Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 106 - 6. juni 2007 Ein donsk kanning av finsku útbúgvingar­skip­anini samanborin við ta donsku kann vera sera áhugaverd eisini fyri okk­um. Finska útbúgv­ingar­skipanin frá fólkaskúla og til universitetsstig hevur vakt ans um allan heimin, eftir sum Finn­land lá klárt á odda í PISA-kanningini Er tann finska PISA-suc­cess­in at finna í staklut­unum? Nógv hevur verið tosað og skrivað um tað sera vána­liga føroyska úrslitið av PISA- undankanningini. Hóast tað var ein skelkur fyri alt føroyska samfelag­ið, so var tað eins og fólk ikki rættiliga trúðu uppá, at føroyska skúlaverkið og næmingarnir vóru so eiða­sør, sum hetta úrslitið vísti, og nakað er sjálvandi um tað. Burtursæð frá Føroyum var Danmark tað Norður­landið, sum kláraði seg vánaligast, og tað vóru danir sum vera man sera illa nøgdir við. Teir hava eisini roynt at endurskoða alla sína skúlaskipan fyri at finna fram til, hvar ið tað haltar hjá teimum, og teir hava longu sett nógv ymisk tiltøk í verk fyri at bøta um tey økini, sum mest sann­líkt eru orsøkir til vána úrslitið. Føroyska skúlaverkið er so líkt tí danska í tí yvir­skipaða bygnaðinum, at tað gevur góða meining hjá okkum at hyggja eftir teim­um kanningum, sum teir hava gjørt fyri at finna fram til, hvar hundurin kann liggja grivin og har­við bøta um úrslitini, ser­liga viðvíkjandi fólka­ skúla­num. Ein donsk kanning av finsku útbúgvingar­skip­anini samanborin við ta donsku kann vera sera áhugaverd eisini fyri okk­um. Finska útbúgvingar­ skipanin frá fólkaskúla og til universitetsstig hevur vakt ans um allan heimin, eftir sum Finnland lá klárt á odda í PISA- kanningini. Danska kanningin vísir, at finska skúlalóggávan á mangan hátt er átøk teirri donsku – tað eru nøku­lunda somu yvirskipaðu endamál í fólkaskúlanum. Tað er sama floks- og fálæraraskipan, ið hvussu er í 1.-6. flokk, somu “barnacentreraðu” siðvenj­ur við at lata børn vera børn – og ikki pressa ov mikið nógv við royndum, testum og próvtølum í grund­skúlanum (1.-6. fl.). Finskir skúlar hava eins og danskir “spæl og læring”, verkætlanardagar, story lines, flokslæraradagar o.s.fr. á skránni. Onkrir royndarskúlar eru, men teir allarflestu eru sum í Danmark meira vanligir fólkaskúlar við blandaðum undirvísingarhættum – og so finnur tú eisini í Finnlandi niðurslitnar skúlar, bygningar í órøkt og gomul avoldað undirvísingaramboð. Men allastaðni hava tey – eins og í Danmark, higartil – lagt dent á miðfirraða stýring av fólkaskúlanum – við einans leiðbeinandi lesiætlanum og royndar­uppskotum frá miðfyri­ sitingini. Til ber tí ikki at siga, at skúlabørn í Finnlandi eru meira von við testing enn donsk – og harvið heldur ikki at hevda, at tey góðu finsku, og samsvarandi vánaligu donsku, PISA-úrslitini hanga saman við, at finsk børn eru meira von við testir. “Lågstadiet” og “høgstadiet” Flestu skúlar í Finnlandi eru býttir í “lågstadiet” (1.-6.fl.) og “høgstadiet” (7.-9.fl.), ið sum oftast eru í hvør sínum bygningi. Men finsk lóggáva loyvir nú at leggja bæði stadiini saman, so tey í roynd og veru, um fysiskir og fíggjarligir møguleikar eru fyri tí, kunnu skapa ein saman­ hangandi eindarfólkaskúla frá 1.