Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 106 - 6. juni 2007 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Tá eg vaknaði tann eina morgunin, hugdi ein seyður inn gjøgnum kamarsvindeygað Barry Ferguson, skotskur liðskipari Bjartskygnið ræður aftur á skotska landsliðnum, sum hev­ur møguleika at spæla seg til EM- endaspælið. Men tað krev­ur ein sigur í Føroyum, og skal tað gerast v­eruleiki, krev­- ur v­enjarin ein 100% innsats frá hv­ørjum einasta spælara Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Eg vænti ein truplan dyst, tí Føroyar hava tikið seg nógv fram, síðani vit seinast spældu móti teimum. Og í Føroyum hava øll lond tað trupult. Tað hava bæði Týsk- land, Frakland, Kekkia, Ita- lia og - ikki minst - Skotland sannað. Liðið er eisini púra- sta broytt, síðani tann dyst- in. Tá høvdu føroyingar eina rúgvu av skaðum at dragast við, og tí er talan um púrasta øðrvísi uppgávu hjá okkum, helt skotski ven- jarin, Alex McLeish, tá vit eftir venjingina mánadagin fingu orðið á hann. Tit hava eisini sjálvir nakrar spælarar á skaðalist- anum? - Ja. Í løtuni eru fimm spælarar úti við skaða. Fýra av hesum spæla í Celtic og ein í Aberdeen. Men vit hava fleiri góðar spælarar, sum koma í hópin. Eru í menning Hóast McLeish roknar við einum truplum dysti, so heldur hann kortini, at skot- ar eiga at vinna dystin. - Vit vita, hvussu Føroyar spæla. Teir eru sera væl skipaðir í verjuni, og tí er trupult at skora móti teim- um. Og við Rógva Jacobsen hava teir ein fínan spælara. Málið móti Italia var ein framúrskarandi headeri, sum kom eftir gott uppspæl, har italska verjan varð tagað sundur. - Hinvegin hava vit gott sjálvsálit í løtuni. Vit hava havt góð úrslit seinastu tíð- ina, og spælararnir eru væl fyri. Tað er tó altavgerandi, at vit taka dystin í allar størsta álvara. Talan verður um truplan dyst, og eru vit ikki púrasta tendraðir, kann hann væl gerast nógv trupla- ri, enn vit brýggja okkum um. Skotskur fótbóltur hevur tikið seg nógv fram, síðani tit seinast vóru í Føroyum. Hvør er frágreiðingin hand- an hetta. - Fyrst og fremst, so hevði Bosman-dómurin øgi- liga keðiliga ávirkan á skots- kan fótbólt. Berti Vogts hevði ein stóran trupulleika, tí ungir skotskir spælarar sluppu ikki framat í feløg- unum, sum heldur keyptu útlendskar stjørnur í hópata- li. Í dag vita feløgini, at tey hava ikki ráð til alt, og tí fáa okkara spælarar nú aftur møguleikan. Og tað kemur landsliðnum tilgóðar. Og tit hava enn møguleik- an at koma til EM, hóast tit eru í einum truplum bólki? - Ja. Sjálvandi eru Italia og Frakland favorittar, og Ukraina er eisini styrkismett oman fyri okkum. Men vit fylgja væl við, og megna vit at vinna »løttu« dystir- nar, so hava vit eisini møgu- leikan, tá vit í seinastu umførunum skulu takast við favorittarnar. Fantastisku Tartan Army Tað sæst aftur í býarmyndini, nú skotar á fjórða sinni vitja í Føroyum. Tartan Army, sum áskoðarar teirra verða nevndir, seta sín avgjørda dám á, og McLeist dylur ikki fyri, at hetta hevur stór- an týdning fyri liðið. - Alla staðni, har vit fara, hava vit áskoðarar við okk- um. Teir stuðla okkum ótrú- liga væl, og vit ynskja eisini at geva teimum nøkur góð úrslit, segði skotski venjar- in. Tá Jákup Mikkelsen í kv­øld spælir sín 50. landsdyst fyri Føroyar, v­erður tað mó­ti v­enjaranum, sum fyri sjey árum síðani v­ildi keypa føroyska landsliðs- málv­erjan Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Árini 1998 til 2001 var Alex McLeish nevnliga venjari hjá skotska