Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 106 - 6. juni 2007 Á hvítusunnu var hátíðarhald í Kvívíkar kommunu í sambandi við at í ár eru liðin 100 ár síðan skúlarnir í Leynum og Kvívík vórðu bygdir Skúlar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Hátíðarhaldið byrjaði við kirkjugongd í Kvívík, har Marjun Bæk, prestur, præd­ ikaði og Kingosangur var at hoyra. Ein framsýning við goml­ um myndum og skúlabókum var í Kvívíkar skúla. Eisini var ein hugleiðingarløta, har skúlaleiðarin Bjarni Heine­sen beyð øllum at vera vælkomin, og Viggo Johanne­sen greiddi frá um viður­skiftini, tá skúlin í Kvívík varð bygdur. Somuleiðis greiddi Katrin Dahl frá um skúlagongd í 1940-unum og Heidi Petersen hugleiddi um 1960-árini. Skúlabørn og musikkskúlabørn sungu og spældu. Í Leynum varð eitt tiltak á skúlaøkinum, har eitt tjald varð sett upp og ein fram­sýn­ ing av m.a. gomlum mynd­ um var inni í skúlanum. Soffi Egholm saman við skúlabørnum bjóðaði væl­ komin til heimabakaðar køk­ur og kaffi. Anfinn Set­ berg hugleiddi um ymiskt úr Leynum og Jens Pauli í Dali greiddi frá skúlasøguni í Leynum, Skælingi og á Vál­inum. Eisini søgdu fyrrverandi skúlanæmingar frá sínum upplivingum í skúlaárunum í Leynum og á Válinum. Har­umframt var felags­sang­ ur og skúlabørnini sungu. Aftaná var nátturði. Skúlar í eina øld nøvn Gamli skúlin í Kvívík er kommunuskrivstova í dag Skúlaleiðarin Bjarni Heinesen Í Leynum varð eitt tjald sett upp á skúlaøkinum Leynabørn syngja undir leiðslu av Jens Paula í Dali Næmingar í øllum aldri vóru til skúlaføðingardag