Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 106 - 6. juni 2007 Spurningurin er, um nak­að k­ann gerast, so tosk­aveiðan undir Føroy­um gerst meira støðug, soleiðis at sveiggini í veiðini ik­k­i gerast so stór. Roy­nd­ irnar siga ok­k­um, at ik­k­i er lætt at stýra til­ feinginum og veiðini, soleiðis sum vit helst vilja hava tað at vera Eftirspæl Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var á tíðindafundi í gjár, at Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknar­ stovuni og Jákup Reinert, fiskifrøðingur og limur í ráðgevandi nevndini hjá ICES, kunngjørdu fyribils tilmælið hjá felagsskap­ inum. Í stuttum mælir ICES til, at eingin beinleiðis toska­ veiða verður á føroyska landgrunninum í komandi fiskiári. Formaðurin í vinnunevnd løgtingsins, Hendrik Old, er samdur við fiskifrøðing­ um um, at støðan hjá toska­ stovninum í løtuni er døpur, og somu áskoðan hevur landsstýrismaðurin í fiski­ vinnumálum, Bjørn Kalsø, eisini. Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sól­ stein, sigur seg ivast í ráð­ gevingini, tí royndir hava víst, at hendan onnur ár ikki hevur verið serliga eftirfar­ andi. Í øllum førum er tosk­ urin komin aftur – og í níti­ árunum kom stovnurin nógv skjótari fyri seg aftur, enn nakar tordi at droyma um. Somu áskoðan hevur for­ maðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Auðunn Konráðsson, sum heldur, at myndugleikarnir ikki skulu taka døpru útlitini so tungt, men heldur lata fiskidaga­ skipanina standa sína roynd. Jóhannes Olsen, formaður í felagnum hjá Línubátum, sigur, at verður bann sett fyri beinleiðis veiði eftir tos­ ki, er einki annað at gera hjá hansara limum enn at leggja línuflotan. Hvørki línuflotin ella útróðrarflotin kunnu klára seg uttan toskin – og í aðrar mátar ber heldur ikki til at veiða við línu uttan so, at tú eisini veiðir tosk. Í gjár vórðu eisini tøl nevnd, hvat tað kemur at merkja fyri føroyska fiska­ virkisvinnu, um eingin bein­ leiðis toskaveiða verður loyvd í komandi fiskiári. Hugsandi er, at ein av framleiðslunum hjá føroysk­ um virkjum, sum rættiliga hevði kent sviðan av slíkum veiðibanni, er saltfiskafram­ leiðslan, har dýrasta vøran verður virkað úr toski. Eitt miðal ár liggur toska­ veiðan undir Føroyum um eini 20.000­25.000 tons, og okkurt árið hevur veiðan verið omanfyri tey 40.000 tonsini. Í kreppuárunum fyrst í nítiárunum var samlaða toskaveiðan niðri á nøkrum fáum túsund tonsum, men viðurskiftini broyttust, og eftir heilt fáum árum fór veiðan langt upp um eitt miðal ár. Spurningurin er, um nak­ að kann gerast, so toskaveið­ an undir Føroyum gerst mei­ ra støðug, soleiðis at sveigg­ ini í veiðini ikki gerast so stór. Tað er eingin, sum veiðir við línu og húki annars, ið ikki vil hava tosk. Hann rúgvar væl upp og hevur góðan og støðugan prís. Hinvegin er spurningurin, um bæði skip, bátar og fiskaframleiðarar í longdini ikki høvdu havt tað betri, um veiðan var meira støðug. Á henda hátt høvdu fiski­ menn og framleiðarar eins og keyparar í útlandinum havt eitt støðugari grundar­ lag, sum kanska í longdini hevði tænt samlaðu vinnuni best. Royndirnar siga okkum, at ikki er lætt at stýra til­ feinginum og veiðini, soleið­ is sum vit helst vilja hava tað at vera. Eftirspæl eftir dapra spádómin um toskin ICES mælir til, at eingin beinleiðis toskaveiða verður á føroyska landgrunninum komandi fiskiár. Tað verður løgtingið, sum seinni í summar kemur at taka støðu til