mikudagur 6. juni 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 • 6. juni 2007
MIÐvikan
32
komu nógvir at keypa sild til agn.
Vit høvdu ikki seyð, men sluppu
kortini at hava seyð í onkra
skorð sum til dømis í Kallskor
og Reipaskor vestanfyri Nípuna.
Pápi plagdi at fara í skoruna
við teimum bóndunum, og hann
fekk tvey tey bestu lombini. Tá
pápi var yngri, var hann eisini
fjallmaður og fekk fjalllomb. So
vit høvdu altíð einar 8-10 seyðir.
Men vit vóru eitt stórt hús, so tað
var skjótt at brúka eitt krov. Tá
ótu vit eisini tað feita, men nú vil
eingin síggja tað.
Tvey ár á Viðareiði
Tá ið eg var smádrongur var eg
tvey ár hjá ommu á Viðareiði, tá
ið eg var undir skúlaaldur.
Omma hevði tað sera strævið.
Omma og abbi giftust nakað
áðrenn aldarskiftið, og tey giftist
inn hjá langabba og langommu.
Abbi róði út og var vaktarmaður
á prestbátinum. Nøkur ár róði
hann út í Íslandi, og nøkur ár var
hann til skips við beiggja sínum
Magnus, sum førdi Viðoy. Omma
og abbi áttu sjey børn. Men í
1916 gjørdist abbi sera sjúkur
og doyði bert 49 ára gamal, og
bert níggju mánaðar seinni lá
langabbi deyður frammanfyri
seingina. Stuttt eftir verður elsti
mammubeiggin, Jakku, sum
eg eiti eftir, og sum var farin til
Havnar at læra til skómakara,
smittaður av tuberklum og
innlagdur á Sanatoriið. Einasta
vón um heilsubót var at fara til
Danmarkar at fáa skurðviðgerð.
Hetta kostaði ikki so lítið, og
omma tekur lán upp á jørðina,
hon eigur, fyri at fáa hetta
fíggjað. Men hetta hjálpti einki
og stutt eftir, at Jakku er komin
heim aftur, er hann deyður. Omma
missir tískil innan 10 mánaðir
mann, verfaðir og son.
Her mátti standa á fíggjarliga,
men húskið slapp undan við hjálp
frá Gudi og góðum fólki. Omma
hevði eisini eina bindimaskinu,
og hon bant fyri fólk, ikki minst
uppá skipsmenn. Hendan
bindimaskinan kom til okkara
á Sundi, tá omma fall frá, og
mamma brúkti hana nógv til at
binda uppá okkum.
Annars hevði eg tað sera gott á
Viðareiði
Eg minnist ein sum kallaðist
Demma. Hann var roknaður fyri
at vera menningartarnaður, men
øll vóru góð við hann. Tað var tað
sjáldsama við honum, at teir í
bygdini royndu, hvussu nógv hann
kundi minnast. Hann kundi verða
biðin um at fara til handils at
keypa 27 ting, og hann kom aftur
við øllum. Hann var eisini sera
blíður og góður við børn.
Nógv samband
til Norðadals
Vit fóru ofta til Norðadals, har vit
jú áttu hópin av skyldfólki. Tað
var eisini ofta, at vit fóru hagar
at spæla. Ein javnaldur hjá mær
í Norðradali var Eiko Apol, so tað
lá væl fyri. Eg minnist serliga væl
abbasystir Charlottu, kalla Lotta,
sum var so ótrúliga skilagóð.
Vit kallaðu hana gumma. Hon
gjørdist elligomul, og var virkin
til tað seinasta. Hon var so sera
góð við meg og nógv onnur.
Men hon kundi kortini vera eitt
sindur áfallan. Victor Danielsen
plagdi at koma til Norðradals at
vitja og eisini at hava møtir. Óli
Reinert, pápabeiggi, var jú ein
kendur limur í Brøðrasamkomuni,
so teir høvdu nógv saman. Lotta
var kirkjufólk, og hevði ikki heilt
gott eygað til Victor. Men hetta
javnaði seg. Einaferð Victor var
í Norðadali, bað hon Óla fara í
hagan eftir einum lambi til Victor.
Victor plagdi eisini at koma inn
á Sund. Hetta var mest tá hann
var á ferð, og hann steðgaði á hjá
okkum.
Sjálvi plagdu vit at fara til
Kaldbak á møti hjá Brøðra
samkomuni, har Hans Vang
var í velmaktini tá. Tey á
bóndagarðinum fóru til Kaldbak í
kirkju. Doyðu fólk vórðu tey grivin
í Kaldbak.
Tá Anna basti
tarvinum
Tá FF-blaðið hevði søguna hjá
Onnu á Váli í 2003, hevði hon
eina frásøgn um eina serliga
hending á Sundi einaferð hon
kom úr við hesti Norðradali. Hon
greiddi soleiðis frá:
Meðan eg og hesturin ganga
inn eftir Fløtunum móti Sunds
bygd, sá eg at neytini lógu
dygst upp ímóti hamrinum. So
hugsaði eg, at eingin vandi var á
ferð. Men nú loysir tarvurin frá
neytunum við levind og gang.
