Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 106 - 6. juni 2007 ] SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur - Tá eg vaknaði tann eina morgunin, hugdi ein seyður inn gjøgnum kamarsvindeygað Barry Ferguson, skotskur liðskipari Bjartskygnið ræður aft­ur á skotska lands­lið­num, sum hev­ur møguleika at spæla seg til EM- end­a­spælið. Men tað krevur ein sigur í Føroyum, og skal tað gerast veruleiki, krev­ ur venjarin ein 100% inn­s­ats frá hvørjum ein­as­ta spælara Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Eg vænti ein truplan dyst, tí Føroyar hava tikið seg nógv fram, síðani vit seinast spæl­du móti teimum. Og í Før­oy­um hava øll lond tað trup­ult. Tað hava bæði Týsk­ land, Frakland, Kekkia, Ita­ lia og - ikki minst - Skotland sann­að. Liðið er eisini púra­ s­ta broytt, síðani tann dyst­ in. Tá høvdu føroyingar ei­na rúgvu av skaðum at drag­ast við, og tí er talan um púrasta øðrvísi uppgávu hjá okkum, helt skotski ven­ ja­r­in, Alex McLeish, tá vit eftir venjingina mánadagin fin­gu orðið á hann. Tit hava eisini sjálvir nakr­ar spælarar á skaða­list­ an­um? - Ja. Í løtuni eru fimm spæl­ar­ar úti við skaða. Fýra av hesum spæla í Celtic og ein í Aberdeen. Men vit ha­va fleiri góðar spælarar, sum koma í hópin. Eru í menning Hóast McLeish roknar við ein­um truplum dysti, so held­ur hann kortini, at skot­ ar eiga at vinna dystin. - Vit vita, hvussu Føroyar spæ­la. Teir eru sera væl skip­að­ir í verjuni, og tí er tru­p­ult at skora móti teim­ um. Og við Rógva Jacobsen ha­va teir ein fínan spælara. Má­l­ið móti Italia var ein fram­úr­skar­a­ndi headeri, sum kom eftir gott uppspæl, har italska verjan varð tagað sund­ur. - Hinvegin hava vit gott sjálv­s­ál­it í løtuni. Vit hava havt góð úrslit seinastu tíð­ ina, og spælararnir eru væl fy­ri. Tað er tó altavgerandi, at vit taka dystin í allar størs­ta álvara. Talan verður um truplan dyst, og eru vit ik­ki púrasta tendraðir, kann hann væl gerast nógv trup­la­ ri, enn vit brýggja okkum um. Skotskur fótbóltur hevur tik­ið seg nógv fram, síðani tit seinast vóru í Føroyum. Hvør er frágreiðingin hand­ an hetta. - Fyrst og fremst, so hevði Bosman-dómurin øgi­ li­ga keðiliga ávirkan á skots­ kan fótbólt. Berti Vogts hevði ein stóran trupulleika, tí ungir skotskir spælarar slup­pu ikki framat í fel­øg­ un­um, sum heldur keyptu út­lend­s­kar stjørnur í hópa­ta­ li. Í dag vita feløgini, at tey ha­va ikki ráð til alt, og tí fáa okk­ara spælarar nú aftur mø­gu­leik­an. Og tað kemur lands­lið­num tilgóðar. Og tit hava enn mø­gu­leik­ an at koma til EM, hóast tit eru í einum truplum bólki? - Ja. Sjálvandi eru Italia og Frakland favorittar, og Ukr­ai­na er eisini styrkismett om­an fyri okkum. Men vit fylg­ja væl við, og megna vit at vinna »løttu« dyst­ir­ nar, so hava vit eisini mø­gu­ leik­an, tá vit í seinastu um­før­­unum skulu takast við favorittarnar. Fantastisku Tartan Army Tað sæst aftur í býarmyndini, nú skotar á fjórða sinni vitja í Føroyum. Tartan Army, sum áskoðarar teirra verða nevnd­ir, seta sín avgjørda dám á, og McLeist dylur ikki fyri, at hetta hevur stór­ an týdning fyri liðið. - Alla staðni, har vit fara, hava vit áskoðarar við okk­ um. Teir stuðla okkum ó­trú­ li­ga væl, og vit ynskja eisini at geva teimum nøkur góð úr­slit, segði skotski ven­jar­ in. Tá Jákup Mikkelsen í kvøld spælir sín 50. landsdyst fyri Før­oy­ar, verður tað mó­ti venjaranum, sum fyri sjey ár­­um síðani vildi key­pa føroyska lands­liðs­ mál­ver­jan Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Árini 1998 til 2001 var Alex McLeish nevnliga ven­ja­ri hjá skotska