mikudagur 6. juni 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 106 - 6. juni 2007
Spurningurin er, um
nakað kann gerast,
so toskaveiðan undir
Føroyum gerst meira
støðug, soleiðis at
sveiggini í veiðini ikki
gerast so stór. Roynd
irnar siga okk um, at
ikki er lætt at stýra til
feinginum og veiðini,
soleiðis sum vit helst
vilja hava tað at vera
Eftirspæl
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var á tíðindafundi í
gjár, at Hjalti í Jákupsstovu,
leiðari á Fiskirannsóknar
stovuni og Jákup Reinert,
fiskifrøðingur og limur í
ráðgevandi nevndini hjá
ICES, kunngjørdu fyribils
tilmælið hjá felagsskap
inum.
Í stuttum mælir ICES til,
at eingin beinleiðis toska
veiða verður á føroyska
landgrunninum í komandi
fiskiári.
Formaðurin í vinnunevnd
løgtingsins, Hendrik Old,
er samdur við fiskifrøðing
um um, at støðan hjá toska
stovninum í løtuni er døpur,
og somu áskoðan hevur
landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum, Bjørn Kalsø,
eisini.
Formaðurin
í
Føroya
Reiðarafelag, Jákup Sól
stein, sigur seg ivast í ráð
gevingini, tí royndir hava
víst, at hendan onnur ár ikki
hevur verið serliga eftirfar
andi. Í øllum førum er tosk
urin komin aftur – og í níti
árunum
kom
stovnurin
nógv skjótari fyri seg aftur,
enn nakar tordi at droyma
um.
Somu áskoðan hevur for
maðurin
í
Meginfelag
Útróðrarmanna,
Auðunn
Konráðsson, sum heldur, at
myndugleikarnir ikki skulu
taka døpru útlitini so tungt,
men heldur lata fiskidaga
skipanina
standa
sína
roynd.
Jóhannes Olsen, formaður
í felagnum hjá Línubátum,
sigur, at verður bann sett
fyri beinleiðis veiði eftir tos
ki, er einki annað at gera
hjá hansara limum enn at
leggja línuflotan.
Hvørki
línuflotin
ella
útróðrarflotin kunnu klára
seg uttan toskin – og í aðrar
mátar ber heldur ikki til at
veiða við línu uttan so, at tú
eisini veiðir tosk.
Í gjár vórðu eisini tøl
nevnd, hvat tað kemur at
merkja fyri føroyska fiska
virkisvinnu, um eingin bein
leiðis toskaveiða verður
loyvd í komandi fiskiári.
Hugsandi er, at ein av
framleiðslunum hjá føroysk
um virkjum, sum rættiliga
hevði kent sviðan av slíkum
veiðibanni, er saltfiskafram
leiðslan, har dýrasta vøran
verður virkað úr toski.
Eitt miðal ár liggur toska
veiðan undir Føroyum um
eini 20.000-25.000 tons, og
okkurt árið hevur veiðan
verið omanfyri tey 40.000
tonsini.
Í kreppuárunum fyrst í
nítiárunum var samlaða
toskaveiðan niðri á nøkrum
fáum túsund tonsum, men
viðurskiftini broyttust, og
eftir heilt fáum árum fór
veiðan langt upp um eitt
miðal ár.
Spurningurin er, um nak
að kann gerast, so toskaveið
an undir Føroyum gerst mei
ra støðug, soleiðis at sveigg
ini í veiðini ikki gerast so
stór.
Tað er eingin, sum veiðir
við línu og húki annars, ið
ikki vil hava tosk. Hann
rúgvar væl upp og hevur
góðan og støðugan prís.
Hinvegin er spurningurin,
um bæði skip, bátar og
fiskaframleiðarar í longdini
ikki høvdu havt tað betri,
um veiðan var meira støðug.
Á henda hátt høvdu fiski
menn og framleiðarar eins
og keyparar í útlandinum
havt eitt støðugari grundar
lag, sum kanska í longdini
hevði tænt samlaðu vinnuni
best.
Royndirnar siga okkum,
at ikki er lætt at stýra til
feinginum og veiðini, soleið
is sum vit helst vilja hava
tað at vera.
