mikudagur 6. juni 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 6. juni 2007
19
tíðindi
Tann 11. juni verður Sámal
Patursson í Kirkjubø 90 ár. Tað
ber illa til at nevna Sámal uttan
fyrst at nevna hansara foreldur
Fredrikku og Gazet. Gazet var
beiggi Jóannes Patursson. Hann
gjørdist ikki kendur fyri politikk
sum beiggin, men fyri hansara
urtagarðsarbeiði og vísindaligu
avrik. Fyri at taka tað seinna
fyrst, kom hann at gera eitt stórt
arbeiði við at savna summar
fuglar og plantur, og hann hevði
samstarv við vísindastovnar sum
Zoologisk Museum í Danmark á
hesum øki. Millum annað stað
festi hann gulllaks í Føroyum
longu í 1904. Annars var Gazet
tann fyrsti í Føroyum, sum fekk
sær urtagarðsbrúk sum vinnuveg,
og var hetta sera slóðbrótandi.
Mamma Sámal var Frederikka,
sum eisini var úr Kirkjubø.
FFblaðið hevði í 2003 eina
frásøgn um tey bæði, og tá
skrivaði Elisabeth, kona Sámal,
eina lýsing av vermammuni.
Frásøgnin kann lesast á
heimasíðuni: www.
fiskimannafelag.fo
Farið verður inn á gomlu
heimasíðuni, blað nr. 306.
Tað var eitt sindur trupult at
fáa tilfar til eina lýsing av Gazet.
Mótsett í hvussu er summum av
beiggjunum, var hann sera
beskeðin, og tað var so lítið
skrivligt um hann.
Sámal og hansara kundu tó
geva so mikið av íkasti um
Gazet, at tað fekst ein góð lýsing
av honum. Hetta var ikki minst,
tí ættin hevði varðveitt áhugavert
brævaskifti við teir avvarðandi
vísindaligu stovnarnar í
Danmark.
Tá Sámal var drongur vóru
bert 45 hús í Kirkjubø. Undan
hansara tíð var handil í bygdini.
Men fyrst hann minnist, fingu
tey vørurnar úr Havn við rutubát
inum. Tað varð ikki koyrandi til
Havnar fyrr enn í 1925 og var
hetta sjálvsagt ein stór broyting.
Tað var skúli í Kirkjubø, og
lærari var Karin Samuelsen, kend
frá sanginum hjá Hans Andreas
Djurhuus við regluni »altíð
rennur Karin fyrst.«
Henda bygdin, Kirkjubø, hevur
hóast sína avmarkaðu stødd havt
stóra ávirkan á okkara samfelag,
og sum tað skilst, er Sámal av
góðum bergi brotin.
Hann hevur hildið seg til sítt
heimabeiti og hevur verið í
Kirkjubø alt lívið. Tó var hann á
háskúla í Havn í sínum ungu
døgum.
Pápin hevur verið ein góður
lærumeistari hjá Sámali, og
aftaná at hava arbeitt saman við
honum hevur Sámal tikið upp
hansara urtagarðsvirksemi, og
hevur hetta verið hansara lív.
Sámal hevði sett sær fyri at
liva av tí, sum jørðin gevur við
grønmeti og blómur, og hetta
hevur eisini eydnast við dugna
skapi, ídni og arbeiðssemi.
Hann hevur eisini følt ábyrgd
fyri familjuni og ættini. Pápi
hansara hevði eitt festi, sum elsti
beiggi Sámal, Páll, tók við. Men
tá beiggin fall frá í ungum aldri,
tók Sámal við festinum og røkti
tað væl og virðiliga, til sonur Páll
kundi taka við. Hetta gjørdi hann
umframt urtagarðsvirksemið.
Hetta er ein umsorgan, sum
børnini hjá honum og teirra
framvegis merkja til, og hetta
merkir eisini, at tey javnan hava
fólk, sum koma inn á gólvið, og
inni hjá Sámali og Elisabeth
kenna øll seg væl.
Hóast sín aldur hevur Sámal
ikki á nakran hátt lagt frá sær.
Enn veltir hann, eins og hann
framvegis hevur ein prýðiligan
og vakran urtagarð, har hann hev
ur sáað fyrr í ár og nú, eftir at
hann fyllir 90 ár, bíðar eftur at
taka grøðina upp. Men áðrenn
hetta hendir, er framvegis nógv
sum skal gerast sum við lúking.
Sámal hevur altíð verið trúgvur
kirkjumaður, og hann søkir
regluliga Guds hús. Eisini er
hann trúfastur í KFUM í Havn.
Sámal er ein av veteranum í
Svimjhylinum, og her er hann
fastur gestur. Er hann ikki elstur,
er hann í hvussu er ein av
teimum elstu.
Sámal giftist í 1953 við
Elisabeth av Strondum, og hevur
hon verið honum ein góð kona
og stuðul. Elisabeth er so
vissuliga eisini eitt skilafólk,
sum dugur at greiða frá. Hon
minnist rabarburnar, tey á
Strondum plagdu at fáa frá
Gazet, og var hetta áðrenn hon í
heila tikið ánaði, at hon fór at
enda í Kirkjubø sum hansara
verdóttir. Hon minnist eisini,
hvussu virðisliga rabarburnar
vóru innpakkaðar eins og við
nútímans marknaðarføring.
Tey bæði eiga børnini Rasmus,
giftur við Anniku í Garði av
Strondum, Fríðu, sum er gift við
Niclasi Rasmussen úr Havn og
Svein, giftur við Ásu Hansen úr
Havn. Barnabørnini eru 12 í tali,
og nú hava tey eisini fingið eitt
langabba og ommubarn.
Sámal er ein av hesum
beskednu persónunum, sum ikki
gera nakran háva burtur úr sær
sjálvum, men sum eru dygg í
sínum dag ligdegi. Eri komin at
kenna tey bæði gjøgnum sonin
Rasmus, og eri komin at virðis
meta teirra eginleikar. Tey eru
bæði sera dámlig og skilagóð og
eru ímyndin av teimum góðu
eginleikum hjá fólki, vit kunnu
hava álit á.
Hjartaliga tillukku við teimum
90 árunum!
ó.
Sámal Patursson 90 ár
Hetta kundi verið í Edens urtagarði, men her síggja vit Elisabeth og Sámal í teirra urtagarði