hendan álvarsama spurningin Mynd: Vilmund Jacobsen ­ Vit hava stongdar leiðir, og vit hava fisk­i­ dagar. Tað er avmark­­ að, hvørji ítøk­ilig tiltøk­ my­ndugleik­ar­ nir k­unnu seta í verk­ til tess at verja tann smáa tosk­in. Men eitt, sum heilt vist hevði gjørt góðan mun bein­ anvegin, var at friða innastu leiðirnar fy­ri allari veiði í eina tíð. Hesar leiðir eru uppvak­strarøk­ið hjá fisk­inum, sum sk­al seta til fisk­isk­apin, sigur Ják­up Reinert, fisk­ifrøðingur fiskastovnar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jákup Reinert, fiskifrøðing­ ur og limur í ráðgevandi nevndini hjá ICES, heldur ikki, at eftirspælið um tilmælið hjá stovninum um onga beinleiðis toskaveiði komandi fiskiár hevur verið ógvusligari enn væntað. ­ Nei, eg haldi ikki, at eg havi hoyrt nakað, eg ikki væntaði at hoyra. Fiskifrøðingurin heldur, at bæði Hendrik Old, for­ maður í vinnunevnd løg­ tingsins og landsstýrismað­ urin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, sum var við á tíðindafundinum í gjár, taka støðuna við toskastovninum í álvara. ­ Hinvegin er eisini náttúr­ ligt, at vinnan kemur við sínum útspæli, tá ráðgeving­ in í fyrstu syfti gongur teim­ um ímóti. Hann heldur, at tendensu­ rin í fleiri ár hevur verið, at ráðgevingin skal tigast burt­ ur og ikki takast fyri nakað serligt – og síðan skulu ting­ ini bara laga seg, soleiðis sum tey nú einaferð gera. ­ Jú, eg haldi, at Bjørn Kalsø veit, at støðan við toskinum í løtuni er hættis­ lig, og tað veit Hendrik Old eisini. Spurningurin er so bara, hvat teir fara at gera, og hvat teir kunnu gera. Jákup Reinert er tó sann­ førdur um, at støðan kann gerast uppaftur daprari við toskinum, um eingi stig verða tikin til vernd av ung­ fiskinum. Spurdur, hvat hann vænt­ ar, at landsstýrið fer at mæla løgtinginum til at gera, sig­ ur fiskifrøðingurin, at hugs­ andi er, at Føroyabanki verður stongdur fyri veiði – antin totalt ella partvís. ­ Vit hava stongdar leiðir, og vit hava fiskidagar. Tað er avmarkað, hvørji ítøkilig tiltøk myndugleikarnir kun­ nu seta í verk til tess at verja tann smáa toskin. Og tó. ­ Eitt, sum heilt vist hevði gjørt góðan mun, er, um útróðrarflotin ikki slap at Mælir til Beinta av Reyni í Listasavni Í summar skipar Listasavn Føroya fyri framsýning við Beintu av Reyni, har 26 málningar vera at síggja. Hon málar modernað og nýrealistisk, og setir áskoðaran í bás í landslagsmálningum sínum við at mála gardinur og blómur frammanfyri, so at áskoðarin verður tilvitaður um, at hann hyggur innanífrá og út gjøgnum vindeygað. Hetta er tað sokallaða kvinnuliga sjónarhornið, tí arbeiðsplássið hjá kvinnuni var har heima, og soleiðis upplivdi Beinta av Reyni føroyska landslagið sum barn hjá ommuni og abbanum á Eiði. Í samband við framsýningina er bók gjørd, ið Dagmar Warming listfrøðingur hevur skrivað. Fríhandil í Húsavík Omanfyri 40 vesturnorðurlendskir og danskir tinglimir, ráðharrar og serfrøðingar, umframt eygleiðarar frá russisku Duma hittast í Húsavík í Íslandi í døgunum 14.­17. juni, fyri at kjakast um frí­ handilsavtalur, og grundarlagið og møguleikarnar fyri einum tætt­ ari samstarvi viðvíkjandi fríhandli. Íslendski og grønlendski uttan­ ríkismálaráðharrarnir, Ingibjörg Sólrún Gísladóttir og Aleqa Ham­ mond, luttaka saman við Magna Laksáfoss, landsstýrismanni í fíggjarmálum. Hetta er árliga temaráðstevnan hjá Útnorðurráð­ num, sum hesaferð snýr seg um “Útnorður í einum altjóða heimi”.