Eftirspæl eftir dapra
spádómin um toskin
ICES mælir til, at eingin beinleiðis toskaveiða verður á føroyska landgrunninum komandi fiskiár. Tað verður løgtingið, sum seinni
í summar kemur at taka støðu til hendan álvarsama spurningin
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Vit hava stongdar
leiðir, og vit hava fiski
dagar. Tað er avmark
að, hvørji ítøkilig
tiltøk myn dugleikar
nir kunnu seta í verk
til tess at verja tann
smáa toskin. Men eitt,
sum heilt vist hevði
gjørt góðan mun bein
anvegin, var at friða
innastu leiðirnar
fyri allari veiði í eina
tíð. Hesar leiðir eru
uppvakstrarøkið hjá
fiski num, sum skal
seta til fiskiskapin,
sigur Jákup Reinert,
fiskifrøðingur
Fiskastovnar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jákup Reinert, fiskifrøðing
ur og limur í ráðgevandi
nevndini hjá ICES, heldur
ikki, at eftirspælið um
tilmælið hjá stovninum um
onga beinleiðis toskaveiði
komandi fiskiár hevur verið
ógvusligari enn væntað.
- Nei, eg haldi ikki, at eg
havi hoyrt nakað, eg ikki
væntaði at hoyra.
Fiskifrøðingurin heldur,
at bæði Hendrik Old, for
maður í vinnunevnd løg
tingsins og landsstýrismað
urin í fiskivinnumálum,
Bjørn Kalsø, sum var við á
tíðindafundinum í gjár, taka
støðuna við toskastovninum
í álvara.
- Hinvegin er eisini náttúr
ligt, at vinnan kemur við
sínum útspæli, tá ráðgeving
in í fyrstu syfti gongur teim
um ímóti.
Hann heldur, at tendensu
rin í fleiri ár hevur verið, at
ráðgevingin skal tigast burt
ur og ikki takast fyri nakað
serligt – og síðan skulu ting
ini bara laga seg, soleiðis
sum tey nú einaferð gera.
- Jú, eg haldi, at Bjørn
Kalsø veit, at støðan við
toskinum í løtuni er hættis
lig, og tað veit Hendrik Old
eisini. Spurningurin er so
bara, hvat teir fara at gera,
og hvat teir kunnu gera.
Jákup Reinert er tó sann
førdur um, at støðan kann
gerast uppaftur daprari við
toskinum, um eingi stig
verða tikin til vernd av ung
fiskinum.
Spurdur, hvat hann vænt
ar, at landsstýrið fer at mæla
løgtinginum til at gera, sig
ur fiskifrøðingurin, at hugs
andi er, at Føroyabanki
verður stongdur fyri veiði
– antin totalt ella partvís.
- Vit hava stongdar leiðir,
og vit hava fiskidagar. Tað
er avmarkað, hvørji ítøkilig
tiltøk myndugleikarnir kun
nu seta í verk til tess at verja
tann smáa toskin.
Og tó.
- Eitt, sum heilt vist hevði
gjørt góðan mun, er, um
útróðrarflotin ikki slap at
Mælir til
Beinta av Reyni í Listasavni
Í summar skipar Listasavn Føroya fyri framsýning við Beintu av
Reyni, har 26 málningar vera at síggja. Hon málar modernað og
nýrealistisk, og setir áskoðaran í bás í landslagsmálningum sínum
við at mála gardinur og blómur frammanfyri, so at áskoðarin
verður tilvitaður um, at hann hyggur innanífrá og út gjøgnum
vindeygað. Hetta er tað sokallaða kvinnuliga sjónarhornið, tí
arbeiðsplássið hjá kvinnuni var har heima, og soleiðis upplivdi
Beinta av Reyni føroyska landslagið sum barn hjá ommuni og
abbanum á Eiði. Í samband við framsýningina er bók gjørd, ið
Dagmar Warming listfrøðingur hevur skrivað.
Fríhandil í Húsavík
Omanfyri 40 vesturnorðurlendskir og danskir tinglimir, ráðharrar
og serfrøðingar, umframt eygleiðarar frá russisku Duma hittast í
Húsavík í Íslandi í døgunum 14.-17. juni, fyri at kjakast um frí
handilsavtalur, og grundarlagið og møguleikarnar fyri einum tætt
ari samstarvi viðvíkjandi fríhandli. Íslendski og grønlendski uttan
ríkismálaráðharrarnir, Ingibjörg Sólrún Gísladóttir og Aleqa Ham
mond, luttaka saman við Magna Laksáfoss, landsstýrismanni í
fíggjarmálum. Hetta er árliga temaráðstevnan hjá Útnorðurráð
num, sum hesaferð snýr seg um “Útnorður í einum altjóða heimi”.