Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 106 - 6. juni 2007 tíðindi Stutt Sagt Milliónir flýggja Nýggj tøl hjá ST vísa, at meiri enn fýra milliónir irakar eru flýddir frá húsi og heimi, síðani landið varð álopið. 2,2 milliónr eru flýdd av landinum, og hini eru flóttafólk í egnum landi. Jennifer Pagonis, sum er talskvinna hjá flóttafólkadeildini hjá ST, sigur, at vandi er fyri, at uppaftur fleiri irakar velja at fara heiman, tí irakska stjórnin megnar ikki at útvega teimum mat, heili­ vág og aðrar tænastur, samstundis sum trygdar­ viðurskiftini eru stak vánalig. Nógvir irakar líða eisini undir, at nógvir landspartar hava stongt sítt mark, tí teir vilja ikki hava fleiri flóttafólk. Evropa ikki mál Iranski samráðingar­ maðurin í kjarnorkumál­ um, Ali Larijani, sigur við iransku tíðindastovuna ISNA, at evropearum nýtist ikki at stúra fyri teimum nýggju iransku rakettunum, tí tær verða ongantíð vendar ímóti Evropa, sigur hann. Lari­ jani sigur, at Iran hevur gott samband við Evropa, og at einki hald er í amerikanska illgrunanum um, at Iran fer at venda sínum álopsrakettum ímóti málum í Evropa. Hann sigur amerikanska illgrunan vera ársins skemt. Ísland og Miðeystur Ingibjörg Sólrún Gísla­ dóttir, sum herfyri tók við sum íslendskur uttanríkis­ ráðharri, segði í Alting­ inum í gjár, at hon ætlar at knýta tættari samband millum Ísland og teir pale­ stinsku sjálvsstýrismyndu gleikarnar. Uttanríkisráð­ harrin segði, at hon um­ hugsar at fara til Mið­ eysturs fyri at vita, um Ísland kann gera seg galdandi har. Ingibjörg Sólrún Gísladóttir nevndi, at hon hevur í hyggju at leita sær stuðul frá norska uttanríkisráðharranum, Jonas Gahr Støre, sum hevur drúgvar royndir í Miðeystri og kennir økið væl. SAMBAND fArtekSt@MAil.Dk -USA er farið á glið í veðurlagsmálinum, og eg vænti, at eg kann ávirka forsetan eitt sindur (Tony Blair). útlond Nógvastaðni í Noregi hvørvur frostið í jørðini, og tað kann fáa sera álvarssamar avleiðingar veður Árni Joensen fartekst@mail.dk Ein stótut partur av norska fjallalendinum er fryst alt árið, og frostið ger sítt til at halda lendinum. Men tann veksandi hitin á Jørðini fær nú jarðfrøðingar at ávara um, at hvørvur frostið úr jørðini, kann tað fáa álvarssamar avleiðingar nógvastaðni í Noregi. Lyngen í Troms er eitt av støðunum, sum jarðfrøðing­ arnir halda eyga við. Lendið har flytir seg tríggjar centimetrar um árið, og eina ferð í framtíðini endar tað við, at fleiri milliónir rúmmetrar av gróti, eyri og mold fara í havið. Nú frostið í jørðini hvørvur, stúra granskararnir fyri, at omanlopið kann koma fyrr, enn teir fyrr hava væntað. – Omanlopið verður tað størsta í søguligari tíð í Norðurnoregi, og flóðaldan verður ovurstór, sigur Lars Harald Blikra, sum er granskari á norska jarðfrøði­ stovninum, við tíðarritið Apollon. Tony Blair sigur, at G8-fundurin í Heiligendamm er miseydnaður, fæst ikki semja um veðurlagið, men George W. Bush leggur størri dent á rakettir og rakettverju politikkur Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað stendur ikki á hjá leiðarunum í G8­londunum at finna fundaraevni, nú teir sjey menninir og tann einsa­ malla kvinnan hittast til fundar í lítla, týska frí­ tíðarbýnum Heiligendamm við Eystrasalt. Eitt tað ovasta málið á dagsskránni er veðurlagið og serstakliga tann seinasta veðurlagsfrágreiðingin frá ST. Hóast tíðin hjá Kyoto­ sáttmálanum er farin at styttast, hava tey átta fram­ vegis møguleikan at fáa nakað munagott burturúr, skrivar Reuter, sum eggjar teimum til at skriva undir og at fylgja avtaluni. Bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, sum er á sínum sein­ asta G8­fundi, segði í gjár, at tað ræður um at fáa USA við, men George W. Bush, forseti, hevur sagt, at hann skrivar ikki undir nakað, sum er bindandi fyri USA, uttan so at lond sum Kina og India gera tað sama. Afrika svikið Fyri tveimum árum síðani samdust teir átta leiðararnir um at tvífalda hjálpina til Afrika innan 2010. Hetta var eitt lyfti, sum veruliga vakti ans, men tíðin hevur víst, at leiðararnir hava havt ilt við at fylgja lyftinum. Einki av teimum átta londunum hildið lyftið. Bretland, sum gekk undan fyri at fáa hjálpina tvífaldaða, er farið tann øvugta vegin, skrivar Reut­ ers og vísir á, at fyri fyrstu ferð síðani 1997 er bretska menningarhjálpin til Afrika minkað. – Úrslitið hevur verið eitt stórt vónbrot, sigur Lord Jay of Ewelme, sum var bretskur sameáðingarleiðari á G8­fundinum í 2005. Týski kanslarin, Angela Merkel, hevur sagt, at hon ætlar ikki, at G8­leiðararnir skulu gloyma Afrika­lyftið, og hon hevur sett sær fyri at taka tað uppaftur á fundi­ num í Heiligendamm. Leið­ ararnir skulu eisini umrøða trupulleikarnar við AIDS í Afrika, og í tí sambandi eru fleiri afrikanskir leiðarar bodnir til Heiligendamm. Rakettir Á tí uttanríkispolitiska øki­ num hava tey átta fleiri spurningar á dagsskránni. Ein teirra er støðan í sudanska landspartinum Darfur og sudanska mót­ støðan ímóti, at ST­hermenn koma hagar at tryggja frið. Kosovo er eisini á skránni. USA og Evropa eru til reiðar at lýsa Kosovo sum eitt sjálvsstøðugt land, men tað vilja russar ikki. Miðeystur er á skránni á hvørjum G8­fundi og soleiðis eisini hesaferð, og helst verður úrslitið, at tey átta fara at mæla ísraels­ monnum og palestinum at fara til samráðingarborðið. Amerikanska rakettverju­ ætlanin í Evropa skal eisini umrøðast. Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur fleiri ferðir ávarað um, at amerik­ anska ætlanin kann hava við sær, at vápnakappdub­ bingin byrjar av nýggjum, og Russland hevur longu roynt nýggjar rakettir. Ein spurningur, sum eisini verður viðgjørdur í Heiligendamm, er, um G8 skal víðkast. Fyrrverandi týski kanslarin Helmuth Kohl, sum í 1975 legði lunnar undir G­fundirnar, hevur sagt, at lond sum Kina, Brasil, India, Meksiko og Suðurafrika eiga at fáa innbjóðing næstu ferð. Nógv at keglast um Stúra fyri flóðaldum George W. Bush hevur Darfur og AIDS sum høvuðsmál á fundinum í Heiligendamm. Angela Merkel hevur Afrika sum sítt høvuðsmál. Vladimir Putin leggur størsta dentin á rakettverju og vápnadubbing. Tony Blair fer á sínum seinasta G8- fundi at leggja dent á veðrið.