mikudagur 6. juni 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 6. juni 2007
27
Á brandstøðini í
Vestmanna hava tvey
skeið verið hildin
fyri sløkkiliðum og
ørðum sum hava við
til dømis eldsløkking,
bjarging og fyrstu
hjápararbeiði at gera
Tilbúgving
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Orðatakið sigur »Tá neyðin
er størst, er hjálpin næst«.
Soleiðis skal tað sjálvandi
helst vera, tá vanlukkur
henda. Í døgunum 30. mei
til 2. juni 2007 vóru tvey
skeið í nýtslu av klippiútgerð
í sambandi við ferðsluvan
lukkur hildin á brandstøðini
í Vestmanna.
Talan er um eitt samstarv
millum donsku fyritøkuna
Helpan, Tilbúgvingarstov
una og HTFstovuna í Før
oyum. Helpan er ein fyri
tøka, sum var sett á stovn í
1998 av Lindu Sachmann.
Fyritøkan er í dag ein av
teimum stóru í Danmark og
selur m.a. fyrstuhjálparút
gerð, eins og skipað verður
fyri skeiðum í eitt nú fyrstu
hjálp, bráfangisheilivági og
annars hópin av øðrum
skeiðum
av
tekniskum
slagi.
Fyrireikararnir siga, at
tað hevur stóran týdning at
hjálparfólk læra at handfara
klippiútgerðina rætt. Skeið
ini vórðu hildin av góð
kendu
instruktørunum
Flemming
Hejdenberg,
sum dagliga arbeiðir sum
stjóri á høvuðsstøðini hjá
Københavns Brandvæsen,
og Lindu Sachmann frá
Helpan.
Skeiðið var eitt sonevnt
“Frigørelseskursus”,
har
dentur varð lagdur á at geva
hjálparfólkunum neyðuga
førleikan til at skera fólk
leys úr bilum. Skeiðluttak
arnir læra at samstarva sum
eitt lið og læra t.d. um kon
struktiónir av bilum, buss
um og flogførum. Hvussu
eitt vanlukkustað verður
sperrað av og so sjálv upp
gávan við at skera fólk, sum
sita kleimd føst, leys úr
akførunum og geva teimum
skaddu fyrstuhjálp.
Áhugin og tørvurin er so
stórur, at avtala er gjørd um
fleiri skeið afturat. Tey
næstu skeiðini vera longu
hildin ávikavist 18.19.juni
og 20.21.juni, meðan nøk
ur eisini vera í heyst. Tá
verður farið víðari við ein
um yvirbygningi á hesi
skeið, við serligum denti á
at læra um at leysgera fólk
um vanlukkur henda við
størri lutum so sum flogfør
um, maskinum, lastbilum,
bussum og øðrum vinnu
tólum.
Tað eru Jógvan Jensen
frá Tilbúgvingarstovuni og
Johannes Nilssen frá HTF
stovuni, sum eru stigtakarar
og leggja skeiðini til rættis.
Áhugað kunnu frætta nærri
um skeiðini eins og tilmeld
ing fer fram á tel. 235800
ella 215051. Teldupost adr.:
htu@htu.fo” htu@htu.fo
Tilbúgvingarstovan og HTF-stovan:
Klippiútgerð
skal handfarast rætt
Á skeiðunum verður dentur lagdur á at geva hjálparfólkunum neyðuga førleikan til at skera fólk leys úr bilum
Á brandstøðini í Vestmanna hava tvey skeið verið hildin fyri sløkkiliðum og bjargingarfeløgum
og øðrum
Instruktørarnir á skeiðunum f.v.: Flemming Hejdenberg frá Københavns Brandvæsen, Linda
Sachmann frá Helpan, og Jógvan Jensen og Johannes Nilssen frá ávikavist Tilbúgvingarstovuni
og HTF-stovuni
Neyðugt er at halda skil á hjálparamboðunum
bilar