Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 6. juni 2007 27 Á brandstøðini í Vestmanna hava tvey skeið verið hildin fyri sløkkiliðum og ørðum sum hava við til dømis eldsløkking, bjarging og fyrstu­ hjápararbeiði at gera Tilbúgving Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Orðatakið sigur »Tá neyðin er størst, er hjálpin næst«. So­leiðis skal tað sjálvandi helst vera, tá vanlukkur henda. Í døgunum 30. mei til 2. juni 2007 vóru tvey skeið í nýtslu av klippiútgerð í sambandi við ferðslu­van­ lukkur hildin á brandstøðini í Vestmanna. Talan er um eitt samstarv millum donsku fyritøkuna Helpan, Tilbúgv­ingar­stov­ una og HTF-stovuna í Før­ oy­ um. Helpan er ein fyri­ tøka, sum var sett á stovn í 1998 av Lindu Sachmann. Fyritøkan er í dag ein av teimum stóru í Danmark og selur m.a. fyrstuhjálpar­út­ gerð, eins og skipað verður fyri skeiðum í eitt nú fyrstu­ hjálp, bráfangisheilivági og annars hópin av øðrum skeið­um av tekniskum slagi. Fyrireikararnir siga, at tað hevur stóran týdning at hjálparfólk læra at handfara klippiútgerðina rætt. Skeið­ ini vórðu hildin av góð­ kendu instruktørunum Flemm­ing Hejdenberg, sum dagliga arbeiðir sum stjóri á høvuðsstøðini hjá Køb­en­havns Brandvæsen, og Lindu Sachmann frá Help­an. Skeiðið var eitt sonevnt “Frigørelseskursus”, har dent­ur varð lagdur á at geva hjálparfólkunum neyðuga førleikan til at skera fólk leys úr bilum. Skeið­luttak­ arnir læra at samstarva sum eitt lið og læra t.d. um kon­ struktiónir av bilum, buss­ um og flogførum. Hvussu eitt vanlukkustað verður sperr­að av og so sjálv upp­ gávan við at skera fólk, sum sita kleimd føst, leys úr akførunum og geva teimum skaddu fyrstuhjálp. Áhugin og tørvurin er so stórur, at avtala er gjørd um fleiri skeið afturat. Tey næstu skeiðini vera longu hildin ávikavist 18.-19.juni og 20.-21.juni, meðan nøk­ ur eisini vera í heyst. Tá verð­ur farið víðari við ein­ um yvirbygningi á hesi skeið, við serligum denti á at læra um at leysgera fólk um vanlukkur henda við størri lutum so sum flog­ før­ um, maskinum, lastbilum, buss­um og øðrum vinnu­ tólum. Tað eru Jógvan Jensen frá Tilbúgvingarstovuni og Johannes Nilssen frá HTF- stovuni, sum eru stigtakarar og leggja skeiðini til rættis. Áhugað kunnu frætta nærri um skeiðini eins og til­meld­ ing fer fram á tel. 235800 ella 215051. Teldupost adr.: htu@htu.fo” htu@htu.fo Tilbúgvingarstovan og HTF-stovan: Klippiútgerð skal handfarast rætt Á skeiðunum verður dentur lagdur á at geva hjálparfólkunum neyðuga førleikan til at skera fólk leys úr bilum Á brandstøðini í Vestmanna hava tvey skeið verið hildin fyri sløkkiliðum og bjargingarfeløgum og øðrum Instruktørarnir á skeiðunum f.v.: Flemming Hejdenberg frá Københavns Brandvæsen, Linda Sachmann frá Helpan, og Jógvan Jensen og Johannes Nilssen frá ávikavist Tilbúgvingarstovuni og HTF-stovuni Neyðugt er at halda skil á hjálparamboðunum bilar