mikudagur 6. juni 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 106 - 6. juni 2007
Ein donsk kanning av finsku
útbúgvingarskipanini
samanborin við ta donsku
kann vera sera áhugaverd
eisini fyri okkum. Finska
útbúgvingarskipanin frá
fólkaskúla og til
universitetsstig hevur vakt ans
um allan heimin, eftir sum
Finnland lá klárt á odda í
PISA-kanningini
Er tann finska PISA-successin at
finna í staklutunum?
Nógv hevur verið tosað og
skrivað um tað sera vánaliga
føroyska úrslitið av PISA-
undankanningini. Hóast tað var
ein skelkur fyri alt føroyska
samfelagið, so var tað eins og
fólk ikki rættiliga trúðu uppá, at
føroyska skúlaverkið og
næmingarnir vóru so eiðasør,
sum hetta úrslitið vísti, og nakað
er sjálvandi um tað.
Burtursæð frá Føroyum var
Danmark tað Norðurlandið, sum
kláraði seg vánaligast, og tað
vóru danir sum vera man sera
illa nøgdir við. Teir hava eisini
roynt at endurskoða alla sína
skúlaskipan fyri at finna fram til,
hvar ið tað haltar hjá teimum, og
teir hava longu sett nógv ymisk
tiltøk í verk fyri at bøta um tey
økini, sum mest sannlíkt eru
orsøkir til vána úrslitið.
Føroyska skúlaverkið er so líkt
tí danska í tí yvirskipaða
bygnaðinum, at tað gevur góða
meining hjá okkum at hyggja
eftir teimum kanningum, sum
teir hava gjørt fyri at finna fram
til, hvar hundurin kann liggja
grivin og harvið bøta um
úrslitini, serliga viðvíkjandi fólka-
skúlanum. Ein donsk kanning av
finsku útbúgvingarskipanini
samanborin við ta donsku kann
vera sera áhugaverd eisini fyri
okkum. Finska útbúgvingar-
skipanin frá fólkaskúla og til
universitetsstig hevur vakt ans
um allan heimin, eftir sum
Finnland lá klárt á odda í PISA-
kanningini.
Danska kanningin vísir, at
finska skúlalóggávan á mangan
hátt er átøk teirri donsku – tað
eru nøkulunda somu yvirskipaðu
endamál í fólkaskúlanum. Tað er
sama floks- og fálæraraskipan, ið
hvussu er í 1.-6. flokk, somu
“barnacentreraðu” siðvenjur við
at lata børn vera børn – og ikki
pressa ov mikið nógv við
royndum, testum og próvtølum í
grundskúlanum (1.-6. fl.).
Finskir skúlar hava eins og
danskir “spæl og læring”,
verkætlanardagar, story lines,
flokslæraradagar o.s.fr. á skránni.
Onkrir royndarskúlar eru, men
teir allarflestu eru sum í
Danmark meira vanligir
fólkaskúlar við blandaðum
undirvísingarhættum – og so
finnur tú eisini í Finnlandi
niðurslitnar skúlar, bygningar í
órøkt og gomul avoldað
undirvísingaramboð. Men
allastaðni hava tey – eins og í
Danmark, higartil – lagt dent á
miðfirraða stýring av
fólkaskúlanum – við einans
leiðbeinandi lesiætlanum og
royndaruppskotum frá miðfyri-
sitingini.
Til ber tí ikki at siga, at
skúlabørn í Finnlandi eru meira
von við testing enn donsk – og
harvið heldur ikki at hevda, at
tey góðu finsku, og samsvarandi
vánaligu donsku, PISA-úrslitini
hanga saman við, at finsk børn
eru meira von við testir.
“Lågstadiet” og “høgstadiet”
Flestu skúlar í Finnlandi eru
býttir í “lågstadiet” (1.-6.fl.) og
“høgstadiet” (7.-9.fl.), ið sum
oftast eru í hvør sínum bygningi.
Men finsk lóggáva loyvir nú at
leggja bæði stadiini saman, so
tey í roynd og veru, um fysiskir
og fíggjarligir møguleikar eru
fyri tí, kunnu skapa ein saman-
hangandi eindarfólkaskúla frá 1.-
9. fl. eins og í Danmark og her
hjá okkum.