- 9. fl. eins og í Dan­mark og her hjá okkum. Flestu finsku lærararnir bæði á lågstadiet og høg­stadiet eru universitets­útbúnir. Men verður saman­borið við Danmark, so er tað soleiðis í roynd og veru, at tey finsku uni­versi­tetini, sum útbúgva lærarar, eru at rokna sum uppstigað CVU-stovnar (Center for Videregående Uddan­ nelser) – tvs. samanlagdir fyrr­ verandi læraraskúlar, háskúlar, skeiðsdeplar o. t. í regionalar útbúgvingar­deplar, sum hava fingið nakrar granskingar- og menningaruppgávur omaná. Teir donsku CVU-stovnarnir kunnu eisini fáa “college status” gjøgnum “university college” – skip­anina. Samstundis er talan um ein hóp av ymiskum mátum, ein í Finnlandi kann útbúgva seg til lærara uppá. Samanumtikið kann sig­ast, at allir finskir fólka­skúlalærarar, á báðum stig­um, hava havt eina sera grundiga útbúgving í sín­um 1-2 linjufakum, sum teir hava brúkt munandi meira tíð uppá enn teirra donsku starvsfelagar. Danskir lærarar, sum eru útbúnir eftir 1997-skip­anini skulu í 4 ár náa heili 4 linjufak og haraftrat eina rúgvu av grund­útbúgv­ing­ar­ til­gongdum í skúlafakum, pedagogiskum fakum og praktikk og tvørfakligum verkætlanum og bachelor­uppgávu. Tey flestu finsku skúlabørnini fáa í finskum ein lærara, sum hevur for­djúpað seg í hesi lærugrein­ini í einum nógv, nógv størri tali av tímum. Á danskari læraraútbúgving er einans ein brotpartur av hesi tíð tøk til linjulæru­greinina danskt. Tað er eingin ivi um, at hetta er ein av frágreiðingunum um tey góðu úrslitini, sum finskir næmingar fingu í t.d. lesing, matematikk og náttúrulærugreinum. Lær­ararnir í Finnlandi eru heilt einfalt sera væl útbúnir. Generelt betri enn teirra donsku starvsbrøður. Men tá ið hetta er sagt, so er kortini nógv, sum bloytir hesa myndina av høgt kvalifiseraðum finsk­um lærarum. Á lágstigi­num eru teir als ikki so fakserkønir, sum tann dygga útbúgvingin kundi tykist at verið. Nógvir finskir lærarar mugu har undirvísa í lærugreinum, sum teir einans hava eina stutta ella beinleiðis onga grundút­búgving hava í. Floks­lærararnir mugu næstan altíð umframt móðurmálið undirvísa egna flokkinum í 2,3,4 lærugreinum aftrat, t.d. støddfrøði, ítrótti og náttúru og tøkni. Í ávísum føri eisini í fremmanda­málum sum enskum og týskum, sum kortini ofta vera lisin av einum lærara við linjufaki, bachelorgrad ella kandidatútbúgving í avvarðandi fremmanda­máli. Sjálv flokslærara­skipanin og tann yvir­ orðnaða pedagogiska hugsanin viðvíkjandi teim­um yngstu flokkunum er sera lík í Danmark og Finnlandi. Talan er sostatt um, at rættiliga nógv er felags í fólkaskúlapedagogikkini í londunum báðum. Kortini fær Finnland sum nevnt imponerandi úrslit í t.d PISA-kanningunum – með­an Danmark klárar seg rættiliga vánaliga. Eisini viðvíkjandi “equity” t.v.s. evnini til gjøgnum skúlan at lyfta veikar bólkar upp, eisini á hesum øki er Finn­land í toppinum, meðan Danmark er í botninum. Nakað kundi týtt uppá, at finska skúlaskipanin er betri til ikki bara tað fak­liga, men eisini til tað at vera “rúmlig” enn tann danska. Samstundis ofra teir í Finnlandi færri ressoursir til serundirvísing enn í Danmark. Verður hugt at teimum góðu finsku