mikudagur 6. juni 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 106 - 6. juni 2007
Fyri umleið fimmogfjøruti
árum síðani gjørdi Palli
Gregoriussen, arkitektur,
vart við, hvussu ljót, skila
leys og klossut í náttúruni
starvsfólkahúsini vóru,
sum ætlanin tá var at
byggja til Landssjúkra
húsið.
Hansara skilagóða mót
mæli varð ikki tikið til eftir
tektar. Palle Gregoriussen
hevur mangan verið heppin
ráðgevari til skilagóða húsa
bygging, eitt nú hjá pen
ingastovnum.
Við átøkum og frálíkum
tekningum hevur Palle
upplýst okkum um fornan
føroyskan byggisið og arki
tektonisk kirkjuvirði.
Eisini skilagott.
Men at okkara góði og
háttvirdi arkitektur Palli
Gregoriussen leggur navn
til nú fráboðaðu neyðtøku
av okkara lítla, gamla býi -
í so at siga sjálvari sálini í
Tinganes-Kongabrúnni-
Bumshamri – kemur óvænt
að á mangan føroying og
ikki minst á rótfest havnar
fólk!
Hesin ørskapur er í
roynd og veru framhald av
skilaloysinum og vandal
ismuni, sum fór fram í
Gongini í 1932, tá tær
smáu stovurnar: Villums
stova, Ásbistova, í Gong,
Selatraðsstova, Dávastova,
við Stein og Ísaksstova
vórðu rivnar niður, og ein
betonblokkur kom í teirra
stað.
At løgtingsmenn og
býráðslimir í Havn klappa
fyri ørskapinum, er
ræðandi.
Sosialurin
Bert er bróður
leyst bak
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Í Sosialinum í dag hava vit eina syndarliga
søgu, sum eigur at fáa allar ávaringarlampur at
glampa.
Tað er søgan um, hvussu vit fara við teimum
medborgarum okkara, sum eru komnir uttan
eftir, men sum halda, at Føroyar eru eitt deiligt
land at búgva í.
At útlendingar, sum koma til Føroyar, mangan
verða viðfarin sum neyt, er ikki nakað nýtt. Men
slík mannavond framferð mátti ikki sømt seg hjá
fólki, ið vil teljast millum mentaðar tjóðir.
Tú skalt vera ímóti øðrum, sum tú vilt, at onnur
skuldi vera ímóti tær. Hvar høvdu føroyingar
verið, vóru vit soleiðis viðfarin, sum vit fara við
teimum, ið til okkum koma?
Hetta er ikki bara ein spurningur um drúgvar
málsviðgerðir, sum er nóg galið í sær sjálvum.
Men søgan um Natashu avdúkar eisini eina
skelkandi líkasælu hjá føroyskum myndugleikum.
Tað, sum søgan eisini avdúkar, er, hvussu
karvandi fyrisitingin kann vera, hóast tað
er lív og lagna tað snýr seg um. Skeiv boð,
manglandi boð, niðurgerandi boð, er tað, sum
okkara fremmandafólk skulu standa modell til í
fyrisitingini í Føroyum.
Tað gongur ikki longur, bara at krevja allar
fyrimunirnar við alheimsgerð og frælsi, sam
stundis sum vit múra okkum sjálvi inni.
Hóast politikarar í mong ár hava tosað um, at
nú má okkurt gerast, eru vit ikki komin úr stað
og viðhvørt sita vit eftir við varhuganum av, at
nógv vilja heldur hava útlendingaspurningin
til partapolitisk runubløk at skjóta hvønn anna
niður við, heldur enn at finna eina virðiliga loysn.
Í átta ár hava Natasha og dótturin hingið í leysari
luft. Og nú eru ikki meiri enn enn átta ár eftir
til 2015, tá ið Føroyar skuldi vera heimsins besta
land at búgva í. Fortel tað fyri Natashu og øllum
hinum útlendingunum, sum eru í somu støðu.
Hvat er tað vit ræðast við natashu og hennara
líkum?
Og so verður tosað um at fáa enn fleiri
útlendingar hendavegin!
Jú, sanniliga sita nógv fólk í hesum landi, sum
mugu ásanna, at bert er bróðurleyst bak.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Hans Tausen Olsen
heldur fram at spjaða
ósannindi um eina farna
tíð í SEV heldur enn
sakliga at viðgera tær
broytingar, sum nýggja
tíðin krevur. Maðurin
sýnir harumframt ta
ósømiligu atferð at
breggja sær av avrikum,
ið onnur hava greitt úr
hondum
Tað er lítið mansligt at
erpa sær av avrikum hjá
øðrum, men hesum fírir
Hans Tausen Olsen ikki
fyri í lesarabrævi 29. mai í
ár.
