mikudagur 6. juni 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Jákup á Sundi:
Fyrsta telefonsamrøðan
var av Sundi
Í fyrsta partinum av
frásøgnini hjá Jakku
greiddi hann frá barn
dóminum á Sundi. Í
hesum partinum
verður millum annað
greitt frá bóndahúsu
num á Sundi og tess
áhugaverdu søgu
2. partur
Tað vóru tvey hús á Sundi. Hini
húsini vóru bóndahúsini, sum
hava teirra søgu. Tann fyrsti
bóndi á Sundi, vit vita um, er
Guttorm Andersen, sum eisini
var løgmaður. Hann festi í 1570.
Tey á Sundi meta sína ætt at
hava havt garðin síðan 1694, og
Bærentsen navnið gongur aftur
til 1766. Tað stavar frá Bærint
Jacobsen. Garðurin hevur verið
í ættini í níggju ættarlið. Tað var
soleiðis, at ein bóndi á Sundi,
Daniel Lucassen átti bara døtur,
og ein teirra, Sára Dánjalsdóttir,
giftist við Bærint Jacobsen, sum
kom úr Gerðum til Sunds, men var
ættaður av Oyri.
Annars er onki at ivast í, at Sund
hevur verið bygd frá fyrndartíðum.
Hetta kann grundast á, at Sund er
markatalsbygd, og at tað í bønum
á Sundi er funnið ymiskt, sum
stavar frá elligamlari búseting.
Tann fyrsta bóndan, sum eg
minnist er Jákup Bærentsen,
giftur við Ullu f. Olsen av Válinum
í Vestmanna.
Eg minnist tó eisini pápa
hansara Hans Bærensten.
Hann var systkinabarn Rasmus
Effersøe, sum beint hevur havt
150 ára føðingardag. Rasmus
plagdi at vera inni á Sundi og
vitja systkinabarnið. Hetta
var kanska eisini av fakligum
áhuga, tí Rasmus var eisini
landbúnaðarráðgevi. Ein stuttlig
søga er, at einaferð hevði
Rasmus skipað fyri at gera ein
rennistrong oman í Sund fyri at
fáa torvið lættari oman. Men
fyrsti torvsekkurin rakti annan
skorsteinin á bóndahúsunum,
og fór hann í sor. Søgan um
rennistrongin gjørdist vist ikki
longri enn hetta.
Men eg minnist tó, at renni
strongur var um Tíggjará Kald
baksmegin áðrenn tað var nøkur
brúgv. Tað slapst ikki um ánna í
áarføri. Tað varð sagt, at Rasmus
Effersøe skipaði fyri hesum
rennistrongi.
Jákup doyði knappliga í 1934.
Eftir sat Ulla á Sundi við átta
børnum, einari dóttir og sjey
synum. Ulla átti annars níggju
børn, men fyrsta barnið, ein
drongur, doyði bert fýra mánaðar
gamal. Tann elsti sonurin, Hans,
var bert 11 ára gamal, tá ið pápin
doyði, so Ulla mátti sita við festi
num, til dreingirnir vóru komnir
til mans. Hon fekk hjálp frá fleiri,
millum øðrum beiggjanum Óla,
sum greitt varð frá í fyrsta parti
av hesi frásøgn. Ein annar sum
hjálpti var Jákup Andreas við Á í
Kaldbak, sum var svágur Ullu.
Hans royndi so at útbúgva
seg til uppgávuna. Hetta gjørdi
hann við at fara eitt ár á Roynd
arstøðina í Hoyvík, har Jógvan
Húsgarð, ættaður úr Syðrugøtu,
var stjóri.
Søgan um Kaldbaksbotn
Men so verður Hans 21 ár, og árið
eftir verður beiggin Petur, vanliga
nevndur Piddi, 21 ár, og teir eru
myndigir. Tá verður garðurin
býttur sundur, og Piddi búsetir
seg í Kaldsbaksbotni.
Her kann verða skoytt uppí,
at nøkur ár seinni flytir Petur
Andreas Petersen úr Kaldbak inn
í Kaldbaksbotn. Àðrenn tað vóru
brøðirnir Olaf og Thorvald Reinert
fluttir inn í botnin. Men tá húsini
hjá Thorvald brendu, flutti hann
úr botninum og aftur til Kaldbak,
og Petur Andrias keypti húsini hjá
Olaf, sum eisini flutti.
Í Kaldbaksbotni hevði ein
bóndi, Hanus, búð áðrenn mína
tíð. Abbi plagdi at fara til hansara
at lesa fyri honum. Abbi dugdi at
lesa, og tað hevur hin ikki dugað.
Men abbi vildi fegin hjálpa
bóndanum á hendan hátt.
Annars var tað ikki fyrr enn eg
var um 10 ára gamal, at fólk kom
at búgva í Kaldbaksbotni.
Tóra kemur inn
í myndina
Nú fer at nærkast, at Tóra kemur
inn í myndina. Spurningurin er so,
hvussu ein genta av Eiði finnur
saman við einum drongi av Sundi.
Jú, hon kom at hoyggja í
Kaldbak hjá Tummas við Á. Nógv
samband var millum Kaldbak og
Sund, og harvið komu tey bæði
Hans og Tóra at hittast, og tey
giftast í 1946. Tískil eru tað 61 ár
síðan, at Tóra kom inn á Sund at
búgva.
Vit báðir, Jakku og Óli, hava
verið inni á gólvinum hjá Tóru,
har vit eisini fingu prát við sonin
Jákup, og væl duga tey at greiða
frá. Sjálvi bóndahúsini eru frá
1895, og hava tey verið eini
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Bóndagarðurin sæð frá sjónum, og tað var haðani, fyrsta millumbygda samrøðuna fór fram í 1906, tá ringt varð av Sundi til Havnar