Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 • 6. juni 2007 MIÐvikan 18 ➙ stór hús tá. Bóndafólkini, Hans og Benadikta Bærentsen, sum bygdu tey húsini, sum standa enn, gjørdu sær eisini urtagarð um somu tíð, og har standa framvegis nøkur stór ahorntrøð, sum sostatt eru meira enn hundr­ að ára gomul. Ein slíkur bóndagarður var ein rættilig fyritøka. Sagt verður, at í gomlum døgum vóru eini 20 fólk á garðinum við arbeiðsfólkinum. Vanliga kláraðu bóndafólkini sjálvi arbeiðið í nýggjari tíð. Tað hevur tó ikki verið smávegis arbeiði bert tað mjólka 8-10 kúm við hond. Men tá hoyggj­ að varð, var brúk fyri hoygg­ ingargentum, og tær komu ofta úr Skopun. Eisini var brúk fyri slóttarmonnum, og teir komu úr Kaldbak. Okkurt par spurdist burturúr. Evald Vang úr Kaldbak giftist við Beatu Bærentsen, sum kom úr Skopun at hoyggja, og tey búsettust í Kaldbak. Tá slaktið var fyri var eisini nógv at gera. Tað vóru 220 áseyðir, og vanliga var skurðurin um 170-180, og nokk so fitt av tí varð flett á Sundi. Tá komu menn úr Havn at fletta. Ein teirra var Martin Kúrberg, kendur sum ein sterkur formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Martin kundi vera nokkso boysin, men Tóra letur sera væl at honum. Hann var altíð til reiðar at gera ein beina, tá tað skuldi koyrast eitt ella annað við bilinum hjá honum. Umfram tað, sum varð flett, var eisini seyður sendur livandi til Havnar. Tað var Karl hjá Vága Heina og Jens Reinert, sum keyptu seyðin. Teir fingu flett seyðin, og kjøtið við avroðum varð selt í teirra handlum. Tá mátti øll gongan rekast til endan á Sundsvegnum, og seyðurin var fluttur víðari við lastbili. Tóra vildi ikki senda børnini í skúla á Eiði Tað merkiliga var við bygdini á Sundi, at bóndahúsini hoyrdu til Kaldbaks kommunu, meðan húsini hjá Gustav hoyrdu til Tórs­ havnar Uttanbíggja Kommunu, sum seinni gjørdist ein partur av Tórshavnar kommunu. Hetta merkti nú ikki dagligdagin. Tá ið Hans og Tóra fingu børn, vóru eingi onnur børn á Sundi. Tá ið elsta dóttirin, Benadikta, skuldi fara í skúla gjørdist trupul­­leiki. Sum greitt frá í sein­asta blaði høvdu Sund og Kaldbak upprunaliga felags lærara. Men hetta vildi Kaldbak ikki góðkenna longur. Teir vildu hava ein heilan lærara fyri seg sjálvan. Men samstundis høvdu skúlamyndugleikarnir ongan hug til at spandera ein lærara uppá eitt ella tvey børn á Sundi. So teir spurdi Tóru, um hon ikki bara kundi senda børnini til Eiðis til mammu hennara, so kundu tey ganga í skúla har! Men Tóra var ikki so at syfta. Hon hevði ongan hug til at senda børnini so langt burtur, sum Eiði var tá við tí ferða­sambandi, sum var. Annars var mamman so illa gongd, at hon var ikki før fyri at taka sær av børnum. Hetta gjørdi, at Benadikta, elsta dóttirin, misti fyrsta skúlarárið. Tá fingu tey eina skipan við ferðalærara. So tey máttu skiftivís deila lærara við bygdir sum Múla, Koltur, Skæling og Kaldbaksbotn. Undirvísingartíðin skuldi vera helvt um helvt í hvørjum plássi, men hetta kundi ikki ganga eftir einun føstum leisti, sum ferðaumstøðurnar vóru tá. Tí skuldi skipast so fyri, at tá árið var liðugt skuldi javnvág vera í. Tóra letur væl at lærarunum. Oftast vóru tað vikarar, sum ikki høvdu læraraprógv, men hetta bilaði ikki. Fyrsta telefon­sam­ røðan var av Sundi Nútíðin kom seinni inn á Sund enn í restini av landinum. Rav­ magn kom ikki fyrr enn í 1962, og tá bygdu tey eitt nútímans fjós til 20 kýr. Vegur kom ikki fyrr enn í seinast í 70-unum. Henda vegagerð helt so áfram til Kaldbak, tá bygdin legði saman við Tórshavnar Kommunu. Kortini kom eitt stórt tøkniligt framstig í Føroyum fyrst á Sund, og tað var telefonin. Tað var soleiðis, at tá norskir telefonmenn løgdu telefonlinjuna hjá Ólavi á Heygum úr Havn til Vestmanna, var Sund fyrsta bygd, sum teir komu til, og teir ringdu sjálvir til Havnar fyri at vita, um alt riggaði sum tað skuldi. Sostatt var fyrsta millumbygdatelefons amtala í Føroyum ringd av Sundi til Havnar. Áðrenn tað hevði bara verið tosað millum nøkur hús innanbýggja í Havn. Tóra var gift við Hans á Sundi. Hann doyði longu í 1990. Hon er saman við børnunum Benadiktu og Jákupi einasta manning á Sundi í dag Ulla við sínum sjey synum. F.v. Villy, sigldi við Mærsk, býr nú í Danmark, Jákup, flutti eisini niður og giftist við danskari konu, Bergtórur, búði á Tvøroyri, var í lokalpolitikki, Helgi, doyði 28 ára gamal, Piddi flutti inni í Kaldbaksbotn í 1952, Dánjal Jákup, Baggu, búði fyrst í Kaldbak, flutti so til Havnar, Hans, sum gjørdist bóndi, giftur við Tóru. Bert Villi livir eftir. Innsetta myndin vinstru megin er av systrini Benadiktu, sum doyði átta ára gomul av tuberklum. Høgru megin pápin Jákup, sum doyði í 1935