Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 • 6. juni 2007 MIÐvikan 31 ➙ Seinastu árini er nógv broytt á Sundi. Fyrst kom elverkið í 1972. Størsta avbjóðingin kom í seinnu helvt av 1980-unum, tá býráðið skuldi gera ídnaðardepil á Sundi. Fortreytin fyri hesi ætlan var, at bóndagarðurin varð tikin burtur. Men hetta var Tóra als ikki við uppá, og Poul, sum annars var kendur sum ein sera sterkur borgmeisrari, sum fekk alt sítt ígjøgnum, mátti bakka fyri Tóru, og tí liggur garðurin enn.. Børnini á bóndagarðinun gjørdust ikki gomul. Av teimum níggju systkjunum livir bert Villi eftir, og hann býr í Danmark. Hans var bert 66 ára gamal, tá hann doyði í 1990. Tey bæði, Hans og Tóra, fingu børnini Benadikta, Sigrid, Jákup og Hanus, og Tóra eigur tvey ommubørn. Tað er áhugavert, at tað liggur so nógv søga í hesum húsum, sum bilar koyra framvið í túsundatali hvønn dag uttan at varnast, at her liggur ein heil bygd við allari hennara søgu. Søgan um gamla Hans Bærentsen FF-blaðið hevði í 2002 eina frásøgn um lívið hjá Dánjal J Bærentsen, gamla djóra­ læknanum. Pápi hansara var av Sundi og mamman úr Kaldbak, og er hetta tískil ein partur av søguni hjá Sund og Kaldbak. Tí verður hon tikin við her. Dánjal Jacob var føddur 8. oktober 1916. Pápi Dánjals var Hans Bærtensen, sum var av Sundi, og hann var beiggi Jákup, mannin hjá Ullu. Mamma Hans var bóndadóttur úr Kvívík. Hon at Benadikta og pápin at Hans Vang Bærentsen av Sundi og vit fara seinni í hesi røð at umrøða tey bæði. Tí varð Hans sendur norður til Kvívíkar longu sum tvey ára gamal, har hann skuldi búgva hjá abbanum við tí endamáli, at hann skuldi yvirtaka garðin. Men longu tá Hans var sjey ára gamal, doyði abbin, og Hans fekk meira og minni ábyrgdina av garðinum, áðrenn hann gjørdist tilkomin. Hansara barndómur gjørdist heilt øðrvísi enn hjá børnum annars. Dánjal fortaldi, at pápin sum 12 ára gamal bað onkran stinga eina kúgv fyri seg. Viðkomandi svaraði aftur, at tað mátti hann kunna klára sjálvur – og tað gjørdi hann eisini! Pápin gekk í skúla ein mánað Skúlagongdin gjørdist tí eisini sum best bar til. Hans fór í skúla 1. apríl 1905, sum 14 ára gamal, men hann mátti fara úr skúlanum longu 1. mai, tí hann mátti sáa korn. Skúlagongdin gjørdist tískil bert ein mánaður. Men tað vísti seg, at hóast fólk ikki gingu í skúla, so kláraðu tey seg merkiliga væl kortini. Kona Hans, sum var úr Kaldbak, gekk als ikki í skúla. Í Kaldbak kom skúli ikki fyrr enn í 1911. Pápin lærdi tey at lesa og skriva og so sjálvsagt barnalærdómin. Dánjal greiðir frá, at hann átti eina mostir, Matilda, í Århus. Tá hon doyði, tók hann sær av skiftinum. Tá fann hann 21 brøv frá mammu síni til mostrina, og tey vóru skrivað á donskum. Mostirin bleiv fyristøðukvinna á einum barnaheimi. Hon vildi fegin hava børnini fram í verðini, og fleiri blivu akademikarar. Dánjal glósaði eina ferð mostrina við, hví hon endiliga vildi hava børnini at fara undir lesnað, tá hon sjálv kundi klára seg so væl uttan skúlagongd yvirhøvur. Mostirin legði eina við, at hetta máttu børnini ikki fáa at vita, tí so kundi hon missa respektina hjá børnunum. Sjálv vildi hon tó læra, og hon gekk á háskúla í tvey summar. Festi undir for­ myndaraskapi Hans festi sum 18 ára gamal undir formyndaraskapi í 1909. Myndugleikaaldurin var jú 25 ár. Hann fekk húshaldirsku, Kristianna, sum helt hús hjá honum í uppvøkstrinum til um 1908/09. Í 1915 giftist Hans við