Flestu finsku lærararnir bæði á
lågstadiet og høgstadiet eru
universitetsútbúnir. Men verður
samanborið við Danmark, so er
tað soleiðis í roynd og veru, at
tey finsku universitetini, sum
útbúgva lærarar, eru at rokna
sum uppstigað CVU-stovnar
(Center for Videregående Uddan-
nelser) – tvs. samanlagdir fyrr-
verandi læraraskúlar, háskúlar,
skeiðsdeplar o. t. í regionalar
útbúgvingardeplar, sum hava
fingið nakrar granskingar- og
menningaruppgávur omaná. Teir
donsku CVU-stovnarnir kunnu
eisini fáa “college status”
gjøgnum “university college” –
skipanina. Samstundis er talan
um ein hóp av ymiskum mátum,
ein í Finnlandi kann útbúgva seg
til lærara uppá.
Samanumtikið kann sigast, at
allir finskir fólkaskúlalærarar, á
báðum stigum, hava havt eina
sera grundiga útbúgving í sínum
1-2 linjufakum, sum teir hava
brúkt munandi meira tíð uppá
enn teirra donsku starvsfelagar.
Danskir lærarar, sum eru útbúnir
eftir 1997-skipanini skulu í 4 ár
náa heili 4 linjufak og haraftrat
eina rúgvu av grundútbúgvingar-
tilgongdum í skúlafakum,
pedagogiskum fakum og praktikk
og tvørfakligum verkætlanum og
bacheloruppgávu. Tey flestu
finsku skúlabørnini fáa í finskum
ein lærara, sum hevur fordjúpað
seg í hesi lærugreinini í einum
nógv, nógv størri tali av tímum.
Á danskari læraraútbúgving er
einans ein brotpartur av hesi tíð
tøk til linjulærugreinina danskt.
Tað er eingin ivi um, at hetta er
ein av frágreiðingunum um tey
góðu úrslitini, sum finskir
næmingar fingu í t.d. lesing,
matematikk og
náttúrulærugreinum. Lærararnir í
Finnlandi eru heilt einfalt sera
væl útbúnir. Generelt betri enn
teirra donsku starvsbrøður.
Men tá ið hetta er sagt, so er
kortini nógv, sum bloytir hesa
myndina av høgt kvalifiseraðum
finskum lærarum. Á lágstiginum
eru teir als ikki so fakserkønir,
sum tann dygga útbúgvingin
kundi tykist at verið. Nógvir
finskir lærarar mugu har
undirvísa í lærugreinum, sum
teir einans hava eina stutta ella
beinleiðis onga grundútbúgving
hava í. Flokslærararnir mugu
næstan altíð umframt
móðurmálið undirvísa egna
flokkinum í 2,3,4 lærugreinum
aftrat, t.d. støddfrøði, ítrótti og
náttúru og tøkni. Í ávísum føri
eisini í fremmandamálum sum
enskum og týskum, sum kortini
ofta vera lisin av einum lærara
við linjufaki, bachelorgrad ella
kandidatútbúgving í avvarðandi
fremmandamáli. Sjálv
flokslæraraskipanin og tann yvir-
orðnaða pedagogiska hugsanin
viðvíkjandi teimum yngstu
flokkunum er sera lík í Danmark
og Finnlandi.
Talan er sostatt um, at rættiliga
nógv er felags í
fólkaskúlapedagogikkini í
londunum báðum. Kortini fær
Finnland sum nevnt imponerandi
úrslit í t.d PISA-kanningunum –
meðan Danmark klárar seg
rættiliga vánaliga. Eisini
viðvíkjandi “equity” t.v.s. evnini
til gjøgnum skúlan at lyfta veikar
bólkar upp, eisini á hesum øki er
Finnland í toppinum, meðan
Danmark er í botninum. Nakað
kundi týtt uppá, at finska
skúlaskipanin er betri til ikki
bara tað fakliga, men eisini til
tað at vera “rúmlig” enn tann
danska. Samstundis ofra teir í
Finnlandi færri ressoursir til
serundirvísing enn í Danmark.
