Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 6. juni 2007 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Ragnar Anthoniussen úr Fuglafirði, búsitandi í Esbjerg, andaðist á Esbjerg sjúkrahúsi 4. juni, 64 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Helena Hansen, Haldórsvík, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mánadagin 4. juni, 80 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinri. Tomasia Christensen, fødd Mikkelsen, ættað úr Geila­garðinum í Skúvoy, andaðist leygardagin 2. juni, 85 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Kirke­ vær­løse kirke, Kirkestrædet 3, fríggjadagin 8. juni klokkan 12. Hjørleif Hansen, Tórshavn andaðist á Lands­sjúkra­ húsinum mánadagin 4. juni, 58 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrshúskapellinum mikudagin klokk­ an 14. Jarðarferðin verður úr Filadelfia hós­dagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Hjørleif, kunnu lata eina gávu til dóttrina. Konto í peninga­ stovunum. Oyvør Jensen, fødd Jacobsen, ættað úr Hvalvík búsitandi á Amager, andaðist leygardagin 2. juni 65 ára gomul. Jarðarferðin verður fríggjadagin kl. 14 úr Skælgårds kirken á Amager. Andlát og jarðarferðir Hósdagin 7. juni kl. 17 - 19 letur Pól Skarðenni lista­ maður upp eina framsýning í Gallarí Riberhús í Fugla­ firði. Pól Skarðenni, sum er mest kendur fyri sínar “groft” málaðu landslags­ myndir, hevur hesaferð valt at sýna fram nakrar heilt annarleiðis myndir.  “Ein dominerandi, og eftir mínum tykki misskilt fatan av list, er at eitt lista­ fólk bert kann arbeiða við einum listarligum “úttrykki” fyri at verða nóg heilhjart­ aður. Har meini eg, at tað er ein styrki at kunna arbeiða innanfyri fleiri greinar, so hvør grein útviklar hvørja aðra, sigur Pól Skarðenni.  Framsýningin heldur fram til 27. juni. Opið er soleiðis: Mánadag – fríggja­ dag frá kl. 15.00 – 17.30 og leygardag frá kl. 11.00 – 13.00. Pól Skarðenni í Gallarí Ribarhús Hósdagin 7. juni letur Pól Skarðenni listamaður upp eina framsýning í Gallarí Riberhús í Fuglafirði 29. árgangur av Før­ oya Mynda­kal­end­ara verður í hesum døg­ um lagdur út til sølu­ búðirnar kring land­ið. Tað er Føroya Mynda­ savn á Argjum, sum gevur kalendarn út Kalendari Tá summarið kemur, kemur eisini Føroya Mynda­kal­end­ ari, ið hevur stóran áhuga hjá ferðafólki og hjá før­oy­ ingum bæði her heima og uttanlands. Nógvir føroy­ing­ ar uttanlands hava eisini kal­ endaran hangandi á vegg­ inum. Á baksíðuni á kalend­ar­ anum er eitt kort yvir ein part av Norðurlondum, sum vísir hvar Føroyar eru. Myndakalendarin er eisini eitt gott amboð hjá ferðavinnuni. Her verða Før­oyar vístar úr vakrasta sjónarhorni, og tað er einki at ivast í, at fremmandafólk tekkjast landi okkara, tá tey síggja slíkar myndir. Myndakalendarin er í brævbjálva, soleiðis at tað er sera ómakaleyst at senda ein kalendara til vinir og kenningar í útlandinum, tað er bert at skriva adressuna á bjálvan og seta frímerki á. Føroya Myndasavn á Argjum gevur kalendarin út. Tað eru Jákup Andreas Arge og konan, Solveig, sum taka sær av arbeiðinum við at gera kalendaran kláran. Tey pakka, og syrgja fyri at kalendarin kemur í sølu­ búðirnar kring landið. Kal­ endarin verður eisini seldur uttanlands og fæst t.d. á Norðuratlantsbryggjuni og í Føroyahúsinum. mg Føroya Myndakalendari 2008 komin Jákup Andreas og Solveig Arge frá Føroya Myndasavni á Argjum við Føroya Mynda­ kalendara 2008 Mynd: Magnus Gunnarsson Dagurin 7. juni. Jeremias. Ein av teimum fýra stóru profetunum í Gamla Testamenti. Í Føroyum hevur navnið Gera­ míggjas verið brúkt. Bíbilska navnið merkir tann av Guði upphevjaði. Orðafelli: Tíggju tumlar Vi kenna orðafellið “at hava 10 tumlar” – ella “at hava fimm tumlar á hvørjari hond”. Orðafellið finst í elsta enska skemtileikinum “Ralph Royster Doister”, sum er skrivaður í 1533 ella 1534. Vendingin er brúkt nógvastaðni og við ymiskum frábrigdum. (Kelda: Bevingende ord eftir T. Vogel-Jørgensen) Lesið -so eru tit við!