Hann tekur sær heiðurin
av, at tað eydnaðist at fáa
skuldarbyrðuna hjá SEV
burtur, samstundis sum
stórar íløgur og umvæl
ingar vóru gjørdar, og
samstundis sum elprísurin
lækkaði umleið eina helvt.
Øll, sum hava bara eitt
sindur av innliti í SEV,
vita, at hetta er ikki eitt
avrik hjá Hans Tausen
Olsen. Hetta megnartakið
tóku dagliga leiðslan og
stýrið saman við ábyrgdar
fullum umboðsnevndar
limum. Eg havi áður víst á,
at tað kann tykjast nyttu
leyst at skifta orð við
hendan mannin um SEV,
men við virðing fyri øllum
teimum, sum hava borið
Elfelagið ígjøgnum truplar
tíðir, kann eg ikki annað
enn vísa hesi ósømiligu
atferð hjá fyrrverandi
umboðsnevndarformanni
num aftur.
Umboðsnevndin tók á
eyka umboðsnevndarfundi
tann 17. februar 2006
støðu til ein stóran part av
teimum viðurskiftum, sum
Hans Tausen Olsen nemur
við í lesarabrævi sínum.
Úrslitið av fundinum var,
at ein meiriluti av stýrinum
var koyrdur frá, og at Hans
Tausen Olsen sjálvur
noyddist at leggja frá sær
sum umboðsnevndarfor
maður, áðrenn hann eisini
var koyrdur frá. Henda
fundarniðurstøða átti at
tala fyri seg, men kortini
heldur Hans Tausen Olsen
fram at reingja sannleikan.
Fyrrverandi umboðs
nevndarformaðurin vísir
eisini á, at ímóti endanum
av hansara tíð í formans
sessinum vóru viðtøkurnar
fyri SEV broyttar. Tað er
rætt, men tað vóru ikki so
munandi broytingar sum
tær, ið stýrið legði fram
fyri umboðsnevndina á
umboðsnevndarfundi 27.
apríl í ár. Har verður skotið
upp at gera SEV smidligari
og meira tíðarhóskandi við
at skipa Elfelagið eftir
partafelagslíknandi leisti
frá 1. januar 2009. Sam
bært uppskotinum heldur
SEV kortini fram sum
lutafelag, men umboðs
nevndin verður umskipað
til ein aðalfund og stýrið til
eina nevnd eins og í parta
feløgum.
Stýrið hevur arbeitt við
uppskotinum til bygnaðar-
og viðtøkubroytingar
síðani umboðsnevndar
fundin 28. apríl í fjør. Í
hesi tilgongdini hevði
stýrið tætt samskifti við
kommunurnar og umboðs
nevndarlimir m.a á økis
fundum ymsastaðni í
landinum.
Tá stýrið legði uppskotið
fyri umboðsnevndina,
mælti stýrið samstundis
nevndini til at útseta støðu
takanina til ein eyka
umboðsnevndarfund í
heyst. Stýrið heldur, at
umboðsnevndarlimir og
kommunustýrislimir kring
landið eiga at fáa góða tíð
at viðgera uppskotið.
Umboðsnevndin tók undir
við stýrinum um at útseta
støðutakanina, og tí er tað
beinleiðis lygn, at eg fekk
uppskotið aftur í høvdið,
soleiðis sum Hans Tausen
Olsen annars orðar seg í
sínum lesarabrævi.
Kann vera, at maðurin
heldur, at tess meira hann
reingir sannleikan, tess
meira fara onnur at trúgva
tí veruleika, sum hann
gyklar sær og ynskir at liva
í. Men góði Hans Tausen
Olsen, eg loyvi mær at
ivast í, um tú fært nakað
burtur úr hesum – annað
enn at skaða SEV, sum
hevur alstóran týdning fyri
okkum øll í gerandisdeg
num. Heldur átti tú at
gloymt gamalt agg og sak
liga viðgjørt tað uppskot,
sum nú liggur á borðinum.
Ósømiligt at taka sær heiðurin
av annan mans arbeiði
stýrisformaður
Leivur
Hansen
Heri
Mohr
Neyðtøka