaliga takk­ som fyri, at tað akkurát var í Hvalba, at hon lendi. Frá fyrsta degi føldu vit okkum hjartaliga vælkomin í Hvalba. Hvalbingar hava tikið ímóti mær sum einum av sínum egnu. Eg havi aldrin merkt, at nakar hevur gjørt mismun á okkum fyri tað um vit eru útlendingar og eg føli, at vit eru full­ komiliga góðtikin av bygdar­ fólkinum. – Eg havi ongi skyldfólk í Føroyum, men nú havi eg so nógv góð vinfólk, at tað gongur av tí besta og í so máta stórtrívast vit. Natasha leggur afturat, at hon dugir ikki at seta orð á, hvussu takksom hon er fyri alt, sum hvalbingar hava gjørt fyri hana. – Teir hava hjálpt mær ótrú­liga nógv og eg veit ikki, hvat eg skuldi gjørt utt­ an tey. Men tað má eisini sigast, at Natasha og Vanju hava ikki ligið á latu síðuni, men hava arbeitt hart fyri at verða vælkomin í lokal­sam­ felagnum í Hvalba og fyri at fáa integratiónina at eydn­ ast. Natasha hevur arbeitt, tað hon hevur kunn að. Hon er stóran vinaskara og hon er enn tá tvær ferðir staðið gumma at einum lítlum hvalbingi. Er tað ein spurn­ ingur um at hjálpa til í Royn­ høllini antin at vaska ella at varta upp í eini veitslu, er hon altíð til dystin fús og hon situr javnan dadda fyri ymisk foreldur tá ið brúk er fyri tí. Samstundis klárar dóttur­ in seg sera væl í skúlanum. Lívrætturin er fyltur lundi, men ræstur fiskur glíð­ur eisini væl niður. Skerpi­kjøt og ræst kjøt er hon ikki so óð eftir, ið hvussu so er ikki um tað er alt ov sterkt. – Eg eri ómetaliga takk­ som fyri okkara vinfólk í Hvalba, tí uttan tey, hevði tað fallið nógv tyngri, tí tey eru góð at tosa við og eru altíð fús at hjálpa. – Tað hjálpir øgiliga væl at tosa við góðar vinir, tí hetta hevur fylt allar mínar tankar í átta ár og tað er gott at sleppa av við tær nega­tivu kenslurnar við at lossa tær yvir á tey. Hesa tíðina, hon hevur ging­ ið í Føroyum eru kort­ ini ikki heilt farin fyri onki, tí í hesum døgum er hon til próvtøku í teimum seinastu lærugreinunum í fráfar­ ingar­roynd fólkaskúlans. Tá ið hon hevur tikið 9. flokk, kann væl hugsast, at hon fer víðari til student, ella á heilsuskúla, ella til onkra aðra útbúgving. Sostatt eru Natasha og Vanja dømi um eina mynst­ ur integratión, bæði máls­ liga og sosialr. Hon sleppur bara ikki til arbeiðis. Ikki sær foreldur í átta ár Í hinari greinini kann lesast, at Natasha hevur nú fingið at vita, at hon fær arbeiðs- og upphaldsloyvi í átta mán­ aðir. Beint áðrenn at Natasha fekk arbeiðsloyvið, hevði hon gjørt av at fara heim at ferðast. – Tað var keðiligt, at tað skuldi fella saman við ar­beiðsloyvinum, men nú eru ferðaseðlarnir bílagdir og goldnir, so tað vendst ikki aftur. – Men eg gleði meg eisini sleppa til heimlandið at ferð­ast. Eg havi ikki sæð mammu og pápa og hini í familjuni í samfull átta ár. Ann ar abbin er langt síðani deyður, men seinast eg sá omm­una var fyrst í nítiáru­ num, tá ið borgarakríggið byrj­aði. Vanja hevur ongan­ tíð sæð tey. Hin abbab síggja vit so heldur ikki aftur, tí hann soyði stutt fyri jól og tað er ein spurningur, ” – Frá einum almennum starvsfólki havi eg fingið at vita, at eg kundi ikki søkja um varandi uppihaldsloyvi fyrrenn í desember í ár. Men nú havi eg fingið at vita frá einum øðrum starvsfólki, at eg kundi havt søkt fyri einum heilum ári síðani ” – Biður arbeiðsgevarin teg hoppa, skalt tú hoppa. Hesi boðini fekk eg frá starvsfólki á einum almennum stovni í Føroyum. Soleiðis sigur man bara við trælir Tropisk melduródn Melduródnin Gonu fer væntandi at raka Oman mikudagin. Hetta er ein super cyklon, ið kemur orsakað av óvanligum lágtrýsti. Á heimasíðuni dmi.dk sæst, at melduródnin Gonu er sera hørð og týsdagin nærkaðist ferðin 300 km/t í hvirlunum og er tropisk melduródn í bólki 4. Vandi er fyri, at ódnin gerst harðari og kemur í hægsta bólk fyri melduródnir, bólk 5. Tá hon rakar Oman mikudagin verður hon væntandi komin niður aftur á 170 km/t. Føroyingar eru staddir í Oman í løtuni, men júst hvar er ilt at siga. Tað vóru avvarðandi hjá einum føroyingi, sum er í arbeiðsørindum í Oman, sum gjørdu okkum varugan við tíðindini um Gonu, og honum eru eini tvær aðrar føroyskar familjur eisini í landinum. Leið 410 heldur fram Klaksvíkar kommuna skrivar, at avtalan, sum tær tríggjar kommunurnar, Leirvíkar-, Fuglafjarðar- og Klaksvíkar kommuna hava havt við Strandfaraskip Landsins, um felags bussflutning, hevur hepnast so væl, at avgerð er tikin um at leingja samstarvið. Endamálið við samstarvinum um rutuna er at knýta býir og bygdir í økinum við Norðoyatunn ilin nærri saman, og at samskipa lokalu flutningsruturnar við rutunetið hjá Strandferðsluni. Sáttmálin fevnir um flutning av íbúgvum, skúlabørnum og skúlaungdómi. Tað ferðast umleið 6.000 fólk mánaðarliga við leið 410. Framhald á næstu síðu