mikudagur 6. juni 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 • 6. juni 2007
MIÐvIkaN
31
➙
Seinastu árini er nógv broytt á
Sundi. Fyrst kom elverkið í 1972.
Størsta avbjóðingin kom í seinnu
helvt av 1980-unum, tá býráðið
skuldi gera ídnaðardepil á Sundi.
Fortreytin fyri hesi ætlan var, at
bóndagarðurin varð tikin burtur.
Men hetta var Tóra als ikki við
uppá, og Poul, sum annars var
kendur sum ein sera sterkur
borgmeisrari, sum fekk alt sítt
ígjøgnum, mátti bakka fyri Tóru,
og tí liggur garðurin enn..
Børnini á bóndagarðinun
gjørdust ikki gomul. Av teimum
níggju systkjunum livir bert Villi
eftir, og hann býr í Danmark.
Hans var bert 66 ára gamal, tá
hann doyði í 1990.
Tey bæði, Hans og Tóra, fingu
børnini Benadikta, Sigrid, Jákup
og Hanus, og Tóra eigur tvey
ommubørn.
Tað er áhugavert, at tað
liggur so nógv søga í hesum
húsum, sum bilar koyra framvið
í túsundatali hvønn dag uttan
at varnast, at her liggur ein heil
bygd við allari hennara søgu.
Søgan um gamla
Hans Bærentsen
FF-blaðið hevði í 2002 eina
frásøgn um lívið hjá Dánjal
J Bærentsen, gamla djóra-
læknanum. Pápi hansara var av
Sundi og mamman úr Kaldbak, og
er hetta tískil ein partur av søguni
hjá Sund og Kaldbak.
Tí verður hon tikin við her.
Dánjal Jacob var føddur 8.
oktober 1916. Pápi Dánjals var
Hans Bærtensen, sum var av
Sundi, og hann var beiggi Jákup,
mannin hjá Ullu. Mamma Hans
var bóndadóttur úr Kvívík. Hon at
Benadikta og pápin at Hans Vang
Bærentsen av Sundi og vit fara
seinni í hesi røð at umrøða tey
bæði. Tí varð Hans sendur norður
til Kvívíkar longu sum tvey ára
gamal, har hann skuldi búgva hjá
abbanum við tí endamáli, at hann
skuldi yvirtaka garðin.
Men longu tá Hans var sjey
ára gamal, doyði abbin, og Hans
fekk meira og minni ábyrgdina av
garðinum, áðrenn hann gjørdist
tilkomin. Hansara barndómur
gjørdist heilt øðrvísi enn hjá
børnum annars. Dánjal fortaldi,
at pápin sum 12 ára gamal bað
onkran stinga eina kúgv fyri seg.
Viðkomandi svaraði aftur, at tað
mátti hann kunna klára sjálvur
– og tað gjørdi hann eisini!
Pápin gekk í skúla
ein mánað
Skúlagongdin gjørdist tí eisini
sum best bar til. Hans fór í skúla
1. apríl 1905, sum 14 ára gamal,
men hann mátti fara úr skúlanum
longu 1. mai, tí hann mátti sáa
korn. Skúlagongdin gjørdist tískil
bert ein mánaður.
Men tað vísti seg, at hóast fólk
ikki gingu í skúla, so kláraðu tey
seg merkiliga væl kortini.
Kona Hans, sum var úr Kaldbak,
gekk als ikki í skúla. Í Kaldbak
kom skúli ikki fyrr enn í 1911.
Pápin lærdi tey at lesa og skriva
og so sjálvsagt barnalærdómin.
Dánjal greiðir frá, at hann átti
eina mostir, Matilda, í Århus.
Tá hon doyði, tók hann sær av
skiftinum. Tá fann hann 21 brøv
frá mammu síni til mostrina,
og tey vóru skrivað á donskum.
Mostirin bleiv fyristøðukvinna
á einum barnaheimi. Hon vildi
fegin hava børnini fram í verðini,
og fleiri blivu akademikarar.
Dánjal glósaði eina ferð mostrina
við, hví hon endiliga vildi hava
børnini at fara undir lesnað,
tá hon sjálv kundi klára seg so
væl uttan skúlagongd yvirhøvur.
Mostirin legði eina við, at hetta
máttu børnini ikki fáa at vita, tí so
kundi hon missa respektina hjá
børnunum. Sjálv vildi hon tó læra,
og hon gekk á háskúla í tvey
summar.
Festi undir for
myndaraskapi
Hans festi sum 18 ára gamal
undir formyndaraskapi í 1909.
Myndugleikaaldurin var jú 25
ár. Hann fekk húshaldirsku,
Kristianna, sum helt hús hjá
honum í uppvøkstrinum til um
1908/09.
