Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Jákup á Sundi: Fyrsta telefonsamrøðan var av Sundi Í fyrsta partinum av frásøgnini hjá Jakku greiddi hann frá barn­ dóminum á Sundi. Í hesum partinum verður millum annað greitt frá bónda­húsu­ num á Sundi og tess áhugaverdu søgu 2. partur Tað vóru tvey hús á Sundi. Hini húsini vóru bóndahúsini, sum hava teirra søgu. Tann fyrsti bóndi á Sundi, vit vita um, er Guttorm Andersen, sum eisini var løgmaður. Hann festi í 1570. Tey á Sundi meta sína ætt at hava havt garðin síðan 1694, og Bærentsen navnið gongur aftur til 1766. Tað stavar frá Bærint Jacobsen. Garðurin hevur verið í ættini í níggju ættarlið. Tað var soleiðis, at ein bóndi á Sundi, Daniel Lucassen átti bara døtur, og ein teirra, Sára Dánjalsdóttir, giftist við Bærint Jacobsen, sum kom úr Gerðum til Sunds, men var ættaður av Oyri. Annars er onki at ivast í, at Sund hevur verið bygd frá fyrndar­tíðum. Hetta kann grundast á, at Sund er markatalsbygd, og at tað í bønum á Sundi er funnið ymiskt, sum stavar frá elligamlari búseting. Tann fyrsta bóndan, sum eg minnist er Jákup Bærentsen, giftur við Ullu f. Olsen av Válinum í Vestmanna. Eg minnist tó eisini pápa hansara Hans Bærensten. Hann var systkinabarn Rasmus Effersøe, sum beint hevur havt 150 ára føðingardag. Rasmus plagdi at vera inni á Sundi og vitja systkinabarnið. Hetta var kanska eisini av fakligum áhuga, tí Rasmus var eisini land­búnaðarráðgevi. Ein stuttlig søga er, at einaferð hevði Ras­mus skipað fyri at gera ein renni­strong oman í Sund fyri at fáa torvið lættari oman. Men fyrsti torvsekkurin rakti annan skorsteinin á bóndahúsunum, og fór hann í sor. Søgan um rennistrongin gjørdist vist ikki longri enn hetta. Men eg minnist tó, at renni­ strongur var um Tíggjará Kald­ baksmegin áðrenn tað var nøkur brúgv. Tað slapst ikki um ánna í áarføri. Tað varð sagt, at Rasmus Effersøe skipaði fyri hesum rennistrongi. Jákup doyði knappliga í 1934. Eftir sat Ulla á Sundi við átta børnum, einari dóttir og sjey synum. Ulla átti annars níggju børn, men fyrsta barnið, ein drongur, doyði bert fýra mánaðar gamal. Tann elsti sonurin, Hans, var bert 11 ára gamal, tá ið pápin doyði, so Ulla mátti sita við festi­ num, til dreingirnir vóru komnir til mans. Hon fekk hjálp frá fleiri, millum øðrum beiggj­anum Óla, sum greitt varð frá í fyrsta parti av hesi frásøgn. Ein annar sum hjálpti var Jákup Andreas við Á í Kaldbak, sum var svágur Ullu. Hans royndi so at útbúgva seg til uppgávuna. Hetta gjørdi hann við at fara eitt ár á Roynd­ arstøðina í Hoyvík, har Jógvan Húsgarð, ættaður úr Syðrugøtu, var stjóri. Søgan um Kaldbaksbotn Men so verður Hans 21 ár, og árið eftir verður beiggin Petur, vanliga nevndur Piddi, 21 ár, og teir eru myndigir. Tá verður garðurin býttur sundur, og Piddi búsetir seg í Kaldsbaksbotni. Her kann verða skoytt uppí, at nøkur ár seinni flytir Petur Andreas Petersen úr Kaldbak inn í Kaldbaksbotn. Àðrenn tað vóru brøðirnir Olaf og Thorvald Reinert fluttir inn í botnin. Men tá húsini hjá Thorvald brendu, flutti hann úr botninum og aftur til Kaldbak, og Petur Andrias keypti húsini hjá Olaf, sum eisini flutti. Í Kaldbaksbotni hevði ein bóndi, Hanus, búð áðrenn mína tíð. Abbi plagdi at fara til hansara at lesa fyri honum. Abbi dugdi at lesa, og tað hevur hin ikki dugað. Men abbi vildi fegin hjálpa bóndanum á hendan hátt. Annars var tað ikki fyrr enn eg var um 10 ára gamal, at fólk kom at búgva í Kaldbaksbotni. Tóra kemur inn í myndina Nú fer at nærkast, at Tóra kemur inn í myndina. Spurningurin er so, hvussu ein genta av Eiði finnur saman við einum drongi av Sundi. Jú, hon kom at hoyggja í Kaldbak hjá Tummas við Á. Nógv samband var millum Kaldbak og Sund, og harvið komu tey bæði Hans og Tóra at hittast, og tey giftast í 1946. Tískil eru tað 61 ár síðan, at Tóra kom inn á Sund at búgva. Vit báðir, Jakku og Óli, hava verið inni á gólvinum hjá Tóru, har vit eisini fingu prát við sonin Jákup, og væl duga tey at greiða frá. Sjálvi bóndahúsini eru frá 1895, og hava tey verið eini Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Bóndagarðurin sæð frá sjónum, og tað var haðani, fyrsta millumbygda samrøðuna fór fram í 1906, tá ringt varð av Sundi til Havnar