Verður hugt at teimum góðu
finsku PISA-úrslitunum, so
skyldast tey m.a., at tann “veiki”
bólkurin er nógv minni enn í
Danmark. Henda rúmligheitin til
næmingar við ymsum
trupulleikum t.d. málsligum er
sostatt ein lykil til at skilja ta
finsku PISA-succesina. Men hví
megnar tann finski fólkaskúlin at
lyfta veikar samfelagsbólkar upp,
betri enn Danmark, og hartil við
færri ressoursum?
Veiku næmingarnir
Í stuttum kann sigast viðvíkjandi
tí at lyfta veikar bólkar upp
gjøgnum fólkaskúlans
undirvísing: Teir veiku
næmingarnir verða ikki tiknir út
úr skúlastovuni til serundirvísing.
Teir fylgja øllum tímum í flokk-
inum og missa sostatt eingi fak
og upplivingar í flokkinum. Teir
finsku “problemnæmingarnir”
skulu ikki, sum teir donsku, fara
úr vanligu undirvísingini (við tí
úrsliti, at teir missa innlæring í
flokkinum) fyri í skúlatíðini at
fáa serligan stuðul í einum
serligum høli. Harafturímóti
verður boðin teimum eyka hjálp
aftan á skúlatíð- t.d. í
lektiucaféum á skúlabóka-
savninum kl 14-16 (eingin
skúlafrítíðarskipan í Finnlandi).
Nógvir skúlar hava fleiri fastar
“undirvísingarstuðlar” tvs.
Pedagogútbúgvið fólk, sum eru á
skúlanum allar teirra skyldugu
arbeiðstímar – m.a. við stuðli úti
í flokkunum til veikar ella
atferðartruplar næmingar. Tey
kunnu eisini taka vikartímar, sum
ofta kunnu vera sera ørkymlandi
ella kaotiskir fyri veikar
næmingar. Annars hjálpa tey í
tímunum í náttúru og tøkni,
hjálpa í lektiucafeini seinna-
partarnar á útferðum osfr.
Vanliga hava allir finskir
lærarar 24 undirvísingartímar –
eisini teir við serligum
funktiónum. Tað er nógv
einfaldari hjá skúlaleiðarunum,
sum tí kunnu brúka sína tíð uppá
at fremja pedagogikk og starvs-
fólkaleiðslu.
Tað góða við hesum
undirvísingarstuðlunum er, at teir
ofta koma at kenna nógvar av
skúlans “tungu” næmingum sera
væl. Teir fylgja teimum gjøgnum
fleiri ár og kenna eins og
flokslærarin bæði til fakligu,
sosialu og persónligu síðurnar
hjá teimum. Harvið eru teir við
til at skapa tryggleika, fastar
karmar “rúmligheit” rundan um
hesi børn, sum í nógvar mátar
eru tyngjandi og til ampa fyri
bæði seg sjálv og síni umgevilsi.
Sum nakað nýtt hava teir roynt
eina “abba-skipan” sum í
royndum hevur somu ávirkan.
Tað snýr seg um at brúka
pensioneraðar lærarar og onnur
eldri, sum sjálvboðin gera ein
sáttmála um t.d. at taka lut í at
undirvísa í 10 tímar um vikuna,
sum eitt slag av stuðulslærarum,
sum kunnu hava uppgávur eins
og undirvísingarstuðlarnir. Teir
kunnu við sínum royndum,
yvirliti og hógv vera ein
ómetaliga góð ressourca at taka
til bæði fyri lærarar og næmingar
í gerandisdegnum í finska
fólkaskúlanum.
Hvat er øðrvísi
Skúladagatalið er nærum tað
sama í Finnlandi sum í Danmark.
Men nøkur praktisk viðurskifti
eru kortini, sum eru nógv
øðrvísi.
Generelt eru fleiri næmingar í
flokkinum og teir hava eitt sindur
fleiri undirvísingartímar, men
eins og í Danmark er annars stór
spjaðing viðv. floksstødd og
tímatali. Finska undirvísingar-
málaráðið ásetir eins og í
Danmark eitt minstatal av
undirvísingartímum og eitt
mestatal av floksstødd.
Kommunurnar og í ávísan mun
teir einstøku fólkaskúlarnir
kunnu so, eins og her, sjálvir
avgera, í hvønn mun teir vilja
brúka ressourcir at útvega næm-
ingunum fleiri tímar ella minni
flokkar.
