Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 106 - 6. juni 2007 tíðindi Veiðibann leggur flotan - Verður tilmælið hjá ICES um toskafiskiskapin fylgt, so er einki annað at gera enn at leggja útróðrarflotan, sigur Auðunn Konráðsson við Útvarpið. Formaðurin hjá útróðrarmonnunum sigur, at vit eiga heldur at halda fram við sama dagatali, so fiskidagaskipanin sleppur at standa sína roynd. Og Jóhannes Olsen, formaðurin í felagnum Línu- skip, sigur somuleiðis við Útvarpið, at tað serliga verður húkaflotin, sum fer at kenna sviðan, um Løgtingið fylgir tilmælinum frá ICES og noktar toskaveiðu í føroyskum sjógvi næsta ár. Sambært honum hava tey 25 stállínuskipini ongar møguleikar, slepp tey ikki at fiska tosk. Samleikar í Børsen “Færøerne lægger jord til en kamp på finanser og design mellem to banker, der vil øge deres aktiviteter i udlandet. Et af midlerne er en ny visuel identitet...”, soleiðis byrjar grein í Børsen um tað, sum har verður rópt “Identitetskamp i Nordatlanten”. Børsen viðgerð samleikaskiftini hjá Eik og Føroya Banka. Prátað verður við bæði Johnny í Grótinum frá Føroya Banka og Marner Jacobsen frá Eik um hetta. Harumframt verður eisini prátað við Kim Meyer Andersen frá Kontrapunkt, sum hjálpti Føroya Banka við at skifta samleika, og Camillu Fredriksen frá E-types, sum rætti Eik eina hjálpandi hond, tá tey søgdu farvæl við Sparikassan. Vit eru sanniliga ikki komnir til Føroya fyri at stuttleika okkum. Vit eru komnir fyri at vinna, segði ein av skotsku áskoðarunum, sum týðiliga hevði pegil í knokk, og sá út til at stuttleika sær út yvir tað vanliga LANDSDYSTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo There was a soldier, a scottish soldier... Sangirnir rungaðu ikki beinleiðis í Havnargøtum frá morgunstundini, men longu langt áðrenn nøkur barr var opin, var lagið á kiltklæddu skotunum av tí besta. Tinghúsvøllurin var væl og virðiliga goymdur undir einum risaflaggi, hvørs mot- iv var slagið við Falkirk um- leið 1746, tá skotar, hóast nógv færri í tali, vunnu søgu- ligan sigur á onglendingum. - Tað er undarligt, men vit sleppa ikki at hava hetta flaggið við inn á Hamden Park (stadion’ið hjá Queens Park og eisini tjóðarstadion skota – red), men tað er eing- in trupulleiki at fáa tað inn á onnur stadion, hvørki í Ukra- ina ella Litava, segði ein av skotsku áskoðarunum. Teir vóru eitt sindur ovfarnir av føroyska úrslit- inum móti Italia, men hóast tað voldi til eitt sindur av iva hjá summum, so vóru aðrir ivaleysir í sínum metingum. - Vit eru so sanniliga ikki komnir til Føroya at stutt- leika okkum. Vit eru komnir fyri at vinna, og tað gera vit eisini. 2-0!, segði ein av kátu áskoðarunum, meðan hann hálvdi meginpartin av einari McEwans niður gjøgnum hálsvølan. Hvat býr undir? Meðan vit standa á Vaglin- um, koma einir tveir bussar fullir av skotskum áskoðar- um og steðga uttan fyri Hot- el Hafnia – ella so nær teir nú einaferð sluppu fyri park- eraðu bilunum. Myndamaðurin helt, at tað kundi verið stuttligt at fingið eina mynd av hesum morgunfrísku skotunum, so tað syrgdi hann fyri. Men tað var synd at siga, at teir vóru beinleiðis morgun- frískir, tí tað var lítið meir enn tað fekst eitt orð burtur úr teimum. Vit skiltu tó, at teir vóru farnir umborð á flogfarið klokkan seks í morgun, og tí var kanska skilligt, at teir ikki rættiliga vóru komnir fyri seg enn, nú klokkan var um níggju. Men vit skiltu, at eisini teir roknaðu við einum 2-0 sigri til skotar. Tú lærir hvønn dag. Á veg oman aftur á Sosialin sóu vit ein skota, sum mest- ur mundi treingja til ein lítlan blund. Hann hevði í hvussu er lagt seg skerflatan á ein bonk uttanfyri býráðs- húsini, og frá einari kvinnu, sum sat á bonkinum longri niðri fingu vit at vita, at tað sanniliga passar, tá tað verð- ur sagt, at skotar einki hava innan undir kiltinum. - Nei, har hekk alt uttan- borða ta einu løtuna, visti hon at siga. Beint áðrenn vit skuldi inn á blaðið aftur, komu vit á tal við nakrar skotar, sum sótu við hvør sínum verði frá Føroya Bjór. Teir høvdu keypt ein kassa av pissøli og gramdu seg um, at hetta ølið nyttaði einki. Fíggjar- leiðarin á Sosialinum for- barmaði seg yvir teir, og læt teimum ein beriposa av »ordiligum« øli. Tá gjørdist lagið betri. Allastaðni hugnaðu fólk sær, og tað verður spennandi at síggja, hvussu stemning- urin verður til sjálvan dystin og aftaná. Uttan mun til úrslitið. Skotar eru rættiliga ivaleysir: Vit vinna 2-0 Dundee-fólkið hevði eitt risaflagg við sær, og hesin hevði eisini eitt horn at blása í Fíggjarstjórin á Sosialinum forbarmaði seg yvir hesar skotar- nar, sum av óvitan høvdu keypt ein heilan kassa av pissøli Teir smíltust, men vóru ikki serliga »snakksaligir«, skotarnir, sum komu við flogfari úr Glascow klokkan seks í morgun