Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 6. juni 2007 19 tíðindi Tann 11. juni verður Sámal Patursson í Kirkjubø 90 ár. Tað ber illa til at nevna Sámal uttan fyrst at nevna hans­ara foreldur Fredrikku og Gazet. Gazet var beiggi Jóannes Patursson. Hann gjørd­ist ikki kendur fyri politikk sum beiggin, men fyri hansara urtagarðs­arbeiði og vísindaligu avrik. Fyri at taka tað seinna fyrst, kom hann at gera eitt stórt arbeiði við at savna summar­ fuglar og plantur, og hann hevði samstarv við vísinda­stovnar sum Zoologisk Muse­um í Danmark á hes­um øki. Millum annað stað­ festi hann gulllaks í Føroy­um longu í 1904. Annars var Gazet tann fyrsti í Føroy­u­m, sum fekk sær urta­garðs­brúk sum vinnuveg, og var hetta sera slóðbrótandi. Mamma Sámal var Freder­ikka, sum eisini var úr Kirkjubø. FF-blaðið hevði í 2003 eina frásøgn um tey bæði, og tá skrivaði Elisabeth, kona Sámal, eina lýsing av vermammuni. Frásøgnin kann lesast á heimasíðuni: www. fiskimannafelag.fo Farið verður inn á gomlu heimasíðuni, blað nr. 306. Tað var eitt sindur trupult at fáa tilfar til eina lýsing av Gazet. Mótsett í hvussu er summum av beiggjunum, var hann sera beskeðin, og tað var so lítið skrivligt um hann. Sámal og hansara kundu tó geva so mikið av íkasti um Gazet, at tað fekst ein góð lýsing av honum. Hetta var ikki minst, tí ættin hevði varðveitt áhugavert brævaskifti við teir avvarðandi vísindaligu stovnarnar í Danmark. Tá Sámal var drongur vóru bert 4-5 hús í Kirkjubø. Undan hansara tíð var handil í bygdini. Men fyrst hann minnist, fingu tey vør­ur­nar úr Havn við rutu­bát­ in­um. Tað varð ikki koyrandi til Havnar fyrr enn í 1925 og var hetta sjálvsagt ein stór broyting. Tað var skúli í Kirkjubø, og lærari var Karin Samuelsen, kend frá sanginum hjá Hans Andreas Djurhuus við regluni »altíð rennur Karin fyrst.« Henda bygdin, Kirkjubø, hevur hóast sína avmarkaðu stødd havt stóra ávirkan á okkara samfelag, og sum tað skilst, er Sámal av góð­um bergi brotin. Hann hevur hildið seg til sítt heimabeiti og hevur verið í Kirkjubø alt lívið. Tó var hann á háskúla í Havn í sínum ungu døgum. Pápin hevur verið ein góður lærumeistari hjá Sám­ali, og aftaná at hava arbeitt saman við honum hevur Sámal tikið upp hansara urta­garðsvirksemi, og hevur hetta verið hansara lív. Sámal hevði sett sær fyri at liva av tí, sum jørðin gevur við grønmeti og blóm­u­­r, og hetta hevur eisini eydnast við dugna­ skapi, ídni og arbeiðssemi. Hann hevur eisini følt ábyrgd fyri familjuni og ætt­ini. Pápi hansara hevði eitt festi, sum elsti beiggi Sám­al, Páll, tók við. Men tá beigg­in fall frá í ungum aldri, tók Sámal við fest­in­um og røkti tað væl og virði­liga, til sonur Páll kundi taka við. Hetta gjørdi hann um­framt urta­garðsvirk­semið. Hetta er ein umsorgan, sum børnini hjá honum og teirra framvegis merkja til, og hetta merkir eisini, at tey javnan hava fólk, sum koma inn á gólvið, og inni hjá Sámali og Elisabeth kenna øll seg væl. Hóast sín aldur hevur Sámal ikki á nakran hátt lagt frá sær. Enn veltir hann, eins og hann framvegis hevur ein prýðiligan og vakr­an urtagarð, har hann hev­ ur sáað fyrr í ár og nú, eftir at hann fyllir 90 ár, bíð­ar eftur at taka grøðina upp. Men áðrenn hetta hendir, er framvegis nógv sum skal gerast sum við lúking. Sámal hevur altíð verið trúgvur kirkjumaður, og hann søkir regluliga Guds hús. Eisini er hann trúfastur í KFUM í Havn. Sámal er ein av veteranum í Svimjhylinum, og her er hann fastur gestur. Er hann ikki elstur, er hann í hvussu er ein av teimum elstu. Sámal giftist í 1953 við Elisabeth av Strondum, og hevur hon verið honum ein góð kona og stuðul. Elisa­beth er so vissuliga eisini eitt skil­afólk, sum dugur at greiða frá. Hon minnist rabar­burnar, tey á Strondum plagdu at fáa frá Gazet, og var hetta áðrenn hon í heila tikið ánaði, at hon fór at enda í Kirkjubø sum hans­ara verdóttir. Hon minnist eisini, hvussu virðisliga rabar­burnar vóru innpakk­aðar eins og við nútímans marknaðarføring. Tey bæði eiga børnini Rasmus, giftur við Anniku í Garði av Strondum, Fríðu, sum er gift við Niclasi Ras­mus­sen úr Havn og Svein, giftur við Ásu Hansen úr Havn. Barnabørnini eru 12 í tali, og nú hava tey eisini fingið eitt langabba- og ommubarn. Sámal er ein av hesum beskednu persónunum, sum ikki gera nakran háva burtur úr sær sjálvum, men sum eru dygg í sínum dag­ lig­degi. Eri komin at kenna tey bæði gjøgnum sonin Ras­mus, og eri komin at virðis­ meta teirra eginleikar. Tey eru bæði sera dámlig og skilagóð og eru ímyndin av teimum góðu eginleikum hjá fólki, vit kunnu hava álit á. Hjartaliga tillukku við teim­um 90 árunum! ó. Sámal Patursson 90 ár Hetta kundi verið í Edens urtagarði, men her síggja vit Elisabeth og Sámal í teirra urtagarði