Hiber- nian. Fyrsta árið tók hann um stýrisvølin móti enda- num av kappingarárinum, og fekk ikki bjargað lið- num undan niðurflyting, men steðgurin í næst bes- tu deildini varð tó bert eitt ár. Aftur komin í bestu deildina vildi venjarin millum annað styrkja málverjasessin, og ynskið hjá venjaranum var her føroyski málverjin í Her- følge. Ein áhugi, sum hann í dag váttar var rætt- iliga ítøkiligur. - Vit skuldu brúka ein málverja, og ein agentur segði mær, at Jákup var eitt gott boð. Eg havi gott samband við fleiri folk innan danskan fótbólt, og eg spurdi hesi, hvørt tal- an var um ein málverja, sum vit kundu brúka. Tað mettu tey avgjørt, og alt endaði við, at vit fóru í samráðingar við Herføl- ge. Teir kravdu tó meira, enn vit høvdu ráð at rin- da, og so varð tann handi- lin av ongum, segði McLeish, tá hann eftir skotsku venjingina týs- kvøldið varð spurdur um áhugan fyri føroyska mál- verjanum. Gyltur møguleiki Í dag man tann hendingin vera nakað, sum Jákup Mikkelsen hevur lagt aft- ur um bak. Men just hendingin við Hibernian var ein av fleiri orsøkum til, at Jákup á sumri 2001 gavst í Herfølge. Hann hevði snøgt sagt mist álit- ið á leiðsluni í felagnum. Millum annað segði hann soleiðis í opinskár- aðum viðtali við Sosialin tann 19. juni í 2001. Eitt viðtal, sum varð gjørt, um sama mundi, sum sáttmálin við Herfølge gekk út. »- Eg tosaði við ein blaðmann í Skotlandi, sum hevði tosað við Alex McLeish, sum tá var manager í Hibernian. Hann segði seg hava fing- ið allar lutir í sáttmálatil- boðnum at vita, og mill- um annað hevði eg fingið frían bil og íbúð umframt eina mánaðarløn upp á 100.000 kr. netto. Eg tos- aði síðani við Kenneth Wegner, sum var stjóri í Herfølge, men hann tví- helt um, at teir einki høv- du hoyrt frá nøkrum. - Eg helt hetta vera eitt sindur løgið, tí tað stóð eisini at lesa á tekstvarp- inum, men tað var ikki fyrr enn eg tosaði við Faxe, tá vit samráddust seinast, at eg fekk at vita, hvat veruliga var farið fram. Hann segði mær, at Hibernian vóru til reiðar at rinda 2 milliónir, og tað er sjálvandi keðiligt at fáa slíkt at vita seinni. - Seinni hetta árið spur- di Wegner meg, um eg møguliga hevði havt áhu- ga í at komið til FCK, og eg svaraði tá ja. FCK og Herfølge fóru tá í ítøkju- ligar samráðingar, har FCK vildi lata 2,5 mió. kr. Herfølge royndi – við at nýta boðið hjá Hiberni- an á 2 mió.kr. – at trýsta prísin upp, og alt endaði við, at FCK ístaðin keyp- tu Michael Steensgaard heim úr Onglandi fyri 2,7 milliónir« Alex McLeish »Big Eck« verður mettur sum ein av størstu spælarunum í skotskari fótbóltssøgu. Hann var partur av sterka liðnum hjá Aberdeen, sum undir leiðslu av Sir Alex Ferguson vann Europa-Cup fyri steypavinnarar í 1983, og við drúgvari tænastu verður hann roknaður sum ein legenda í felagnum. Alex McLeish Føddur 21. januar 1959 Hagtøl: Sum spælari Aberdeen 1976-1994 (liðskipari frá 1990) Scottish Premier League 3 ferðir Scottish Cup 5 ferðir Scottish League Cup 2 ferðir European Cup Winners Cup 1 ferð European Super Cup 1 ferð 77 landsdystir fyri Skotland Við í trimum HM-endaspølum Ársins spælari í 1990 Sum venjari Motherwell 1994-1998 Hibernian 1998-2001 Rangers 2001-2006 Skotland 2007- Scottish Premier League 2 ferðir Scottish Cup 2 ferðir Scottish League Cup 3 ferðir Scottish first Division 1 ferð FAKTA UM MCLEISH Vit skulu vinna Rógvi Jacobsen tykist vera spælarin, sum skotski landsliðsvenjarin hugsar mest um, tá tosað verður um álopspartin hjá Føroyum Mynd: Álvur Haraldsen Vildi keypa Jákup