Angeliku Jacobsen úr Heimistovu, Kaldbak, og árið eftir varð Dánjal føddur. Hon hevði havt tuberklar, sum nú vóru innikapslaðir, og hildu tey tí, at hon var frísk. Men tá hon stutt eftir fær dóttrina Bodil, bróta tuberklarnir út, og tað gekk bert stutt tíð til mamman doyði. Tá var Dánjal bert fýra ára gamal. Eftir at Angelika var deyð, kom systir hennara, Jacobina, at halda hús, og tað endaði við, at Hans giftist við henni. Tey fingu tveir synir, Tummas, sum tók við garðinum, og Hanus, sum gjørdist lækni. So umframt at vera beiggjar Dánjals vóru teir eisini systkinabørn. Jakku: Ørindi í Havn Vit plagdu at rógva til Kaldbaks í handilsørindum. Tað kundi tó ofta koma vindur á fjørðin. Handilsmaðurin í Kaldbak Napoleon Nolsø var altíð so stúrin fyri veðri, og hann vildi altíð hava okkum skjótt avstað aftur, tá vit vóru har inni og keyptu. Vit vóru bert 8-9 ár, tá vit róðu til Kaldbaks at keypa. Tað vóru tveir handlar í Kaldbak. Hin var hjá Petur Mohr Reinert, og hann hevði eitt stórt vøruúrval. Vit vóru eisini ofta ørindi í Havn, men tað vurderaðu vit einki. Vit fóru ofta til Havnar, um mammu manglaðu okkurt smáting, sum hon skuldi brúka til at baka kaku ella okkurt sovorðið. Um vit runnu, tók tað ein tíma til Havnar, men við vanligari gongd tók tað hálvan annan tíma og líka leingi heim aftur. Tað er 7-8 kilometur hvønn vegin. Vit gingu ikki framvið Hvítanes uttan so, at vit skuldu vitja fólk har. Annars gingu vit eftir Vatnaskørðum. Tað var eitt sindur tyngri, men tað var stytsta leið. Vit skóru eisini torv, men her var sera ringt til torv. Tað var oman móti Havnini á Vatnaskørðum. Vit kundu eisini skorið oman fyri húsini á hamrinum, men har var so lítið, og tá mátti leitast alla tíðina eftir nýggjum torveygum. Við hvørt plagdu vit at læna ross frá pápabeiggja Óla Reinert í Norðradali til at reiða torvið. Tá prísurin fyri sild var tvær tímalønir Vit plagdu at fiska sild á Kaldbaksfirði við gørnum, og at fiska sild dámdi okkum so sera væl sum smádreingir. Vit høvdu ikki so nógv gørn, eg haldi, at tey vóru fýra. Men undir krígnum var tað so merkiligt, at sildin hvarv og tað var sera lítið at fáa. Men hetta ávirkaði prísin so tað munaði. Tá kom prísurin onkuntíð upp á 1,25 fyri hvørja sild. Hetta høvdu verið nógvir pengar í dag, tá vit hugsa um, at tímalønin mitt í 30-unum var um 50 oyru. So dýrt agn kundu bert verða brúkt til snørisagn, og tað var eisini væl drýggjað. Við línu mátti annað agn brúkast sum til dømis fliður. Kaldbaksfjørður var góður til vársildina. Hon var góð til agn, men ikki góð til mat, tí hon var rak. Kaldbaksfjørður var ringur til summarsildina. Kanska hevur fjørðurin verið ov djúpur. Sildin kundi koma inn, men hon hvarv skjótt aftur. Tá var Skálafjørður og Sundalagið so nógv betri, men har royndu vit ikki. Í Kaldbak kundu keypmenninir keypa nakað av sild til at salta, men tað gjørdu vit ikki á Sundi. Fekst ov nógv av sild, so slapst ikki av við hana, og á vári í gýtingartíðini var hon eisini so kalda rak. Tað hjálpti tó uppá avsetningin, at tað Hans Bærentsen, bóndasonur av Sundi, fór tvey ára gamal til Kvívkar fyri at taka við festinum á Hellu. Hetta gjørdist veruleiki, longu tá hann var sjey ára gamal. Hans giftist við Angeliku úr Kaldbak. Tey fingu sonin Dánjal, sum gjørdist djóralækni, men hon doyði, tá Dánjal lítil. Her eru tey bæði Seinni giftist Hans við Binu, sum var systir Angeliku, og tey fingu Tummas og Hanus.