Í 1915 giftist Hans við Angeliku
Jacobsen úr Heimistovu, Kaldbak,
og árið eftir varð Dánjal føddur.
Hon hevði havt tuberklar, sum nú
vóru innikapslaðir, og hildu tey tí,
at hon var frísk. Men tá hon stutt
eftir fær dóttrina Bodil, bróta
tuberklarnir út, og tað gekk bert
stutt tíð til mamman doyði. Tá var
Dánjal bert fýra ára gamal.
Eftir at Angelika var deyð,
kom systir hennara, Jacobina, at
halda hús, og tað endaði við, at
Hans giftist við henni. Tey fingu
tveir synir, Tummas, sum tók við
garðinum, og Hanus, sum gjørdist
lækni. So umframt at vera
beiggjar Dánjals vóru teir eisini
systkinabørn.
Jakku: Ørindi í Havn
Vit plagdu at rógva til Kaldbaks
í handilsørindum. Tað kundi
tó ofta koma vindur á fjørðin.
Handilsmaðurin í Kaldbak
Napoleon Nolsø var altíð so
stúrin fyri veðri, og hann vildi
altíð hava okkum skjótt avstað
aftur, tá vit vóru har inni og
keyptu. Vit vóru bert 8-9 ár, tá vit
róðu til Kaldbaks at keypa. Tað
vóru tveir handlar í Kaldbak. Hin
var hjá Petur Mohr Reinert, og
hann hevði eitt stórt vøruúrval.
Vit vóru eisini ofta ørindi í
Havn, men tað vurderaðu vit
einki. Vit fóru ofta til Havnar,
um mammu manglaðu okkurt
smáting, sum hon skuldi brúka til
at baka kaku ella okkurt sovorðið.
Um vit runnu, tók tað ein tíma til
Havnar, men við vanligari gongd
tók tað hálvan annan tíma og
líka leingi heim aftur. Tað er 7-8
kilometur hvønn vegin. Vit gingu
ikki framvið Hvítanes uttan so, at
vit skuldu vitja fólk har. Annars
gingu vit eftir Vatnaskørðum. Tað
var eitt sindur tyngri, men tað var
stytsta leið.
Vit skóru eisini torv, men
her var sera ringt til torv.
Tað var oman móti Havnini
á Vatnaskørðum. Vit kundu
eisini skorið oman fyri húsini á
hamrinum, men har var so lítið,
og tá mátti leitast alla tíðina
eftir nýggjum torveygum. Við
hvørt plagdu vit at læna ross
frá pápabeiggja Óla Reinert í
Norðradali til at reiða torvið.
Tá prísurin fyri sild
var tvær tímalønir
Vit plagdu at fiska sild á
Kaldbaksfirði við gørnum, og at
fiska sild dámdi okkum so sera
væl sum smádreingir. Vit høvdu
ikki so nógv gørn, eg haldi, at tey
vóru fýra. Men undir krígnum var
tað so merkiligt, at sildin hvarv
og tað var sera lítið at fáa.
Men hetta ávirkaði prísin so tað
munaði.
Tá kom prísurin onkuntíð upp
á 1,25 fyri hvørja sild. Hetta
høvdu verið nógvir pengar í dag,
tá vit hugsa um, at tímalønin mitt
í 30-unum var um 50 oyru. So
dýrt agn kundu bert verða brúkt
til snørisagn, og tað var eisini
væl drýggjað. Við línu mátti
annað agn brúkast sum til dømis
fliður. Kaldbaksfjørður var góður
til vársildina. Hon var góð til agn,
men ikki góð til mat, tí hon var
rak. Kaldbaksfjørður var ringur
til summarsildina. Kanska hevur
fjørðurin verið ov djúpur. Sildin
kundi koma inn, men hon hvarv
skjótt aftur. Tá var Skálafjørður
og Sundalagið so nógv betri, men
har royndu vit ikki. Í Kaldbak
kundu keypmenninir keypa nakað
av sild til at salta, men tað
gjørdu vit ikki á Sundi. Fekst ov
nógv av sild, so slapst ikki av við
hana, og á vári í gýtingartíðini
var hon eisini so kalda rak. Tað
hjálpti tó uppá avsetningin, at tað
Hans Bærentsen, bóndasonur av Sundi, fór tvey ára
gamal til Kvívkar fyri at taka við festinum á Hellu.
Hetta gjørdist veruleiki, longu tá hann var sjey ára
gamal.
Hans giftist við Angeliku úr Kaldbak. Tey fingu sonin Dánjal, sum gjørdist
djóralækni, men hon doyði, tá Dánjal lítil. Her eru tey bæði
Seinni giftist Hans við Binu, sum var systir Angeliku, og tey
fingu Tummas og Hanus.