mikudagur 6. juni 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 6. juni 2007
13
Helgi Abrahamsen roynir
í einum lesarabrævið enn
einaferð at ræða okkum
frá at hugsa tankan, at
vit ein dag kunnu gera
okkum leysar av
blokkstuðlinum.
Miðflokkurin hevur fyri tíð
síðan víst á, at í dag er
blokkurin uml. 15% av
inntøkugrundarlagnum hjá
Landskassanum, meðan
blokkurin fyri fáum árum
síðan var nærum 30% av
inntøkugrundarlagnum.
Hetta hevur, av einari og
hvørjari orsøk fingið Helga
at halda at Miðflokkurin
kundi hugsa sær, at
blokkurin bleiv strikaður
frá einum degi til annan,
og tískil vil Helgi ávara
okkum um, at høvdu vit
tikið blokkin vekk, so
høvdu vit skula rinda fleiri
túsund kr. meir í skatt pr.
íbúgva. Helgi hevur
sjálvandi rætt í tí. Skatta
byrðan hevði blivið mun
andi tyngri, um blokkurin
bleiv burtur eftir einum
degi.
Men lat okkum brúka
eina mynd, sum sjálvt
svartskygdir sambands
menn áttu at skilt: Í lækna
heiminum er tað eitt kent
fyribrigdi, at man tíðum er
noyddur at geva einum
sjúklingi heiluvág, ið er
vanabindandi. Tá sjúk
lingurin er komin fyri seg,
og ikki hevur heiluvágin
fyri neyðini longur, so er
tað vanliga so at læknin fer
undir at skera niður á
nøgdina av heiluvági ið
verður latin sjúklininum,
soleiðis at sjúklingurin so
við og við gerst minni
bundin at heiluváginum, og
uttan ov nógv hjáárin, skal
sleppa burturúr nýtsluni.
Helgi vil við lesarabrævi
sínum ræða føroya fólk til
at halda at Miðflokkurin
vil hava blokkin at hvørva
eftir stuttari tí, men hetta er
als ikki so. Miðflokkurin
hevur einans víst á at
føroyska samfelagði eftir
hondini er við at sleppa av
við vanabindandi heilu
vágin, og at enda fer at
gerast ført fyri at leggja
hann á hillina med alla.
Frasa
At fólk finna sær Gyldendals Fremmend Orbog fram,
tá ið tey leggja seg út í kjak ella gera viðmerkingar til
samfelagsmál skyldast aloftast undirlutakenslur, at
ein á tann hátt roynir at hevja seg. Eisini kann tað
liggja til.
Í Dimmalætting tann 31 mai, finna vit eitt gott
dømi um hetta. Undir yvirskriftini: Tann provinsiella
og primitiva purisman, ger Virgar T. Dalsgaard seg til
talsmann fyri vælskiljandi føroyskt gerandismál, og
brúkar høpisleys orð og heiti um teir føroyingar, ið
royna at fara væl um móðurmálið.
Tá ið eg hevði stavað meg gjøgnum frasuna, mátti
eg hava á munni: Guð viti, hvørja føroyska bygd
hesin Virgar umboðar, har tey snakka hatta málið. Í
heimbygd míni hugsi eg, at vanliga fólkið skilir orð
sum bygdarsligt betri enn provinsielt, einfalt betri
enn primitivt, og málreinsan betri enn purisma.
John S.
Myllhamar
Gott at Helgi ikki er lækni!
formaður í Ung fyri
Miðflokkin
Tóri
Højgaard
Tá tú sær skotsku
mannfólkini í kilti,
hugsar tú kanska
í tí romantiska
horninum. Um
Braveheart. Men tá
tú so sær konufólk
í buksum og
mannnfólk í kjóla,
kennist tað eitt sindur
undarligt
LANDSDYSTUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Vit vita tað øll. Skotar eru
jú kendir fyri at ganga í
kilti, og teir smæða seg
sanniliga ikki burtur hesar
dagarnar upp undir lands
dystin
á
Svangaskarði
millum
Føroyar
og
Skotland. Gøtur og strætir
eru á tremur við kilt
klæddum skotum, og tað
kemur fyri at vera púra
náttúrligt.
Flestu teirra, sum ganga í
kilti, eru mannfólk, og tað
er líka romantiskt sum tá tú
hugtikin sær Mel Gibson
ríða runt í kilti í filminum
Braveheart. Og tá tú so sær
eina snøgga skotska kvinnu
í kilti, gevur tað líkasum
upp aftur betri meining.
Men um dagarnar fangaði
myndamaður okkara hetta
parið, og knappliga fekst tú
kenslu av, at hetta var tann
øvugta verð. Tí nú sást tú
eina kvinnu í buksum og
ein mann í kjóla!
Nú eru vit so von við, at
okkara egnu kvinnur ota
seg inn á »okkara« øki, og
ganga í buksum. Og tað eru
tær eisini vælkomnar til.
Men fyri tað er óhugsandi,
at føroysk mannfólk fóru at
ganga í kjóla – eisini um vit
so velja at kalla tað kilt.
Men hetta er nakað, sum
sjálvandi kann henda, tá ið
tjóðarbúnin er kjóli. Stutt
ligt sá tað í hvussu er út, tá
kynini skiftu um stíl.
Tann øvugta
verð
Maðurin gongur í »kjóla«, meðan kvinnan
er í buksum. Eisini ein partur av skotska
tjóðarbúnanum
Mynd: Jens Kristian Vang
Sum kunnugt fer Smyril at sigla av
Havnini inn á Runavíkina í sambandi við
landsdystin á Svangaskarði móti skotum.
Ferðaseðlar verða seldir á Farstøðini og á
Kunningartstovuni á Vaglinum.
Og í báðum støðum verður latið væl at
søluni. Á miðdegi hevði Kunningarstovan
so at siga ongar ferðaseðlar eftir, meðan
tey á Farstøðini høvdu góðar eitthundrað
eftir.
Á báðum støðum vænta tey tískil, at
útselt verður, áðrenn Smyril fer av Havn
ini klokkan 15.45. Við í ferðaseðlaprísinum
er eisini bussur av kaini í Runavík niðan
á stadionøkið á Svangaskarði – og oman
aftur eftir dystin.
Tað er fyri tað allarmesta skotar, ið
keypa ferðaseðlarnar, verður upplýst.
(-leo)
Smyril fullsettur til landsdyst