Hann kemur ýlandi, slevandi og
skavandi oman móti bakkanum.
Tá ið hann steðgaði, var bara
hesturin millum meg og tarvin.
Hjá mær var einki at gera. Eg var
deyðadømd. Eg rópti til Gud, at
nú mást tú hjálpa mær, eg kann
einki gera. So kom tað innskotið
at leypa upp í loft, spenna armar
og bein út frá, og so gera eitt
indianarahyl, so hart sum eg
orkaði. Tarvurin, hann stóð sum
negldur. Eg dýki á hestin og vit
kapprunnu. Tá vit komu til portrið
var tað ein haspa av jarntráði, ið
var smoygd yvir báðar stólparnar.
Í skundi reyk haspan av, og inn í
bøin. Eg gav mær ikki stundir at
leita og fáa haspuna á aftur, tí eg
hoyrdi, at tarvurin var byrjaður
aftur at renna. Men vit komu í
túnið hjá bóndakonuni í øllum
góðum. Har komu tríggir hundar
móti mær, snoddaðu og lupu
næstan uppá økslina á mær. Men
eg kendi teir, so teir ræddist eg
ikki.
Bóndakonan á Sundi, Ulla,
fekk sjálvandi at vita um skilið,
og hon segði: »Eg havi sagt
tað við mannin, at tarvurin er
mannúlvur.« Anna tordi ikki at
fara einsamøll avstað aftur av
ótta fyri at hitta tann illa tarvin
enn eina ferð. Avrátt varð, at
sonurin í bóndahúsinum, Baggu,
skuldi fylgja henni á leið. Tað bar
ikki vandari á, at tey ganga seg
fram á tarvin, sum framvegis var
líka illur. Baggu visti, hvat hann
skuldi gera. Hann gjørdi nevniliga
tað sama, sum Anna hevði gjørt
av sínum eintingum. Hann skar í
eitt ýl, og tarvurin stóð aftur sum
steinrunnin, og sloppið var.
Annars minnist eg, at Anna,
sum er eitt ár eldri enn eg, var
so krútsterk. Hon syfti 100 punds
sekkir sum einki!
Lotta, sum visti alt um neyt,
plagdi annars at siga, at loysti
tarvur frá neytunum var hann
mannúlvur, og tað var ikki
lukkuligt. Her var einki at gera
uttan at taka tarvin av, og hetta
varð eisini gjørt við tarvin á
Sundi. Óli Reinert plagdi at siga,
at tarvur skuldi ikki gerast meira
enn fýra ára gamal, tí tá gjørdist
hann ov djarvur.
Men Lotta ræddist ikki tarv.
Gjørdist tarvur ov næskur, stillaði
hon seg so, at hon kundi stara
hann beint í eyguni á tarvinum,
og tá endaði tað altíð við, at hann
bakkaði.
Samband við
Kaldbaksbotn
Okkum dámdu eisini væl at fara
inn í Kaldbaksbotn.
Norðradalsmenn høvdu ein
lítlan bát standandi her. Har
báturin stóð var kallað Dalastøð.
Norðradalur var brimpláss, og
tí bar illa til at rógva út haðani.
Men tá tørvur var á feskum fiski,
gingu teir yvir í Kaldbaksbotn og
fóru á flot haðani. Báturin var lítil,
so tað var ikki so langt tað kundi
farast. Men á fjørðinum fekst so
altíð eitt kók.
Vit plagdu rógva inn í Kaldbaks
botn. Har var so fult av lívi, ikki
minst fugli. Her vóru til dømis
havgæs, hegrar og villdunnur.
Her var eisini fitt av síli. Eg
minnist eina ferð, at vit settu
eitt garn inni í botninum. Men
har komu bert fýra síl í. So settu
vit garnið aftur. Síðan tóku vit
smásteinar úr fjøruni í bátin,
og so fóru vit at steina eftir
sílunum! Hetta eydnaðist væl, og
nú fingu vit 27 síl.
Vit plagdu eisini at skjóta fugl
til matna. Um summarið skutu vit
lomviga og um veturin álku. Vit
skutu eisini havgæs, sum fitt var
til av. Tað kann skoytast uppí,
at í dag er fitt av havhesti uppi í
hamrinum, men fyrst eg minnist
var eingin.
Kaldbaksfjørður er ein fjørður
við nógvum lívi. Eisini av
skeljafiski. Tað var javnan, at vit
fóru oman í fjøruna eftir øðum,
sum vit løgdu á komfýrin at loypa.
Á landi fingu vit eisini væl
burtur úr. Vit høvdu rabarbugarð,
har tað vaks væl. Mamma hevði
úr at gera við at gera raburbur til
greyt og súltutoy, sum strekti alt
árið.
Tóra og Hans sum ung
Komandi partur
Í komandi parti fer Jakku til
skips, og hann kemur at sigla
stórt sæð alla krígstíðina.
Hann var við Norðbúgvanum
33 túrir út í eitt og var saman
við manningini á Tór 2, áðrenn
teir fóru sín seinasta túr. Tað
tyktist sum at teir høvdu okkurt
ánilsi…
Martin Kúrberg var væl umtóktur flettingarmaður á Sundi