Hib­er­ ni­an. Fyrsta árið tók hann um stýrisvølin móti end­a­ num av kappingarárinum, og fekk ikki bjargað lið­ num undan niðurflyting, men steðgurin í næst bes­ tu deildini varð tó bert eitt ár. Aftur komin í bestu deild­ina vildi venjarin mill­um annað styrkja mál­ver­ja­sessin, og ynskið hjá venjaranum var her før­oys­ki málverjin í Her­ føl­ge. Ein áhugi, sum hann í dag váttar var rætt­ i­li­ga ítøkiligur. - Vit skuldu brúka ein mál­ver­ja, og ein agentur segði mær, at Jákup var eitt gott boð. Eg havi gott sam­band við fleiri folk inn­an danskan fótbólt, og eg spurdi hesi, hvørt tal­ an var um ein málverja, sum vit kundu brúka. Tað met­tu tey avgjørt, og alt en­d­aði við, at vit fóru í sam­ráð­ing­ar við Her­føl­ ge. Teir kravdu tó meira, enn vit høvdu ráð at rin­ da, og so varð tann handi­ l­in av ongum, segði Mc­Leish, tá hann eftir skots­ku venjingina týs­ kvøl­d­ið varð spurdur um á­hug­an fyri føroyska mál­ ver­jan­um. Gyltur møguleiki Í dag man tann hendingin vera nakað, sum Jákup Mikk­el­sen hevur lagt aft­ ur um bak. Men just hend­ing­in við Hibernian var ein av fleiri orsøkum til, at Jákup á sumri 2001 gavst í Herfølge. Hann hevði snøgt sagt mist álit­ ið á leiðsluni í felagnum. Millum annað segði hann soleiðis í op­i­n­skár­ að­um viðtali við Sosialin tann 19. juni í 2001. Eitt við­tal, sum varð gjørt, um sama mundi, sum sátt­mál­in við Herfølge gekk út. »- Eg tosaði við ein blað­mann í Skotlandi, sum hevði tosað við Alex Mc­Leish, sum tá var ma­na­ger í Hibernian. Hann segði seg hava fing­ ið allar lutir í sátt­má­la­til­ boð­num at vita, og mill­ um annað hevði eg fingið frí­an bil og íbúð umframt ei­na mánaðarløn upp á 100.000 kr. netto. Eg tos­ aði síðani við Kenneth Weg­ner, sum var stjóri í Her­føl­ge, men hann tví­ helt um, at teir einki høv­ du hoyrt frá nøkrum. - Eg helt hetta vera eitt sind­ur løgið, tí tað stóð ei­si­ni at lesa á tekst­varp­ in­um, men tað var ikki fyrr enn eg tosaði við Fa­xe, tá vit samráddust sein­ast, at eg fekk at vita, hvat veruliga var farið fram. Hann segði mær, at Hib­er­ni­an vóru til reiðar at rinda 2 milliónir, og tað er sjálvandi keðiligt at fáa slíkt at vita seinni. - Seinni hetta árið spur­ di Wegner meg, um eg mø­gu­liga hevði havt á­hu­ ga í at komið til FCK, og eg svaraði tá ja. FCK og Her­føl­ge fóru tá í ítøk­ju­ lig­ar samráðingar, har FCK vildi lata 2,5 mió. kr. Herfølge royndi – við at nýta boðið hjá Hib­er­n­i­ an á 2 mió.kr. – at trýsta prís­in upp, og alt endaði við, at FCK ístaðin keyp­ tu Michael Steensgaard heim úr Onglandi fyri 2,7 milliónir« Alex McLeish »Big Eck« verður mettur sum ein av størstu spælarunum í skotskari fótbóltssøgu. Hann var partur av sterka liðnum hjá Aberdeen, sum undir leiðslu av Sir Alex Ferguson vann Europa-Cup fyri steypavinnarar í 1983, og við drúgvari tænastu verður hann roknaður sum ein legenda í felagnum. Alex McLeish Føddur 21. januar 1959 Hagtøl: Sum spælari Aberdeen 1976-1994 (liðskipari frá 1990) Scottish Premier League 3 ferðir Scottish Cup 5 ferðir Scottish League Cup 2 ferðir European Cup Winners Cup 1 ferð European Super Cup 1 ferð 77 landsdystir fyri Skotland Við í trimum HM-endaspølum Ársins spælari í 1990 Sum venjari Motherwell 1994-1998 Hibernian 1998-2001 Rangers 2001-2006 Skotland 2007- Scottish Premier League 2 ferðir Scottish Cup 2 ferðir Scottish League Cup 3 ferðir Scottish first Division 1 ferð FAKTA UM MCLEISH Vit skulu vinna Rógvi Jacobsen tykist vera spælarin, sum skotski landsliðsvenjarin hugsar mest um, tá tosað verður um álopspartin hjá Føroyum Mynd: Álvur Haraldsen Vildi keypa Jákup