mikudagur 6. juni 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 106 - 6. juni 2007
Innbrotstjóvur
leyslatin
Í gjár var tann seinni av innbrotstjóvunum, sum brutu inn
í Føroya banka á Toftum herfyri, leyslatin. Hann varð
varðhaldsfongslaður fram til 8. juni, tí hann noktaði seg
sekan. Nú hevur hann tó broytt meining, hevur játtað seg
sekan og slapp tí út. Hesin maðurin var saman við einum
øðrum handtikin leygarnáttina 26. mai, tá teir royndu at
ræna tvær pengaboksir. Hetta miseydnaðist sum kunnugt,
og verða teir nú skuldsettir fyri vanligt innbrot.
Sjómannadagur
afturljóð í útnorði
Á Sjómannadegnum 17. august í fjør kastaðu børnini fløskupostar á
Kalsoyarfirði . Hesir eru síðani funnir aftur av børnum í Føroyum,
Íslandi og Noregi. Tað vóru Klakkur og Ågot, sum førdu tey umleið
100 børnini við fløskupostum út á fjørðin, har børnini skrivaðu á
ein lepa hvar posturin var sleptur, og hvar eitt møguligt svar skuldi
sendast til. Fyrstu fløskupostarnir vórðu funnir aftur á Vágoynni 20.
august 2006 og síðani eru teir funnir víða um í útnorði. Á
heimasíðuni hjá Norðlýsinum sæst kort yvir, hvar postarnir eru
funnir og myndir av børnunum, sum hava fingið svar.
Mátararnir á spøl
unum vístu næstan
tvær ferðir so nógv,
sum skipið var egn
að til. Løtu seinni
holvdist tað
Vanlukka
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Sambært skipspappírunum
mátti „Bourbon Dolphin“
ikki átaka sær uppgávur,
sum kravdu meiri enn í
mesta lagi 180 tons sleipi
megi. Kortini vístu mátar
arnir á spølunum 330 tons,
beint áðrenn skipið holvdist
millum Føroyar og Hetland
tann 12. apríl. Vanlukkan
kostaði átta mannalív.
„Bourbon Dolphin“ lá
hjá boripallinum „Transoce
an Rather“ saman við trim
um øðrum skipum. „Bour
bon Dolphin“ hevði ta
minstu maskinorkuna av
teimum fýra skipunum og
skuldi tí hjálpa hinum, men
av einari ella aðrari orsøk
fekk skipið uppgávuna at
flyta eitt akker hjá „Tran
socean Rather“ tann 12.
apríl.
Tann einasti av yvirmonn
unum, sum slapp livandi frá
vanlukkuni, hevur sambært
blaðnum VG greitt frá, at
teir
bóðu
hjálparskipið
„Highland Valor“ um hjálp,
tá mátararnir nærkaðust
teimum 180 tonsunum, sum
skipið hevði loyvi til. Men
hóast fleiri royndir miseydn
aðist tað hinum skipinum at
hjálpa við tí úrsliti, at øll
tyngdin hekk á „Bourbon
Dolphin“. Undir sjófrágreið
ingini skal yvirmaðurin
hava sagt, at uppgávan fór
at krevja millum 240 og
300 tons av spølunum, men
at mátararnir vístu 330
tons, beint áðrenn skipið
holvdist.
Tað var næstan tvær
ferðir so nógv, sum „Bour
bon Dolphin“ var egnað til
og hevði loyvi til, staðfestir
VG.
Nýggjar reglur
Sigurd Gude, virkandi stjóri
í norska sjóferðslustýrinum,
sigur við blaðið, at síðani
vanlukkuna við „Bourbon
Dolphin“ hevur stýrið givið
øllum frálandareiðaríunum
boð um, at skipini skulu
ikki átaka sær størri uppgáv
ur, enn tey hava fingið loyvi
til. Samstundis koma nýggj
ar reglur, sum gera mun á
vanligum sleipi og arbeiði
við ketum og akkerum.
Dolphin legði alt ov nógv fyri
Atgongumerkjasølan
til konsertina við
Íslendska Symfoni
orkestrinum og
songkvinnunum
Eivør Pálsdóttir og
Ragnheiður Grøn
dal hevur gingið
so mikið væl, at
avgjørt er at hava
eina eyka konsert
fríggjakvøldið 15. juni
Tíðindaskriv
Undir heitinum “Minni úr
farnari tíð” fara føroyska
Eivør og íslendska Ragn
heiður á pall at syngja
saman við íslendska sym
foniorkestrinum, sum til
hesa konsertina telur ikki
minni enn 80 mans. Sum
heitið sipar til, eru kendir
“slagarir” á skránni, sum
Hrafnkell Orri Egilsson
hegnisliga hevur útsett fyri
symfoniorkestur.
Fólk
kunnu gleða seg til at hoyra
nakrar av føroysku “slag
arum” eisini.
Frásøgukvinna
veðru
Ragnheiður Ásta Péturs
dóttir, sum í eitt mannaminni
hevur verið ein elskað
útvarpsrødd í Íslandi.
Norðurlandahúsið
er
karmur um stórfingnu tón
leikavitjanina, og enn eru
nøkur fá atgongumerkir
eftir til fyrru konsertina hós
kvøldið 14. juni. Nú er so
eisini høvi at keypa atgongu
merkir til eina eyka konsert
fríggjakvøldið
15.
juni.
Báðar konsertirnar byrja kl.
19.30, og atgongumerkini á
kr. 175,- eru at fáa í
Norðurlandahúsinum ella á
heimasíðu
Norðurlanda
húsins www.nlh.fo.
Eyka konsert
við Eivør
„Bourbon Dolphin“
fleyt í fleiri dagar,
áðrenn tað sakk.
Tosað hevur verið
um at taka vrakið
uppaftur.