mikudagur 6. juni 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 6. juni 2007
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Ragnar Anthoniussen úr Fuglafirði, búsitandi í
Esbjerg, andaðist á Esbjerg sjúkrahúsi 4. juni, 64
ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Helena Hansen, Haldórsvík, andaðist á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi mánadagin 4. juni, 80 ára gomul.
Jarðarferðin verður kunngjørd seinri.
Tomasia Christensen, fødd Mikkelsen, ættað úr
Geilagarðinum í Skúvoy, andaðist leygardagin 2.
juni, 85 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Kirke
værløse kirke, Kirkestrædet 3, fríggjadagin 8. juni
klokkan 12.
Hjørleif Hansen, Tórshavn andaðist á Landssjúkra
húsinum mánadagin 4. juni, 58 ára gamal. Kistan
fer úr Landssjúkrshúskapellinum mikudagin klokk
an 14. Jarðarferðin verður úr Filadelfia hósdagin
klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Hjørleif, kunnu
lata eina gávu til dóttrina. Konto í peninga
stovunum.
Oyvør Jensen, fødd Jacobsen, ættað úr Hvalvík
búsitandi á Amager, andaðist leygardagin 2. juni
65 ára gomul. Jarðarferðin verður fríggjadagin kl.
14 úr Skælgårds kirken á Amager.
Andlát og jarðarferðir
Hósdagin 7. juni kl. 17 19
letur Pól Skarðenni lista
maður upp eina framsýning
í Gallarí Riberhús í Fugla
firði.
Pól Skarðenni, sum er
mest kendur fyri sínar
“groft” málaðu landslags
myndir, hevur hesaferð valt
at sýna fram nakrar heilt
annarleiðis myndir.
“Ein dominerandi, og
eftir mínum tykki misskilt
fatan av list, er at eitt lista
fólk bert kann arbeiða við
einum listarligum “úttrykki”
fyri at verða nóg heilhjart
aður. Har meini eg, at tað er
ein styrki at kunna arbeiða
innanfyri fleiri greinar, so
hvør grein útviklar hvørja
aðra, sigur Pól Skarðenni.
Framsýningin
heldur
fram til 27. juni. Opið er
soleiðis: Mánadag – fríggja
dag frá kl. 15.00 – 17.30 og
leygardag frá kl. 11.00 –
13.00.
Pól Skarðenni í Gallarí Ribarhús
Hósdagin 7. juni
letur Pól Skarðenni
listamaður upp eina
framsýning í Gallarí
Riberhús í Fuglafirði
29. árgangur av Før
oya Myndakalendara
verður í hesum døg
um lagdur út til sølu
búðirnar kring landið.
Tað er Føroya Mynda
savn á Argjum, sum
gevur kalendarn út
Kalendari
Tá summarið kemur, kemur
eisini Føroya Myndakalend
ari, ið hevur stóran áhuga
hjá ferðafólki og hjá føroy
ingum bæði her heima og
uttanlands. Nógvir føroying
ar uttanlands hava eisini kal
endaran hangandi á vegg
inum.
Á baksíðuni á kalendar
anum er eitt kort yvir ein
part av Norðurlondum, sum
vísir hvar Føroyar eru.
Myndakalendarin
er
eisini eitt gott amboð hjá
ferðavinnuni. Her verða
Føroyar vístar úr vakrasta
sjónarhorni, og tað er einki
at ivast í, at fremmandafólk
tekkjast landi okkara, tá tey
síggja slíkar myndir.
Myndakalendarin er í
brævbjálva, soleiðis at tað
er sera ómakaleyst at senda
ein kalendara til vinir og
kenningar í útlandinum, tað
er bert at skriva adressuna á
bjálvan og seta frímerki á.
Føroya
Myndasavn
á
Argjum gevur kalendarin
út. Tað eru Jákup Andreas
Arge og konan, Solveig,
sum taka sær av arbeiðinum
við at gera kalendaran
kláran.
Tey pakka, og syrgja fyri
at kalendarin kemur í sølu
búðirnar kring landið. Kal
endarin verður eisini seldur
uttanlands og fæst t.d. á
Norðuratlantsbryggjuni og
í Føroyahúsinum.
mg
Føroya Myndakalendari
2008 komin
Jákup Andreas
og Solveig Arge
frá Føroya
Myndasavni
á Argjum við
Føroya Mynda
kalendara
2008
Mynd: Magnus
Gunnarsson
Dagurin
7. juni. Jeremias. Ein av teimum fýra stóru profetunum
í Gamla Testamenti. Í Føroyum hevur navnið Gera
míggjas verið brúkt. Bíbilska navnið merkir tann av
Guði upphevjaði.
Orðafelli:
Tíggju tumlar
Vi kenna orðafellið “at hava 10 tumlar” – ella “at hava
fimm tumlar á hvørjari hond”.
Orðafellið finst í elsta enska skemtileikinum “Ralph
Royster Doister”, sum er skrivaður í 1533 ella 1534.
Vendingin er brúkt nógvastaðni og við ymiskum
frábrigdum.
(Kelda: Bevingende ord eftir T. VogelJørgensen)
Lesið
-so eru tit við!