Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 106 - 6. juni 2007 Fyri umleið fimmogfjøruti árum síðani gjørdi Palli Gregoriussen, arkitektur, vart við, hvussu ljót, skila­ leys og klossut í náttúruni starvsfólkahúsini vóru, sum ætlanin tá var at byggja til Landssjúkra­ húsið. Hansara skilagóða mót­ mæli varð ikki tikið til eftir­ tektar. Palle Gregoriussen hevur mangan verið heppin ráðgevari til skilagóða húsa­ bygging, eitt nú hjá pen­ ingastovnum. Við átøkum og frálíkum tekningum hevur Palle upplýst okkum um fornan føroyskan byggisið og arki­ tektonisk kirkjuvirði. Eisini skilagott. Men at okkara góði og háttvirdi arkitektur Palli Gregoriussen leggur navn til nú fráboðaðu neyðtøku av okkara lítla, gamla býi ­ í so at siga sjálvari sálini í Tinganes­Kongabrúnni­ Bumshamri – kemur óvænt­ að á mangan føroying og ikki minst á rótfest havnar­ fólk! Hesin ørskapur er í roynd og veru framhald av skilaloysinum og vandal­ ismuni, sum fór fram í Gongini í 1932, tá tær smáu stovurnar: Villums­ stova, Ásbistova, í Gong, Selatraðsstova, Dávastova, við Stein og Ísaksstova vórðu rivnar niður, og ein betonblokkur kom í teirra stað. At løgtingsmenn og býráðslimir í Havn klappa fyri ørskapinum, er ræðandi. Sosialurin Bert er bróður­ leyst bak SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Í Sosialinum í dag hava vit eina syndarliga søgu, sum eigur at fáa allar ávaringarlampur at glampa. Tað er søgan um, hvussu vit fara við teimum medborgarum okkara, sum eru komnir uttan- eftir, men sum halda, at Føroyar eru eitt deiligt land at búgva í. At útlendingar, sum koma til Føroyar, mangan verða viðfarin sum neyt, er ikki nakað nýtt. Men slík mannavond framferð mátti ikki sømt seg hjá fólki, ið vil teljast millum mentaðar tjóðir. Tú skalt vera ímóti øðrum, sum tú vilt, at onnur skuldi vera ímóti tær. Hvar høvdu føroyingar verið, vóru vit soleiðis viðfarin, sum vit fara við teimum, ið til okkum koma? Hetta er ikki bara ein spurningur um drúgvar málsviðgerðir, sum er nóg galið í sær sjálvum. Men søgan um Natashu avdúkar eisini eina skelkandi líkasælu hjá føroyskum myndugleikum. Tað, sum søgan eisini avdúkar, er, hvussu karvandi fyrisitingin kann vera, hóast tað er lív og lagna tað snýr seg um. Skeiv boð, manglandi boð, niðurgerandi boð, er tað, sum okkara fremmandafólk skulu standa modell til í fyrisitingini í Føroyum. Tað gongur ikki longur, bara at krevja allar fyrimunirnar við alheimsgerð og frælsi, sam- stundis sum vit múra okkum sjálvi inni. Hóast politikarar í mong ár hava tosað um, at nú má okkurt gerast, eru vit ikki komin úr stað og viðhvørt sita vit eftir við varhuganum av, at nógv vilja heldur hava útlendingaspurningin til partapolitisk runubløk at skjóta hvønn anna niður við, heldur enn at finna eina virðiliga loysn. Í átta ár hava Natasha og dótturin hingið í leysari luft. Og nú eru ikki meiri enn enn átta ár eftir til 2015, tá ið Føroyar skuldi vera heimsins besta land at búgva í. Fortel tað fyri Natashu og øllum hinum útlendingunum, sum eru í somu støðu. Hvat er tað vit ræðast við natashu og hennara líkum? Og so verður tosað um at fáa enn fleiri útlendingar hendavegin! Jú, sanniliga sita nógv fólk í hesum landi, sum mugu ásanna, at bert er bróðurleyst bak. