mikudagur 6. juni 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 106 - 6. juni 2007
Á hvítusunnu var
hátíðarhald í Kvívíkar
kommunu í sambandi
við at í ár eru liðin
100 ár síðan skúlarnir
í Leynum og Kvívík
vórðu bygdir
Skúlar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Hátíðarhaldið byrjaði við
kirkjugongd í Kvívík, har
Marjun Bæk, prestur, præd
ikaði og Kingosangur var at
hoyra.
Ein framsýning við goml
um myndum og skúlabókum
var í Kvívíkar skúla. Eisini
var ein hugleiðingarløta,
har skúlaleiðarin Bjarni
Heinesen beyð øllum at
vera vælkomin, og Viggo
Johannesen greiddi frá um
viðurskiftini, tá skúlin í
Kvívík varð bygdur.
Somuleiðis greiddi Katrin
Dahl frá um skúlagongd í
1940unum
og
Heidi
Petersen
hugleiddi
um
1960árini. Skúlabørn og
musikkskúlabørn sungu og
spældu.
Í Leynum varð eitt tiltak á
skúlaøkinum, har eitt tjald
varð sett upp og ein framsýn
ing av m.a. gomlum mynd
um var inni í skúlanum.
Soffi Egholm saman við
skúlabørnum bjóðaði væl
komin til heimabakaðar
køkur og kaffi. Anfinn Set
berg hugleiddi um ymiskt
úr Leynum og Jens Pauli í
Dali greiddi frá skúlasøguni
í Leynum, Skælingi og á
Válinum.
Eisini søgdu fyrrverandi
skúlanæmingar frá sínum
upplivingum í skúlaárunum
í Leynum og á Válinum.
Harumframt var felagssang
ur og skúlabørnini sungu.
Aftaná var nátturði.
Skúlar í eina øld
nøvn
Gamli skúlin í Kvívík er
kommunuskrivstova í dag
Skúlaleiðarin Bjarni Heinesen
Í Leynum varð eitt tjald sett
upp á skúlaøkinum
Leynabørn
syngja undir
leiðslu av Jens
Paula í Dali
Næmingar í øllum aldri vóru til skúlaføðingardag