PISA-úrslitunum, so skyldast tey m.a., at tann “veiki” bólkurin er nógv minni enn í Dan­mark. Henda rúmligheitin til næmingar við ymsum trupulleikum t.d. máls­ligum er sostatt ein lykil til at skilja ta finsku PISA-succ esina. Men hví megnar tann finski fólkaskúlin at lyfta veikar samfelags­bólk­ar upp, betri enn Danmark, og hartil við færri ressours­um? Veiku næmingarnir Í stuttum kann sigast við­víkj­andi tí at lyfta veikar bólkar upp gjøgnum fólka­skúlans undirvísing: Teir veiku næmingarnir verða ikki tiknir út úr skúlastov­uni til serundirvísing. Teir fylgja øllum tímum í flokk­ inum og missa sostatt eingi fak og upplivingar í flokki­num. Teir finsku “problem­næmingarnir” skulu ikki, sum teir donsku, fara úr vanligu undirvísingini (við tí úrsliti, at teir missa innlæring í flokkinum) fyri í skúlatíðini at fáa serligan stuðul í einum serligum høli. Harafturímóti verður boðin teimum eyka hjálp aftan á skúlatíð- t.d. í lektiucaféum á skúlabóka­ savninum kl 14-16 (eingin skúlafrítíðarskipan í Finn­landi). Nógvir skúlar hava fleiri fastar “undirvís­ingar­stuðlar” tvs. Pedagogút­búgvið fólk, sum eru á skúlanum allar teirra skyld­ugu arbeiðstímar – m.a. við stuðli úti í flokkunum til veikar ella atferðar­trupl­ar næmingar. Tey kunnu eisini taka vikartímar, sum ofta kunnu vera sera ør­kymlandi ella kaotiskir fyri veikar næmingar. Ann­ars hjálpa tey í tímunum í náttúru og tøkni, hjálpa í lektiucafeini seinna­ partarnar á útferðum osfr. Vanliga hava allir finskir lærarar 24 undirvís­ingar­tímar – eisini teir við ser­ligum funktiónum. Tað er nógv einfaldari hjá skúla­leiðarunum, sum tí kunnu brúka sína tíð uppá at fremja pedagogikk og starvs­ fólkaleiðslu. Tað góða við hesum undirvísingarstuðlunum er, at teir ofta koma at kenna nógvar av skúlans “tungu” næmingum sera væl. Teir fylgja teimum gjøgnum fleiri ár og kenna eins og flokslærarin bæði til fak­ligu, sosialu og persónligu síðurnar hjá teimum. Har­við eru teir við til at skapa tryggleika, fastar karmar “rúmligheit” rundan um hesi børn, sum í nógvar mátar eru tyngjandi og til ampa fyri bæði seg sjálv og síni umgevilsi. Sum nakað nýtt hava teir roynt eina “abba-skipan” sum í royndum hevur somu ávirkan. Tað snýr seg um at brúka pensioneraðar lærarar og onnur eldri, sum sjálvboðin gera ein sátt­mála um t.d. at taka lut í at undirvísa í 10 tímar um vikuna, sum eitt slag av stuðulslærarum, sum kunnu hava uppgávur eins og undirvísingarstuðlarnir. Teir kunnu við sínum royndum, yvirliti og hógv vera ein ómetaliga góð ressourca at taka til bæði fyri lærarar og næmingar í gerandisdegnum í finska fólkaskúlanum. Hvat er øðrvísi Skúladagatalið er nærum tað sama í Finnlandi sum í Danmark. Men nøkur prakt­isk viðurskifti eru kortini, sum eru nógv øðrvísi. Generelt eru fleiri næm­ingar í flokkinum og teir hava eitt sindur fleiri undirvísingartímar, men eins og í Danmark er annars stór spjaðing viðv. floksstødd og tímatali. Finska undirvísingar­ mála­ráðið ásetir eins og í Danmark eitt minstatal av undirvísingartímum og eitt mestatal av floksstødd. Kommunurnar og í ávísan mun teir einstøku fólka­skúlarnir kunnu so, eins og her, sjálvir avgera, í hvønn mun teir vilja brúka