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Hans Tausen Olsen heldur fram at spjaða ósannindi um eina farna tíð í SEV heldur enn sakliga at viðgera tær broytingar, sum nýggja tíðin krevur. Maðurin sýnir harumframt ta ósømiligu atferð at breggja sær av avrikum, ið onnur hava greitt úr hondum Tað er lítið mansligt at erpa sær av avrikum hjá øðrum, men hesum fírir Hans Tausen Olsen ikki fyri í lesarabrævi 29. mai í ár. Hann tekur sær heiðurin av, at tað eydnaðist at fáa skuldarbyrðuna hjá SEV burtur, samstundis sum stórar íløgur og umvæl­ ingar vóru gjørdar, og samstundis sum elprísurin lækkaði umleið eina helvt. Øll, sum hava bara eitt sindur av innliti í SEV, vita, at hetta er ikki eitt avrik hjá Hans Tausen Olsen. Hetta megnartakið tóku dagliga leiðslan og stýrið saman við ábyrgdar­ fullum umboðsnevndar­ limum. Eg havi áður víst á, at tað kann tykjast nyttu­ leyst at skifta orð við hendan mannin um SEV, men við virðing fyri øllum teimum, sum hava borið Elfelagið ígjøgnum truplar tíðir, kann eg ikki annað enn vísa hesi ósømiligu atferð hjá fyrrverandi umboðsnevndarformanni­ num aftur. Umboðsnevndin tók á eyka umboðsnevndarfundi tann 17. februar 2006 støðu til ein stóran part av teimum viðurskiftum, sum Hans Tausen Olsen nemur við í lesarabrævi sínum. Úrslitið av fundinum var, at ein meiriluti av stýrinum var koyrdur frá, og at Hans Tausen Olsen sjálvur noyddist at leggja frá sær sum umboðsnevndarfor­ maður, áðrenn hann eisini var koyrdur frá. Henda fundarniðurstøða átti at tala fyri seg, men kortini heldur Hans Tausen Olsen fram at reingja sannleikan. Fyrrverandi umboðs­ nevndarformaðurin vísir eisini á, at ímóti endanum av hansara tíð í formans­ sessinum vóru viðtøkurnar fyri SEV broyttar. Tað er rætt, men tað vóru ikki so munandi broytingar sum tær, ið stýrið legði fram fyri umboðsnevndina á umboðsnevndarfundi 27. apríl í ár. Har verður skotið upp at gera SEV smidligari og meira tíðarhóskandi við at skipa Elfelagið eftir partafelagslíknandi leisti frá 1. januar 2009. Sam­ bært uppskotinum heldur SEV kortini fram sum lutafelag, men umboðs­ nevndin verður umskipað til ein aðalfund og stýrið til eina nevnd eins og í parta­ feløgum. Stýrið hevur arbeitt við uppskotinum til bygnaðar­ og viðtøkubroytingar síðani umboðsnevndar­ fundin 28. apríl í fjør. Í hesi tilgongdini hevði stýrið tætt samskifti við kommunurnar og umboðs­ nevndarlimir m.a á økis­ fundum ymsastaðni í landinum. Tá stýrið legði uppskotið fyri umboðsnevndina, mælti stýrið samstundis nevndini til at útseta støðu­ takanina til ein eyka umboðsnevndarfund í heyst. Stýrið heldur, at umboðsnevndarlimir og kommunustýrislimir kring landið eiga at fáa góða tíð at viðgera uppskotið. Umboðsnevndin tók undir við stýrinum um at útseta støðutakanina, og tí er tað beinleiðis lygn, at eg fekk uppskotið aftur í høvdið, soleiðis sum Hans Tausen Olsen annars orðar seg í sínum lesarabrævi. Kann vera, at maðurin heldur, at tess meira hann reingir sannleikan, tess meira fara onnur at trúgva tí veruleika, sum hann gyklar sær og ynskir at liva í. Men góði Hans Tausen Olsen, eg loyvi mær at ivast í, um tú fært nakað burtur úr hesum – annað enn at skaða SEV, sum hevur alstóran týdning fyri okkum øll í gerandisdeg­ num. Heldur átti tú at gloymt gamalt agg og sak­ liga viðgjørt tað uppskot, sum nú liggur á borðinum. Ósømiligt at taka sær heiðurin av annan mans arbeiði stýrisformaður LEIvUR HANSEN HERI MoHR Neyðtøka