Næmingarnir sita við
einmansborð.
Flokshølini eru nógva staðni
rættiliga smá.
Einmansborðini eru
skúlapultar við eini stórari
rúmligari skuffu, har hvør
næmingur fast , alt árið kann
goyma ein stóran part av sínum
bókum, pappírum, amboðum
o.s.fr.
Allir næmingar í Finnlandi fáa
hvønn dag ókeypis tveir rættir av
mati í skúlakantinuni.
Finskir fólkaskúlanæmingar
fáa fleiri lektiur fyri enn danskir.
Men nógvir skúlar hava
lektiucafeir – t.d. á
skúlabókasavninum, har børnini
seinnapartarnar kunnu fáa hjálp
til heimaarbeiðið.
Haraftrat er vert at leggja til
merkis:
Donsk skúlabørn hava ofta
longri og meira samanhangandi
modul
Tey finsku børnini hava ofta
fríkorter í 15 min. eftir hvønn
undirvísingartíma.
Finsku lærararnir skulu fara
við sínum flokki út í fríkorterið
Finsku børnini skulu fara út í
fríkorterinum, og tey røra seg
nógv í skúlagarðinum
Donsk børn kunnu vanliga
vera inni í skúlastovuni í
fríkorterinum Ofta eru tey ikki
undir umsjón, tá ið tey sita inni
Børnini spæla nógv av teimum
gomlu barnaspølunum: hoppa
band, rundbólt, lakka paradis,
skipaðar fangaleikir o.a. Í
Danmark sita børnini ofta í
flokkinum og keða seg, spæla
teldu, tosa í fartelefon, eta slikk
og happa hvønn annan.
Nógvar av hesum at síggja til
smáu staklutunum hava óivað
stóran týdning fyri tey góðu
úrslitini hjá finska peda-
gogikkinum: fysiski aktiviteturin
hevur positiva ávirkan, eisini á
vektina, sum nógv nú verður
talað um, tann ókeypis heilsu-
góði skúlamaturin o.a
Nógv onnur viðurskifti verða
tikin fram í hesi kanningini,
nevnast kann, at í Danmark er
ikki heilt hóskandi at leggja ov
stóran dent á lesibókasystem.
Kann vera at tað kennist rættari
at gera sítt egna
undirvísingartilfar? Øðrvísi er í
Finnlandi, har meta tey
lesibókina sum ein týðandi part
av pedagogiska virkseminum. Nú
skal ein ikki halda, at henda
nógva nýtslan av læribókum førir
til terping og svartan skúla. Á
sama hátt sum í Danmark
síggjast eisini í Finnlandi nógvir
ymsir mátar at undirvísa uppá-
frá siðbundnari floksundirvísing
til story-line og projektarbeiði.
Bøkur kunnu brúkast á nógvar
mátar. Men tær standa centralt –
uttan mun til undirvísing-
arformin.
Ein má taka hattin av fyri tí,
sum finnar pedagogiskt megna.
“Nærleiki”, “tryggleiki”,
“greidleiki”, “stolt yrkisføri ”,
“effektiv eftirmeting”,”gott
samskifti við foreldrini”, “livandi
frásøgn og upplestur”, “góð
heilsa”, “felagsskapur”,
“samleikaskapandi siðvenja” eru
positivar lýsingar fyri ein
spennandi og fjølbroyttan peda-
gogiskan veruleika í einum
grannalandi við somu
grundhugsjónum um pedagogikk
og útbúgving sum vit hava.
Og sum eg segði í
innganginum, so líkjast danska
og føroyska skúlaskipanin so
nógv, at vit beinleiðis kunnu gera
samanberingar við føroyska
fólkaskúlan.
Niðurstøðan hjá Frans Ørsted
Andersen, sum er lektari á CVU-
Fyn og DPU er, at yvirorðnað
eru so nógv felags drøg millum
danskan og finskan skúlabygnað
og pedagogiskan hugsanarhátt –
at hann má leita eftir frá-
greiðingini til finsku
fólkaskúlasucceina í eini røð av
staklutum.
Hví vóru finnar bestir í PISA?
Eilif
SamuElSEn
viðmerkingar