ressourcir at útvega næm­ ingunum fleiri tímar ella minni flokkar. Næmingarnir sita við einmansborð. Flokshølini eru nógva staðni rættiliga smá. Einmansborðini eru skúlapultar við eini stórari rúmligari skuffu, har hvør næmingur fast , alt árið kann goyma ein stóran part av sínum bókum, pappír­um, amboðum o.s.fr. Allir næmingar í Finn­landi fáa hvønn dag ókeyp­is tveir rættir av mati í skúla­kantinuni. Finskir fólkaskúla­næm­ingar fáa fleiri lektiur fyri enn danskir. Men nógvir skúlar hava lektiucafeir – t.d. á skúlabókasavninum, har børnini seinnapartarnar kunnu fáa hjálp til heimaarbeiðið. Haraftrat er vert at leggja til merkis: Donsk skúlabørn hava ofta longri og meira sam­anhangandi modul Tey finsku børnini hava ofta fríkorter í 15 min. eftir hvønn undirvísingartíma. Finsku lærararnir skulu fara við sínum flokki út í fríkorterið Finsku børnini skulu fara út í fríkorterinum, og tey røra seg nógv í skúla­garði­num Donsk børn kunnu van­liga vera inni í skúlastov­uni í fríkorterinum Ofta eru tey ikki undir umsjón, tá ið tey sita inni Børnini spæla nógv av teimum gomlu barna­spølu­num: hoppa band, rund­bólt, lakka paradis, skip­aðar fangaleikir o.a. Í Danmark sita børnini ofta í flokkinum og keða seg, spæla teldu, tosa í fartele­fon, eta slikk og happa hvønn annan. Nógvar av hesum at síggja til smáu staklutu­num hava óivað stóran týdning fyri tey góðu úrslitini hjá finska peda­ gogikkinum: fysiski aktivi­teturin hevur positiva ávirkan, eisini á vektina, sum nógv nú verður talað um, tann ókeypis heilsu­ góði skúlamaturin o.a Nógv onnur viðurskifti verða tikin fram í hesi kanningini, nevnast kann, at í Danmark er ikki heilt hóskandi at leggja ov stóran dent á lesibóka­system. Kann vera at tað kennist rættari at gera sítt egna undirvísingartilfar? Øðrvísi er í Finnlandi, har meta tey lesibókina sum ein týðandi part av peda­gogiska virkseminum. Nú skal ein ikki halda, at henda nógva nýtslan av læribókum førir til terping og svartan skúla. Á sama hátt sum í Danmark síggjast eisini í Finnlandi nógvir ymsir mátar at undirvísa uppá- frá sið­bundnari floksundirvísing til story-line og projekt­arbeiði. Bøkur kunnu brúkast á nógvar mátar. Men tær standa centralt – uttan mun til undir­vísing­ arformin. Ein má taka hattin av fyri tí, sum finnar peda­gogiskt megna. “Nærleiki”, “tryggleiki”, “greidleiki”, “stolt yrkisføri ”, “effektiv eftirmeting”,”gott samskifti við foreldrini”, “livandi frásøgn og upplestur”, “góð heilsa”, “felags­skapur”, “samleika­skap­andi siðvenja” eru positivar lýsingar fyri ein spennandi og fjølbroyttan peda­ gog­iskan veruleika í einum grannalandi við somu grundhugsjónum um pedagogikk og útbúgving sum vit hava. Og sum eg segði í innganginum, so líkjast danska og føroyska skúla­skipanin so nógv, at vit beinleiðis kunnu gera samanberingar við før­oyska fólkaskúlan. Niðurstøðan hjá Frans Ørsted Andersen, sum er lektari á CVU- Fyn og DPU er, at yvirorðnað eru so nógv felags drøg millum danskan og finskan skúlabygnað og peda­gog­iskan hugsanarhátt – at hann má leita eftir frá­ greiðingini til finsku fólkaskúlasucc eina í eini røð av staklutum. Hví vóru finnar bestir í PISA? Eilif Samuelsen viðmerkingar